týsdagur 6. apríl 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fakta
Føroyar-Estland 34-15 (14-6)
Durita Christophersen 7, Simona Petersen 7, Heidi Joensen 4, Unn Kragesteen 4, Súsanna
Petersen 4, Liljan Durhuus 3, Nina K. Johansen 2, Judith Hansen 1, Durita Ljósstein 1, Durita
Mikkelsen 1
Føroyar-Finnland 16-27 (8-10)
Simona Petersen 6, Durita Ljósstein 4, Una Olsen 2, Durita Christophersen 1, Liljan Durhuus
1, Nina K. Johansen 1, Unn Kragesteen 1
Føroyar-Moldova 37-23 (15-12)
Durita Christophersen 7, Durita Ljósstein 6, Simona Petersen 6, Nina K. Johansen 5, Una
Olsen 5, Liljan Durhuus 4, Agnas Olsen 2, Judith Hansen 1, Unn Kragesteen 1
Hilmar Jan Hansen
Hesa ferð vóru Føroyar í bólki
saman við Estlandi, Finnlandi og
Moldova, og kappingin var í estiska
býnum, Viimsi, sum liggur ikki
so langt uttan fyri høvuðsstaðin,
Tallinn.
Estland
var
eisini
fyrsta
mótstøðuliðið, og her gjørdist talan
beinanvegin um ein sannførandi
føroyskan sigur, tí Føroyar vunnu
34-15. Her skal so sigast, at talan
var um eitt estiskt landslið, ið fyri
tað nógva var mannað við U21-
spælarum, so tí gjørdist munurin
kanska so stórur í dystinum
langafríggjadag.
Sama dag spældu Finnland og
Moldova javnt, 25-25, sum var eitt
sera óvæntað úrslit, tí Finnland
skuldi verið munandi sterkari.
Hetta var kanska eisini eitt úrslit,
ið ikki segði alt, tí tá føroysku
kvinnurnar páskaaftan spældu
lykladystin
í
bólkinum
ímóti
teimum finsku, bleiv talan um
avsmurning.
Tað vísti seg, at finska liðið var
væl fyrireikað og í øllum førum
spældi betur, enn javnleikurin
ímóti Moldova kundi bent á.
Finnland vann 27-16, og serliga var
tað í seinna hálvleiki, at føroysku
kvinnurnar komu í trupulleikar,
tí bara tvey mál vóru á muni í
hálvleikssteðginum.
Úrslitið merkti, at bólkurin
mestsum var avgjørdur undan
seinasta
dystinum,
sum
var
páskadag ímóti Moldova. Føroyar
vunnu
greitt
37-23,
men
tað
bleiv kortini ikki nóg mikið, tí
samstundis vann Finnland 25-12 á
Estlandi og yvirhálaði Føroyar við
einum stigi.
Tað merkir so eisini, at tað
verða Finnland og Ísrael, ið vann
hin bólkin, sum sleppa at spæla
finaluna í Keypmannahavn, tá
Danmark og Norra í desember
mánaði
eru
vertir
fyri
EM-
endaspælinum.
einslistir@kallnet.fo
Tríggjar
útvaldar
Sum vanligt hevur verið,
hvørja ferð kvinnulandsliðið
hev ur verið við til Challenge
Trophy- kappingarnar,
end-
aðu fleiri av føroysku spælar-
unum á sokallaða All Star-
lið num, sum bleiv valt eftir
kapp ingina.
Hesa ferð gjørdust tær
tríggj ar í tali, tí Simona
Peter sen – sum á ferðini í
Estlandi spældi sínar fyrs-
tu landsdystir fyri Føroyar,
síðani hon hevur fingið før-
oysk an tjóðskap – gjørdist
besti vinstri bakkur, Durita
Ljósstein
gjørdist
besti
verjuspælari og Unn Krage-
sten var kosin besti vinstri
vong ur í kappingini.
hil
Altíð næstbestar
Challenge trophy Einki røkist fyri, at føroysku hondbólts
kvinnurnar koma úr marruni í Challenge Trophykappingini,
har tær fyri fjórðu ferð á rað gjørdust nummar tvey
Brian Kerr sá annan páskadag
tveir av trimum dystum, sum
vórðu spældir, tí hann var fyrst í
Gundadali og hugdi at B36-B68,
áðrenn hann fór út á Argir at
hyggja at AB-B71.
– Har komu nógv mál og undir-
hald ið var gott, men hetta var ikki
fót bóltur á høgum stigi. Fleiri
av spælar unum hava millum
annað vána ligar fyrstu-røringar
við bólti num. Eisini vóru fleiri av
máli num verjuvillir, umframt at
veðr ið gjørdi tað torført at spæla,
er eygleiðingin hjá Brian Kerr.
Hann hevur eisini hug at ilsk ast
inn á fleiri av vøllunum í Føroyum.
– Eg kundi hugsað mær, at fleiri
vøllir vóru sum tann í Gunda dali.
Undirlagið er tað ræt ta og støddin
á vøllinum lík ist meira teimum, vit
skulu spæla á. Av tí at fleiri vøllir
eru ov smáir, brúka spælararnir
ikki so nógva orku til at dekka allan
vøll in, og tað er ein trupulleiki,
sig ur landsliðsvenjarin, ið kundi
hugs að sær fleiri venjingardystir
til lands liðið í summar.
– Millum annað kundi eg hugs-
að mær ein dyst í juni mánaði, so
eg kundi sæð meira til spælararnar,
men eg veit ikki, um tað fíggjarliga
letur seg gera, sum støðan er hjá
Fótbóltssambandinum nú, sigur
Brian Kerr, ið heldur Føroyar
vera í einum torførum EM-bólki,
so leikluturin verður at stríðast
og so vóna, at okkurt stig kemur
burturúr.
trondur@sosialurin.fo
Fleiri landsdystir, takk
Kvinnulandsliðið hevur fýra
ferðir verið við í Challenge
Trophy-kappingunum, og
allar fýra ferðirnar er tað
endað við øðrum plássi
Challenge trophy