týsdagur 6. apríl 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 6. apríl 2010
42
Sosialurin
Rigmor Dam
Her í norðurlondum kenna
vit ræðumyndina úr USA,
har álvarsliga løst aði sjúk
linginum, ella kon an, sum er
komin at eiga, verða tveitt á
dyr á sjúkra húsinum, tí tey
hava onga sjúkratrygging. Ella
familjan, sum noyðist at velja
at rinda kostnaðarmiklar
sjúkratryggingar, í staðin fyri
at spara upp til útbúgving til
børnini.
Fyri flest øll í norður
lond um hevur tað altíð verið
óskiljandi, at landið, sum
verður rópt heimsins ríkasta,
máttmiklasta og ikki minst
Guds útvalda, kundi liva við
eini skipan, har hvør ræður
sær og bert tey vælbjargaðu
fáa tilboð um heilsuhjálp, tá
ið á stendur.
Men í USA, har fólkið
ikki kennir til annað, hevur
hetta verið veruleikin, sum
ikki hevur staðið at broyta.
Eisini hóast fleiri forsetar,
guvernørar og felagsskapir
hava stríðst fyri einari al
menn ari
heilsutrygd
í
manna minni.
Líka
síðan
Theo dore
Roosevelt,
ex
forseti, fyrstu ferð lat upp
fyri tankanum longu í 1912 til
Bill Clinton gjørdi tað sama,
seinast í 1994.
Men Obama megnaði tað,
sum ongin annar megnaði.
At fáa meiriluta fyri einum
heilsureformi, sum merkir,
at teir omanfyri 300 milliónir
borgarnarnir fáa rætt til
almenna sjúkratrygging fyri
fyrstu ferð í søgu landsins.
Hetta fer eitt nú at koma
teim um 32 milliónunum, sum
ongan sjúkratrygging hava,
til gagns. Umframt at fá tæk
astu fólkini í landinum eisini
verða umfatað av heilsu
trygg ing ini.
Heilsureformurin er tann
størsti av sínum slag síð
an Lyndon B. John son, for
seti, setti í verk heilsu trygg
ingarnar Medicare og Mediaid
í 1965.
Ongin abort upp á
landsins besta
Við 219 atkvøðum fyri og
212 ómóti varð re form urin
samtyktur í Um boðs manna
tinginum náttina millum
sunnudag og mánadag hin
21.22. mars 2010. Eftir eitt
tíma langt og kensluborið
orðaskifti millum demokratar
og republikanarar.
Stóra
stríðsmálið
var
fosturtøka. Um landið eisini
skuldi rinda fyri fosturtøku,
var ógjørligt at fáa meiriluta
fyri uppskotinum. Tíðliga
sunnudagin tryggjaði Obama
sær tí tær seinastu skeptisku
demokratisku atkvøðurnar,
við at lova, at fosturtøka ikki
verður fevnd av lógini.
Hell no!
Røðurnar
fyri
og
ímóti
komu víða um. Uppskotið
varð rópt tann reina komm
un isma,
meðan
onnur
sam an bóru
stórhendingar
sum mánaferðina á sinni.
Republikanski
minni luta
leiðarin, John Boehner, vísti
sína vanvirðing við at geyla
“Hell, no!” út í salin – og ruðu
leikin var fullgjørdur.
Men, atkvøðast skuldi. Og
tá jaatkvøðurnar komu upp
á tær magiska 216 fyri, skóru
demokratarnir í fagnaðarróp
og lógva brest irnir hoyrdust
út í tún, meðan teir róptu
»Yes, we can«, ið sum kunnugt
er herróp Obama.
Stórsigur fyri fólkið
Við miðlarnar segði Obama,
at talan er um ein stórsigur
fyri amerikanska fólkið.
–
Reformurin
er
ikki
loysnin á øllum trupul leik
um í amerikanska heilsu
verkinum. Men vit eru á røttu
leið. Soleiðis eru broytingar.
Eitt av høvuðsargu ment
unum hjá Obama hev ur
ver ið, at reformurin skal
steðga
eyðræningini
hjá
tryggingarfeløgunum,
og
tryggja borgarunum móti at
verða tilvildarliga blak aðir
úr sjúkra t ryggingar skip an
unum.
Politiskt óhefta fíggjar
skrivstovan hjá kongressini
hevur roknað út, at heilsu
reformurin kemur at spara
amerikanska samfelagnum
550 mia kr. kom andi 10 árini.
Elddópur Obama
Men fyri Obama er heilsu
reformurin ikki bara enn
eitt politiskt úrslit. Politiskir
eygleiðarar
hava
leingi
mett, at reformurin snýr
seg um nógv annað enn
bara amerikonsku heilsu
skipanina.
Eitt
nú
segði
Niels
BjerrePoulsen, lektorur og
serfrøðingur í USA, við P1
á DE, at heilsureformurin
er vorðin sjálv ímyndin av
leiklutinum hjá Obama sum
forseti. Megnaðu mót støðu
fólkini at forða reforminum,
hevði tað verið banahøggur
Obama – og møguliga eisini
Demo kratanna
í
hesum
umfari.
rigmor@sosialurin.fo
USA
fingið
heilSU-
váttAn
Vælferð Hin 22. mars 2010 fer altíð at standa
sum ein serligur dagur í politisku og sosialu søgu
USA. Hetta var dagurin, har stóri heilsureformurin
hjá Obama varð samtyktur. Ein reformur, sum
hevur verið ávegis í áratíggju, og sum ætlandi skal
spara samfelagnum fyri hundraðtals milliónir,
umframt at bøta um heilsutænastuna.
– En vanliga amerikansk familja
brúkar umleið 60.000 krónur
árliga til sjúkratryggingar.
Fólk rinda sjálvi tryggingina
gjøgnum arbeiðsgevaran.
– Flestu amerikanarar hava
sína egnu heilsutrygging. Men
umleið 47 milliónir hava onga
trygging. Tey eru ikki nóg fátøk
ella gomul til at verða umfata
av Medicaid skipanini, sum
saman við Medicare, varð sett
á stovn í 1960unum. Hetta
vóru slóðbrótandi skipanir, sum
broytti lívið hjá milliónum tá.
– Tey, sum onga trygging
hava, koma ofta ov seint
undir læknahond. Ella tey
fáa hjálp á skaðastovuni,
tá heilt illa veit við.
– Amerikanska heilsuskipanin
er millum heimsins dýrastu.
Heilivágur er nógv dýrari enn í
grannalandinum Canada. Hópin
av peningi fer til starvsfólk í
tryggingarfeløgunum. Sostatt
fer sera nógvur peningur til
lønir í staðin fyri til heilsu.
Kelda: Niels Bjerre-Poulsen, lektorur, DR
Vit eru á
røttu leið