Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Christian Høgni Jacobsen var iva­ leys ur frá brotssparksblettinum og legði NSÍ á odda í fyrra hálvleiki, og tað sama var Jón Krosslá Poulsen, tá hann fekk møguleikan frá sama blet ti langt inni í yvirtíðini. Sostatt endaði dysturin við stiga býti, sum heimaliðið hóast alt má vera fegnast um. Samstundis eru runavíkingar ikki blíðir. Spurdur, um teir ikki áttu at vunnið á uppflytarunum, svarar venj arin Pauli Poulsen bersøgið, at teir hildu seg hava vunnið dystin, tá vanliga leiktíðin og teir fýra minutt ir nir, dómarin hevði lagt aftr at, vóru farnir. – Men seks ella sjey minuttir inni í yvirtíðini fáa teir eitt brotsspark, so vit føla okkum snýttar, sigur venj ar in hjá NSÍ. Meðan runavíkingar halda, at sig ur in varð stolin frá teimum, so ken na teir í FC Suðuroy seg rímiliga hepn ar. Hetta, tí teir – í mun til fyrsta umfar – fingu stig í síðstu løtu, heldur enn at missa, sigur Palli Augustinussen, liðformaður hjá FC Suður oy. – Í samband við sjálva brots­ sparks støðuna, so sá eg ikki hvat hendi, tí har var so nógv fólk fyri. Men dómarin sá okkurt og bríkslaði sjálv andi, sigur Palli Augustinussen. Lítið undirhald Sostatt vóru tað tveir deyðbóltar, sum avgjørdu dystin í Vági í gjár. Hetta var kanska heldur ikki heilt óvæntað, tí nógvi vindurin tarnaði spæli num nakað, samstundis sum vindurin ofta kann arga og yvirraska við deyðbóltsstøður. Veðrið setti eisini sín dám á spæl ið, sum ikki var nakað at rópa hurrá fyri. NSÍ vísti seg tó kortini sum eitt hampiliga væl skipað lið í fyrra hálvleiki, men beinleiðis undir haldandi var tað ikki at síggja. Suðuroyingar hava eisini víst betri spæl í bestu føroysku fót­ bólts deildini enn tað, teir vístu í gjár. Hinvegin eru teir ikki komnir í deildina fyri at undirhalda, men fyri at yvirliva. »So far, so good«, siga teir. rolant@sosialurin.fo FC Suðuroy 1 NSÍ 1 Vodafonedeildin Runavíkingar kenna seg ógvuliga snýttar, meðan suðuroyingar takka fyri hvønn møguleika og hvørt stig, teir kunnu fáa Rólant Waag Dam Palli Augustinussen er ikki bang in fyri at viðganga, at hann ikki hevði sæð sítt lið leggja soleiðis fyri í bestu før­ oysku fótbóltsdeildini hetta kapp ingar árið. – Móti HB roknaðu vit ikki við einum sigri, men føldu kort ini, at vit mistu hann í evstu løtu og vóru vónbrotnir. Á heimavølli fara vit sum oftast eftir øllum, men tá vit skoraðu so seint ímóti NSÍ, kendu vit okkum hepnar, flenn ir liðformaðurin. Hóast merkisverdu byrjan­ ina, so eru teir kortini væl nøgd ir í Suðuroynni. Ikki minst, tí at stigini eru fingin til hølvd ar, hóast liðið ikki hevur allar mans tøkar. – Vit mangla framvegis tveir útlendingar, sum vón andi koma at styrkja liðið upp aftur meira, sigur Palli Augustinus­ sen. rolant@sosialurin.fo Undarlig byrjan Vodafonedeildin Liðformaðurin hjá FC Suðuroy hevði ikki ímyndað sær, at hansara lið skuldi fáa tvey stig burtur úr teimum báðum fyrstu dystunum á henda hátt Hvør sítt brotsspark og stig Keðiligar páskir í Frem Tað gongur rættiliga illa hjá BK Frem í næstbestu donsku deildini, har føroyingarnir Bogi Løkin, Jónas Tór Næs og Andreas Lava Olsen spæla. Liðið spældi bæði skírisdag og 2. páskadag og í báðum førunum gjørdist talan um 4­2 tap. Fyrra dystin, sum var í móti AB, byrjaðu bæði Jónas Tór Næs og Bogi Løkin inni, meðan Bogi Løkin var tann einasti føroyingurin á vøllinum, tá hann byrjaði inni í dystinum móti Lyngby. Tá sat Jónas á beinkinum allan dystin, samstundis sum Andreas Lava Olsen framvegis er plágaður av skaða. Frem liggur í løtuni næstniðast í næstbestu donsku deildini við 12 stigum. Tað sama hevur Kolding, sum tó hevur betri málúrtøku, meðan tað eru fýra stig upp um niðurflytingarmarkið. Vágbingar kundu fegnast í gjár, tá hesa ferð eydnaðist teimum at fáa mál í evstu løtu Mynd: Heðin Weihe Vodafonedeildin