Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin Ítróttarblaðið Jóhan Petur Poulsen varð brádliga vístur av vøllinum, tá seinni hálvleikur var hálv­ runnin í gjár. Hóast Ransin Napoleon Djurhuus floytaði fyri frísparki til B68, fekk toftamaðurin sítt seinna gula kort. Tí kann hugsast, at Jóhan Petur Poulsen hevur sagt okkurt óviðkomandi við dóm aran. Men toftamaðurin vil einki siga. – Tú mást spyrja dómaran. Eg havi onga viðmerking, er greiða niðurstøðan hjá hon­ um. Men ert tú samdur í av­ gerðini hjá dómaranum? – Eg havi onga viðmerking, sigur Jóhan Petur Poulsen. Ransin Napeleon Djurhuus fær ikki gjørt viðmerkingar í løtuni. Freistin at klaga er 48 tímar, og tá kann dómarin gera viðmerkingar um einstakar hend ingar í dystinum. uni@sosialurin.fo ngi Jóhan Petur vil einki siga væl koyrandi B36 hevur fingið frálíka byrjan uppá kappingarárið, við sigrum á Føroya­ meistarunum og silvurvinnarunum, og nú á toftamonnum, ið eisini vóru komnir væl frá byrjan mynd: Álvur Haraldsen Tú mást spyrja dómaran, eg havi onga viðmerking reytt Jóhan Petur Poulsen hevði onga viðmerking, eftir at hann var rikin av vølli – helst fyri onkra viðmerking… mynd: Álvur Haraldsen