Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Týsdagur 6. apríl 2010 Sosialurin 1993: Bill Clinton, demokratiskur forseti, leggur fram uppskot um sjúkratrygging fyri allar borgarar. Privat tryggingarfeløg skulu bjóða tænastuna og kappast sínamillum, men tað almenna skal hava eftirlit við prísunum. Uppskotið verður felt, og hevur enn ikki fulla undirtøku í flokkinum hjá Clinton. 4. november 2008: Demokraturin Barack Obama verður valdur til forseta. Eitt av vallyftunum hevur verið ein heilsutrygging, sum skal lækka útreiðslurnar, sum standast av sjúku, umframt at koma til lívs misnýtsluna hjá tryggingarfeløgum av verandi støðu. Milliónur av amerikanarum fáa lovað sjúkratrygging. 5. marts 2009: Í Hvítu Húsunum skipar Obama fyri ráðstevnu um heilsureformin. Her lovar hann eina ítøkiliga ætlan innan árslok. August 2009: Kongressin lýkur ikki eina tíðarfreist fyri einum útspæli til lógarpakka á økinum. Mótstøðan frá republikanum herðist. Á nógvum ráðhúsum í USA hittast mótstøðufólk, sum skíra reformarnar at vera tann reina sosialisma. 9. september: Í Kongressini talar Obama um tørvin á einum heilsureformi. Ein republikani rópar ”Tú lýgur!”, tá Obama vísir á, at ólógligir innflytarar verða ikki fevndir av reforminum. 7. november 2009: Við teprum meiriluta samtykkir Umboðsmannatingið eina serliga útgávu av einum reformpakka. Atkvøðubýtið er 220 fyri og 215 ímóti. Bert ein republikani atkvøður fyri og 39 demokratar atkvøða ímóti. 24. december 2009: Senatið samtykkir sína útgávu av reforminum við atkvøðunum 60-39. 19. januar 2010: Republikanin Scott Brown vinnur óvæntað valið í Massachusetts, og kemur í Senatið fyri deyða demokratin Edward Kennedy i Senatet. Hetta skeiklar atkvøðubýtið í senatinum, har flokkurin hjá Obama hevur ikki longur 60 pláss, sum vanliga forðar andstøðuni at virka og at gera samstarvsavtalur. Februar 2010: Obama leggur fram eina endurskoðaða ætlan og fundast við leiðandi republikanar á einum sjey tíma drúgvum topfundi, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Fundurin endar úrslitaleysur. 22. marts: Heilsureformurin verður samtyktur í Umboðsmannatinginum við atkvøðunum 219 móti 212. Ritzau Leiðin til heilsureformin Aftan á eitt gott ár í Hvítu Húsunum hevur tað eydnast fyrsta svarta forsetanum, Barack Obama, at geva fólkinum tað, sum fólkið valdi. Nevniliga eina fría, almenna heilsuskipan, sum fevnir um allar borgarar. valplakatin Undirskriftin var nóg illa sett á heilsu- re formin, tá 10 av 50 statum boðaðu frá, at teir fara ikki at seta í verk reformin. Bill McCollum, kenslu- mála ráðharri í Florida, segði við CNN, at heilsu reformurin er í andsøgn við ameri- kansku stjørnar skip- anina, tí staturin verð- ur álagdur at brúka fleiri pengar. Bill Mc Collum roknar við at stevna beinanvegin Obama hevur undir - skrivað lógina, og at málið endar líka í hægstarætti. 10 statir vraka heilsu- reformin