týsdagur 6. apríl 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Týsdagur 6. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Kragesten
verður ikki við, tá Neistin
í komandi kappingarári fer at
royna at endurvinna greipuna.
Hann fer til Danmarkar í lestrar
ørindum og fer tí av landinum við
gullinum í viðførinum.
– Men eg ivist ikki í, at
Neistin fer at stríðast fyri at
endurvinna steypakappingina og
landskappingina, sigur Tróndur
Kragesten.
Men hví hevur Neistin verið
einaráðandi í hesum kapp ingar
árinum?
– Tað hevur verið ein seriøsur
bólkur av fólki aftanfyri
leikara hópin, sum hevur gjørt
eitt megnar arbeiði. Leik ara
rnir kunnu sjálvsagt taka
ábyrgdina, men leiðsl an og
ábyrgdarfólkini eiga eitt
stórt herðaklapp fyri sítt avrik,
sigur Tróndur Kragesten, sum
ikki metir, at tað var óneyðugt
at spæla final urnar. Tað er bara
til frama fyri hondbóltin, sigur
hann.
– Vit vistu undan kappingar
byrjan, at føroyameistaraheitið
skuldi avgerast við tveimum
finalum. Vit hugsaðu um ræðu
myndina, at vit kundu tapa. Men
tíbetur vunnu vit, sigur Tróndur
Kragesteen.
Tróndur tekur
gullið við sær
Føroyameistarar í 2008. Steypa
vinnarar í 2009. Greipuvinnarar
í 2010.
Neistin hevur myndað før
oyska hondbólt seinastu trý
árini. Besta mansliðið hevur
vunnið fýra gullheiðursmerki
seinastu trý árini. Tað kann væl
lýsast sum eitt bragd.
Men nú fyrireika greipu vinn
ararnir seg til framtíðina. Longu
í 2002 vóru fyrstu stigini tikin at
byggja egna ítróttarhøll, og góð
átta ár seinni varð farið undir
arbeiðið við Landavegin.
Jógvan Arge, formaður í
menta málanevndini hjá Tórs
havnar Býra, rósar eisini stóra
arbeiðinum
hjá
felagnum
í
einum blaði hjá Neist anum,
sum varð borið út í hvørt heim
í farnu viku.
– Tað er óhoyrt í okkara tíð,
at eitt ítróttarfelag av sínum
ein tingum kemur við fleiri
miljónum til eina slíka bygging,
og ikki minni áhugavert er tað,
at felagið er hugað at byggja í
vesturbýnum, har ítróttarhús
vanta, skrivar Jógvan Arge.
Neistin letur slakar sjey
milliónir krónur til hallararbeiði.
Tórshavnar kommuna hevur
játtað 7,25 milliónir til arbeiðið.
Høll in kostar í alt 22 milliónir
krón ur, og seinastu milliónirnar
eru framvegis ikki komin til
høld ar, skrivar Neistablaðið.
Neistin fyrireikar
seg til framtíðina
Kyndil-Neistin 25-30 (12-15)
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
Kyndil: Josef Abrahamsen 7, Bárður Johannesen 5, Høgni Klein 4, Tummas Pauli
Hanusarsson 3, Janus Einar Sørensen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Julian Johansen 1
Neistin: Finnur Hansson 7, Jugoslav Djumic 5, Tróndur Kragesten 5, David Edvardsen 4,
Sjúrður Thomassen 3, Ingi Olsen 3, Heini Hanusarson 3
Neistin-Kyndil 33-25 (15-12)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Neistin: Finnur Hansson 8, David Edvardsen 7, Heini Hanusarson 6, Jugoslav Djumic 5,
Sjúrður Thomassen 3, Ingi Olsen 2, Tróndur Kragesteen 1, Jens Mohr 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Bárður Johannesen 4, Tummas
Pauli Hanusarson 4, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Jógvan Skeel Nolsøe 1, Rani
Ellingsgaard 1
FAKTA um finalurnar
stór frøði
Frøin var ikki at fara skeivur
av páskaaftan, tá Neistin
vann føroyameistaraheitið og
tí er greipuvinnari eftir eitt
sera væleydnað kappingarár
hjá teimum bláu
Mynd: Álvur Haraldsen