Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 28 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Ársins fyrsti landskappingardystur varð bríkslaður í gongd við Løkin í Runavík mikukvøldið klokkan hálvgum sjey. Stívliga eitt korter seinni varð sami dystur avblástur. Ransin N. Djurhuus, dómari, gjørdi av at steðga dystinum millum NSÍ og ÍF. Hetta hóast hann hevði valt at bríksla dystin í gongd meðan með an grovur kavaælingur var, og hóast Debes Danielsen hevði lagt NSÍ á odda og støðan var 1-0 til heima liðið. – Eg tók mína avgerð út frá støðuni, sum hon var júst tá. Vit sóu ikki linjurnar kring vøllin, og tá er ógvuliga trupult at taka nógvar avgerðir og ikki ráðiligt at spæla fótbólt, sigur Ransin N. Djurhuus, sum í hesum sambandi eisini tosaði við hjálpardómarar sínar. Ransin N. Djurhuus vísir á, at hann ikki kundi vita, hvussu veðrið fór at verða aftaná. – Tá eg bríkslaði dystin av, var tað ógvuliga kalt. Somuleiðis kavaði tað illa, tá dysturin byrjaði, men eg hugsaði, at tað kundi vera eitt æl, sum fór at steðga. Eitt gott korter seinni kavaði tað framvegis illa, samstundis sum kavin bara bleiv liggjandi á vøllinum, greiðir Ransin N. Djurhuus frá. Dómarin leggur aftrat, at hann grundaði sína avgerð á tær heimildir, sum reglugerðirnar geva honum, fyri at steðga einum dysti. Hinvegin sigur Ransin N. Djur- huus seg væl skilja, at summi hava hug at argast um avgerðina, tá veðrið bleiv gott, stutt eftir at hann bríkslaði dystin av. – Tá eg koyrdi suðuraftur, irre- teraðist eg sjálvandi um, at tað bleiv so, sigur Ransin N. Djurhuus, som kortini ikki heldur, at avgerðin, hann tók, var skeiv. – Eg føldi, at tað var rætt at gera tað tá, sigur hann. Undrast í NSÍ Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, er millum teirra, sum undrast og argast um avgerðina hjá Ransin N. Djurhuus. – Tað kavaði rættiliga illa, tá vit byrjaðu dystin. Tá dómarin bríkslaði Fótbóltur Hóast 27 mál, var mest umrødda hendingin í ársins fyrsta fótbóltsumfari, dómara­ avgerðin um at steðga dystinum millum NSÍ og ÍF, tá heimaliðið førdi við einum málið Eitt øgiligt Avblást NSÍ var á odda 1–0, tá dysturin ímóti ÍF varð avblástur orsakað av veðrinum. Tá nýggjur dystur byrjaði, var støðan 0–0, og NSÍ tapti dystin 2–1 Mynd: Álvur Haraldsen