týsdagur 6. apríl 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Týsdagur 6. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Ætlanin var, at føroya meist
ar arnir í KÍ skuldu taka ímóti
steypa vinn arunum í AB í
Klaks vík í gjár, men veðrið
gjørdi, at allir trígg ir kvinnu
dyst irnir blivu av lýstir. Sostatt
má bíðast til í kvøld klokkan 18,
áðrenn tað fæst at síggja, hvat
av hesum báðum lið unum
hevur munin í ár.
Í fjør eydnaðist AB at vinna
á KÍ í steypafinaluni, umframt
at tað í landskappingini gekk
sera javnt á allan vegin, so
KÍ ikki fyrr enn í næstsíðsta
umfarinum sleppa avgerandi
framum og tryggjaði sær før
oyameistaraheitið, við júst at
vinna á AB. Forrestin var tað
ein dystur, ið fyrst varð blástur
í gongd ein sunnudag, men
ikki kundi spælast fyrr enn
dagin eftir, tí veður og vindur
argaði…
At tað eisini í ár verða
hesi bæði, tað nógva kemur
at snúgva seg um, tá vit tosa
um oddastríð í bestu kvinnu
deildini, eru allar ábendingar
um, hóast kappingin enn er so
ung, at bara eitt umfar hevur
verið.
Skírisdag vóru KÍkvinn ur
nar í Miðvági, tí kavi á vøllinum
forðaði fyri, at dysturin kundi
spælast í Klaksvík, sum dyst
arskráin annars segði. Tær í
KÍ vóru náðileysar og vunnu
140 á uppflytarunum í MB,
eftir at hálvleiksstøðan hevði
verið 30. Samstundis vunnu
ABkvinnurnar á heimavølli
70 á EB/Streymi, harav seks av
málunum komu eftir steðgin.
Víkingur, sum í fjør vann
bronsu, fór væntandi at bjóða
av, men tað sær út til at vera
meiri enn bara ivasamt, um
nakað spyrst burtur úr tí í ár.
Víkingur tók skírisdag ímóti
Skála, sum í fjør var nummar
fýra, og Skála gjørdi her bart og
vann 32 – enntá við sigursmáli
í evstu løtu. So fáa vit at síggja,
um Skála eisini er í ferð við at
menna seg til ein avbjóðara
heilt har frammi.
einslistir@kallnet.fo
Líkist endur
tøku hjá
kvinnunum
Fótbóltur Tey bæði liðini, sum alt kappingarárið
í fjør vóru í fremstu røð, KÍ og AB, løgdu fyri
við stórsigrum skírisdag, so tað kundi bent
á eitt sama slag kappingarár aftur í ár
av, var veðrið faktiskt betri, enn tá
dysturin varð bríkslaður í gongd.
Og tíggju minuttir seinni var vøll
urin grønur og vit høvdu frálík
fótbóltslíkindi restina av kvøldinum,
greiðir Pauli Poulsen frá.
Ikki tí, Pauli Poulsen heldur
tað ikki vera órímiligt, at dómarin
valdi at steðga dystinum. Men
hann undrast yvir, at tey ikki fingu
møgu leikan at rudda vøllin.
– Høvdu vit fingið fimm minuttir
at rudda linjurnar, so høvdu vit havt
ein reinan vøll og bláan himmal.
Men vit verða ongantíð hoyrdir í
hesum málinum, ger Pauli Poulsen
greitt.
Ransin N. Djurhuus sigur sjálv
ur, at hann ikki ráðførdi seg við
liðformenninar, tá hann gjørdi av
at steðga dystinum.
– Eg greiddi teimum frá, at eg
hevði tveir møguleikar sum støðan
var. Fyrri møguleikin var at fáa fólk
at rudda vøllin og vóna, at veðrið
fór at batna. Seinni møguleikin
var at steðga dystinum, og tað var
henda møguleikan, eg valdi, greiðir
hann frá.
Spurdur um, tað ikki hevði verið
rætt at steðgað dystinum eina løtu,
meðan vøllurin varð ruddaður,
svarar Ransin N. Djurhuus, at tað
ikki var til at siga, hvussu veðrið
fór at verða.
– So skalt tú satsa og tað gjørdi
eg ikki. Tað var eisini kalt tá, og so
kanst tú spyrja teg sjálvan, hvussu
leingi tú kanst hála menn út og
inn av vøllinum, meðan tú bíðar
eftir veðrinum, sigur Ransin N.
Djurhuus.
Øðrvísi uttanlands
Pauli Poulsen skilir kortini ikki
avgerðina hjá Ransin N. Djurhuus.
Hann vísir á, at tað er púra vanlig
mannagongd uttanlands, at dystir
verða steðgaðir eina løtu fyri at
gera linjurnar sjónligar, ella tí at eitt
nú roykur fyllir stadion. Hetta var
ikki støðan við Løkin, og tískil kom
tað sera óvart á hann, at dysturin
eisini skuldi spælast av nýggjum.
– Uttanlands er tað einki óvan
ligt í at taka dystir uppaftur, har
teir vórðu sleptir, vísir Pauli Poul
sen á. Men sum tað sæst aðra staðni
á hesum síðum, so hevur Fót bólts
sambandið ikki aðrar møguleikar
enn at áseta nýggjan dyst.
Hinvegin sæst eisini, at sama
reglugerð
gevur
dómaranum
møguleika at steðga dystinum í ein
heilan tíma, áðrenn hann verður
tikin uppaftur. Tað høvdu fleiri í
Runavík helst sett prís upp á, um
dómarin gjørdi í Runavík hetta
kvøldið. Um ikki annað, so ein
hálvan tíma ella eitt korter.
So var ikki og dysturin varð –
eins og allir hinir í fyrsta umfari
– síðani spældur skírisdag. Tá var
ÍF omaná og vann 12. Sama úrslit
var við Margáir í Streymnesi, har
B36 var omaná. Hetta vóru teir
báðir dystirnir við fægst málum, tí
á Toftum vann B68 50 á B71, meðan
heili átta mál komu bæði í Gøtu og í
Gundadali í Havn
Heilt óvæntað fekk FC Suðuroy
javnleik við at spæla 44 ímóti HB,
meðan Víkingur setti AB upp á
pláss og vann 53.
rolant@sosialurin.fo
umfar
faKta um reglurnar
GREIN 33. Dómarin kannar eisini eftir, um alt er
í lagi, áðrenn dystur byrjar.
Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í
slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið
at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin
ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð
við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur,
orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin
kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma.
Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast
Kappingarnevndini, sum ásetur nýggjan dyst.
Grein 33, stykki 2, er tann part
urin av lógarverkinum hjá Fót
bólts sambandinum, sum Karl
Vidtfeldt vísir til, tá hann skal
greiða frá avgerðini um, at
avblásti dysturin millum NSÍ og
ÍF skuldi spælast av nýggjum.
– Lógarverkið krevur hetta
og vit hava heldur ikki aðrar
møguleikar, sigur Karl Vidtfeldt,
formaður í kappingarnevndini.
Hann vísir síðani á, at fordømi
eru um líknandi støður, har dystir
eru blástir av og síðani byrjaðir av
nýggjum seinni – eisini dystir, har
mál eru skorað.
Karl Vidtfeldt nevnir síðani
ein dyst millum B68 og B36 í 2002.
B36 var á odda 13 og fekk tillutað
eitt brotsspark. Men vindurin
bleiv so nógvur og bólturin vildi
ikki liggja stillur, tá brotssparkið
skuldi takast, so dómarin bríksl
aði dystin av.
– Tá høvdu vit ein jurist inni í
myndini og hann kom fram til, at
vit ikki høvdu aðrar møguleikar
at áseta nýggjan dyst, greiðir Karl
Vidtfeldt frá.
rolant@sosialurin.fo
Nýggjur dystur má til
Fótbóltur – Lógarverkið hjá Fótbóltssambandinum krevur, at nýggjur
dystur verður spældur, um dómarin velur at steðga honum, orsakað av eitt
nú veðrinum, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF
AB og KÍ stríddust í fjør um meistaraheitið. Líkt
er til, at tað fer at endurtaka seg í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
kappingarneytar