Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Neistin hevur væl og virðiliga uppi borið greipuna í ár. Tað staðfestu bláu havnar­ menninir aftur leygardagin. Tá tóku nýkosnu greipuvinnararnir seinasta takið í hesum kappingar­ árinum og vunnu trygt 33­25 á Kyndil. Neistin vann fyrra dystin 30­25. Kyndil stríddust í tveimum førum móti yvirmaktini. Bárður Johannesen, Hans Áki Dal­ Christian sen og hinir góvu sítt og kundu ikki annað enn staðfesta, at Kyndil ikki hevur betri uppi­ borið enn silvurheiðursmerki í steypakappingini og lands­ kapp ingini í ár. Heimasíðan hjá Kyndil staðfestir tað væl í síni dystarfrásøgn. – Men Kyndil hevur einki at skammast eftir báðar final­ urnar, tí okkara menn stríddust fyrimyndarliga væl fyri sínum gullmøguleika, skrivar heima­ síðan. Breiddin hjá Neistanum prógv aði aftur sítt virði í finalu­ dystunum. Ingi Olsen, venjari, hevur havt alskyns møgu leikar at sett liðið. Profilarnir stóðu seg eisini væl í báðum finalu dyst­ unum, og verjuparturin hjá Kyndil hevði sera torført við at verja fyri teimumm. Finnur Hansson, David Edvardsen, Jugoslav Djumic og Heini Hanusarsson vóru eisini millum bestu skjúttarnar hjá Neist anum. Kyndil gjørdi ein seinasta vørr í seinna finaludystinum leygar­ dagin. Hóast teir høvdu runnið aftaná so at siga allatíðina, eisini í fyrra dystinum, var grøna síðan á áskoðaraplássunum nærmast á gosi, tá Neistin brádliga bara var á odda fyri einum. Tá vóru 40 minuttir spældir av dystinum. Tað var eisini tað nærmasta, silvurvinnararnir komu gull­ inum. Neistin hevur dyggiliga sett øll mótstøðuliðini upp á pláss í ár. Tað fall teimum ongantíð tungt at vinna seg í FM­finaluna. Í finalunum vunnu teir uppiborið á grannunum. Eingin hevur staðið teimum kurl. Tí var tað fult uppiborið, at greipuvinnarar lótu seg fagna seinnapartin leyg­ ardagin. uni@sosialurin.fo Emil K. Jacobsen var aftur í málinum hjá Neistanum í finaludystunum skírishósdag og leygardagin. Hann var boðsendur til steypafinaluna í januar, og í farnu viku var greitt, at danski málverjin skuldi verja málið í FM-finalunum móti Kyndil. Hann hevur í alt spælt fýra dystir – eina steypafinalu og tríggjar landskappingardystir – í hesum kappingarárinum og vunnið tvey gullheiðursmerki. Tað eru frálík hagtøl, vísir hann á. – Hetta var fantastiskt. Eg fari nú aftur til Danmarkar við tveimum gullheiðursmerkjum í viðførinum. Áskoðararnir eiga heilt víst ein stóran leiklut í, at vit hava vunnið á grannunum í steypafinaluni og í FM-finalunum. Áskoðarafjøldin hevur verið betri enn til flestu dystirnar í Danmark, sigur Emil K. Jacobsen við heimasíðuna hjá Neistanum. 29 ára gamli málverjin spældi í farna kappingarári við Heina Hanusarson í danska Ajax, sum flutti niður. Soleiðis kom sambandi við Neistan í lag. Emil K. Jacobsen er 29 ára gamal, og hevur spælt tveir dystir fyri danska A-landsliðið. uni Hondbóltur Neistin vann greitt báðar finaludystirnar móti Kyndil,og greipuvinnararnir prógvaðu bæði skírishósdag og páskaaftan, at teir hava fult uppiborið gullmerkini Meistara - heitið eisini blátt Tvær ferðir gull fyri fýra dystir gull emil Danski málverjin, Emil K. Jacobsen, hevur fingið upp í bæði posa og sekk, nú hann hevur vitjað føroyskan hondbólt Mynd: Álvur Haraldsen