týsdagur 6. apríl 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Týsdagur 6. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fakta
Hilmar Jan Hansen
Um metast skal út frá uppmøtingini
til fyrsta heimadystin nakrantíð
hjá besta KÍ-liðnum í næstbestu
deildini, so kann ikki sigast annað,
enn at viðhaldsfólkini framvegis
bakka upp, hóast talan er um
nýggjar tíðir.
Dreymurin er sjálvsagt, at tað í
eini handavending skal eydnast at
flyta uppaftur í bestu deildina. Tað
liggur til høgra beinið at sammeta
við Newcastle, sum eitt sindur
óvænt að flutti niður úr bestu ensku
deildini í fjør. Longu í gjár eydn-
aðist Newcastle at tryggja sær sess
millum tey bestu næsta kapp ingar-
ár, og venjarin, Chris Hughton, helt
fyri, at tað var fyri neyðini, tí hesir
spælararnir høvdu uppiborið at
spæla á hægsta stigi.
KÍ-avrikið ímóti FC Hoyvík á
heima vølli leygardagin var ikki
undir striking av, at KÍ uttan víðari
fer at flyta upp. Liðið er ungt,
roynd ir nar eru fáar og smáar, og
har við er tað ikki sjálvsagt, at hesir
spælar arnir – ikki í løtuni ið hvussu
er – hava uppiborið at spæla í einari
hægri deild, enn teir nú gera tað.
Hinvegin má avrikið hjá hoy vík-
i n g um roknast sum meira enn
góðkent.
Úrslitið var 1-1. Svenning W. Han-
sen legði hoyvíkingarnar framum
tíðliga í seinna hálvleiki við stútara
eftir horna, og Stefan Kalsø javnaði
til 1-1, tá hann setti krúllin undir
hornasparksinnlegg.
TB sannførandi
TB, sum eisini hevur møguleikan at
vinna seg uppeftir, legði hinvegin
sann førandi
fyri
á
heimavølli
ímóti teimum næstbestu hjá AB.
Stutt undan steðginum setti Heini
Morte nsen hol á við stútara eftir
horna. Tíðliga í seinna hálvleiki var
Heini Mortensen vístur av vølli,
eftir at hava nýtt neyðbremsuna,
men hóast tvøramenn vóru undir-
mann aðir, skoraðu teir tvær ferðir
aftrat. Í báðum førum var tað mið-
vallarin, Joseph Bassene, sum var
málskjútti.
Fjórða liðið, ið hevur møguleika
at flyta upp, er 07 Vestur. Úrslitið í
Sør vági ímóti teimum næstbestu
í NSÍ var 0-0. Næst við at fáa mál
var heimaliðið, tá ið bólturin brast
í stólpan, men heldur ikki hetta
kann roknast sum nøktandi hjá
heimaliðnum, ið átti at fingið meira
burt ur úr.
So tíðliga á árinum eru nógvir
við í kappingini um plássini á
besta HB-liðnum, og tað sæst aftur
á manningina á næstbesta lið-
num. Eitt nú var Jóhan Eivind R.
Mouritsen, sum skoraði til 2-0 og
3-0, væl upplagdur. Báðar ferðir
var tað eftir upplegg frá Hendriki
Rubek sen.
Fimti dysturin páskaaftan var
mill um tvey av liðunum, ið eru
man na við teimum næstbestu hjá
feløgunum, sum bæði eru um boðað
í Vodafonedeildini. Her var tó
eingin ivi, tí Víkingur sendi B68 út-
aftur á Toftir við 5-1 tapi, har serliga
Hjart vard Hansen gjørdi vart við
seg við einum reinum »hat-trick«.
einslistir@kallnet.fo
HB-EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Páll Holm Jacobsen
2-0: Jóhan Ejvind R. Mouritsen
3-0: Jóhan Ejvind R. Mouritsen
TB-AB 3-0 (1-0)
1-0: Heini Mortensen
2-0: Joseph Bassene
3-0: Joseph Bassene
Reytt kort: Heini Mortensen, TB, 57.
KÍ-FC Hoyvík 1-1 (0-0)
0-1: Svenning W. Hansen
1-1: Stefan Kalsø
07 Vestur-NSÍ 0-0
Víkingur-B68 5-1 (2-0)
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu
2-0: Hjartvard Hansen
3-0: Hjartvard Hansen
4-0: Hjartvard Hansen
4-1: Eyðun Jacobsen
5-1: Martin Olsen
Besta mansliðið hjá KÍ fekk bara javnleik í sínum fyrsta dysti í næstbestu deildini, tá
ein annar av uppflytingarkandidatunum, FC Hoyvík, vitjaði páskaaftan
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Haltar í Klaksvík
1. deild, menn TB legði best fyri av teimum, sum hava møguleika
at flyta upp, og bæði HB og Víkingur vístu stóra styrki á heimavølli
1. deild