týsdagur 6. apríl 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Bárður Olsen var høvuðsmaðurin
í Gundadali í gjár. Hann stóð fyri
tveimum av málunum hjá B36,
sum vann uppiborið 3-1 á B68.
Víkarmaðurin skifti í vetur
til B36 úr EB/Streymi. Í Sunda-
lagnum spældi hann fyri tað
mesta
á
høgra
vongverjanum. Í
B36 hevur hann roynst væl sum
miðvallari undir liðini av Klæm-
inti Matras og Róaldi Jacobsen.
Tað hoyrdist, at tú hevur sett
sum krav í B36, at tú skal spæla
á miðvøllinum. Er avrikið í dag
orsøkin, at tú ikki skal spæla í
verjuni?
Bárður Olsen flennur, áðrenn
hann svarar.
– Eg seti eingin krøv. Venjarin
ger av, hvar eg skal spæla, og tí
havi eg fulla virðing fyri, sigur
miðvallarin, sum sjálvsagt var
fegin um, at hann hevur skotið
síni fyrstu mál fyri B36.
Sigfríður
Clement sen
var
í hálvt annað ár venjari hjá
Bárði Olsen í EB/Streymi. Hann
metir ikki, at tað var eitt mistak,
at
Bárður
Olsen
spældi
á
vongverjanum hjá sundalags-
monnum.
– Sum venjari stendur tú á
odda fyri einum leikarahópi, og tú
setir liðið, sum tú metir gagnar
liðnum best. Johan
Ellingsgaard hevur
verið
fantastiskur
á vong verjanum
higartil. Bárður Olsen er
ein sera skilagóður fótbólts-
leikari og hevur gott eyga
fyri spælinum, sigur Sigfríður
Clementsen, og vísir á, at Bárður
Olsen spældi á mivøllinum í 13
av 27 landskappingardystum í
2008, tá EB/
Streymur vann
greipuna.
Góður higartil
At
síggja
til
tykist
Bárður
Olsen
framvegis
ov
tungur.
Men við einum frálíkum renni-
arbeiði og tveimum mál um er
torført at leggja eftir tvífalda
málskjúttanum.
Hann
vísti
eisini framúr egin leikar, tá hann
í tveimum før um sendi framvið
Vlada Filipovic. Fyrst royndi
hann seg við vinstrabeininum
av brots teigarmarkinum, og mið-
skeiðis í seinna hálvleiki sneiddi
miðvallarin tveir mót støðumenn
av og sendi trygt í netið.
– Bárður hevur stað ið seg væl
higar til. Hann veit, at hann kann
betra um krops støðuna. Kavin
hevur darvað fyrireikingunum til
kappingar árið nógv, men hópurin
stríðist fyri at fáa alt upp á pláss,
sigur
Sigfríður
Clementsen,
venjari hjá B36.
24 ára gamli Bárður Olsen er
partur av ein um gylt um ættar-
liði í EB/Streymi. Saman við
Hans Paula Sam uelsen, Arnbjørn
Hansen, Marna Djurhuus og
øðrum var hann við til at vinna
sundalagsmenn á tindarnar í før-
oysk um fót bólti. Nú roynir víkar-
maðurin at vinna fyrstu heiðurs-
merkini við B36. Bárður Olsen
hevur spælt tveir al tjóða skrá-
settar lands dystir fyri Før oyar.
Eg sEti Ei
krøv
Vodafonedeildin Bárður Olsen átti høvuðsleiklutin,
tá B36 greiddi sína skyldu í Gundadali í gjár. Leysasøgur
vilja vera við, at víkarmaðurin hevur sett sum krav, at
hann skal spæla á miðvøllinum. Men Bárður Olsen og
Sigfríður Clementsen, venjari, vísa søgunum aftur
B36
3
B68
1
Venjarin ger av hvar eg
spæli, og tað havi eg fulla
virðing fyri
hVítt
Bárður Olsen var við sínum
báðum málum ein stór orsøk
til B36-sigurin á B68 í gjár
mynd: Álvur Haraldsen