Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Hóast tað var illveður kring landið, so vóru fótbóltslíkindini heilt góð á Argjum, tá teir gulu og bláu av Sand oynni vitjaðu. Argjamenn høvdu eitt gott kappingarár í fjør og fólki er áleið tað sama í ár. Tí mun di AB verða ein lítil favorittur ímóti uppflytarunum B71. Í fyrra hálvleiki vísti B71 tó, at stór tapið á Toftum í fyrsta umfari ikki vísti røttu myndina av B71. Tað leikaði javnt á, men framman fyri máli num vóru sandoyingar teir stinn aru og løgdu seg á odda bæði 1-0 og 2-0. Liðskiparin í álopinum hjá B71, Símín Hansen, hevði eina roynd á mál ið hjá Heðini Stenberg, áðrenn bólt urin endaði Mads Hentze, sum staddur mitt fyri, árakað brots teig- ar markið, sendi bóltin við vinstra beini dygst úti við stongina til 1-0. Stutt fyri hálvleik sendi ein AB- verju spælari bóltin beint í føturnar á Mads Hentze, sum driblaði fram við trimum AB-arum, áðrenn hann tveit ti seg fram og prikaði bóltin í málið til 2-0. AB raknaði við Argjamenn byrjaðu seinna hálvleik við at leggja trýst á B71, sum nú ikki megn aði svara aftur, og tað endaði við, at innskifti Gunnar Haraldsen kundi stúta eitt hornaspark frá Dion Splidt í mál. Dómarin hevði ikki meiri enn bríksl að dystin í gongd aftur, so skoraðu argjamenn enn eina ferð. Bólt urin endaði hjá Stig-Roar Søb- stad, ið var staddur tætt undir máli- num og ikki hevði stórvegis trupul- leikar við at skora. Nú vaknaðu sandoyingar við av nýggjum og fóru aftur at spæla fót bólt. Eftir eitt hornaspark kundi Bojan Zivic leggja B71 á odda 3-2, men so gekk aftur bara ein lítið løta, so høvdu argjamenn javnað. Dion Splidt sendi bóltin innfyri úr høgru, har Stig-Roar stóð leysur við handaru stong og skoraði til enda- liga úrsltið 3-3. Nøgd og ónøgd Hóast AB higartil hevur skorað seks mál, so er tað bara blivið til eitt stig. Eftir dystin dugdi málverjin, Heð in Stenberg, ikki at svara uppá hví so er. – Hatta er ein ringur spurningur, og eg veit ikki, um eg dugi ikki at svara upp á hann. Venjarin segði við okk um í hálvleikinum, at vit skuldu koma sterkt aftur og tað haldi eg at vit gjørdu. Vit skuldu kempa og tað gjør du vit, so sum heild er hatta í lagi. Vit ætla okkum at gera tað bet ri enn í fjør, men vit mugu betra um verjupartin – og hvar er betri at gera tað, enn í Gundadali ímóti HB, sig ur ein smílandi Heðin. Mikkjal Hentze, miðvallar spæl- ari hjá B71, ásannaði eftir dystin á Argjum, at teir fram m an undan helst ikki høvdu verið ónøgd ir við eitt stig. – Men sum gongdin var í fyrra hálv leiki, var tað øguliga súrt bara at fáa eitt stig. Í seinni hálvleiki segði venjarin, at vit á miðjuni skuldu hjálpa verjuni við longu send ingunum frá argjamonnum, men vit fullu kanska for langt aftur. Vit mangla kanska eitt sindur av rutinu, staðfesti Mikkjal Hentze. trondur@sosialurin.fo Vodafonedeildin Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá argjamenn í gjár tóku ímóti sandoyingum. B71 var á odda bæði 2-0 og 3-2, men argjamenn svaraðu aftur hvørja ferð. Tað endaði við, at AB og B71 býttu tey seks málini ímillum sín og fingu eitt stig í part Undirhald og nógv mál AB 3 B71 3 Vodafonedeildin