Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsdagur 6. apríl 2010 44 Sosialurin Rógvi Nybo Tá Pipar & Salt fyri 12 árum síðani fyrstu fer varð varpað út í hvørja stovu í Føroyum, mundi fáur varnast við, at tey vóru vitni til ein glantri­ leik, sum eisini fór at vera fólkaogn í 2010. Í gjárkvøldið vóru 1000 fólk vitni til eitt stórt show í Høllini á Nabb, sum vísti, at tólv ár eldri er Pipar & Salt enn feskt í minninum, sprelllivandi og at fleiri av stuttligu persónligheitunum, sum hava sæð dagsins ljós millum ár og dag, enn klára at fáa smílibondini at arbeiða. Annan páskadag 2010 staðfesti Esmar Eysturoy fyri síni elskaðu Guðrun, sum hann hevur kallað bæði eitt og annað ljótt, at – Tú ert betri enn einki. Stórar vónir Brúdleypið hjá Esmar Eyst­ uroy og Guðrun má sigast at vera ein stórur blandaður posi av bommi. Tá tú fert til eina Pipar & Salt framførslu, er tað ikki frítt, at tú væntar tær nógv. Gjøgnum ár og dag hava vit møtt fleiri nýggj um per­ són ligheitum, og hava fingið fleiri landa plág ur sendar út. Og fyri ikki at tosa um tær 22 út seldu sýn ing arnar í Norð ur landa húsinum í 2005, sum eru farnar í søg una sum legendariskar. Hetta ávirkar sjálvandi, hvat tú væntar tær, tá tú fert til eitt show sum hetta. Hetta leggur eisini stórt trýst á teir báðar Sjúrð og Jákup at levera. Ótrúlig evnir Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eiga rós uppiborið fyri ótrúliga stór skapanarevni. At tveir manns í einari og samari sketsj kunnu spæla ótrúligar 24 fullkomiliga ym­ iskar og originalar leiklutir, er einki minni enn eitt bragd. Hetta sigur heldur ikki so lítið um hvørji evni hesir báð­ ir hava á pallinum. Saman við góðum tón­ leik arum sum Showmenn og Finnur Hansen, umframt tær báðar Maluna Eyðunsdóttir og Maluna Thomsen, talar alt fyri kvaliteti, longu áðrenn farið verður á pall. So er stóri spurningurin bert, um teir kláraðu at levera vøruna í gjár, ella um endaligi dómurin skal vera tann sami um showið, sum hjá Esmari um Guðrun – at tú ert betri enn einki. Javnt stuttligt Brúdleypið hjá Esmar Eyst­ uroy og Guðrun varar í 100 minuttir. Eg kann róligt við­ ganga, at eg ongantíð hesar 100 minuttirnar á nakran hátt keddi meg. Tvørturímóti. Hvør leiklutur er somikið stutt á pallinum, at tú nær ikki at keðast av honum, áðr enn brádliga ein nýggjur stendur frammanfyri tær. Skiftið millum teir nógvu leiklutirnar gongur við teirri rúkandi ferð, og sjáldan vardi nakar steðgur longri enn gott 20 sekund. Frá byrjan til enda á brúdleypinum siti eg javnan og smáflenni. Ongantíð sleppur áskoðarin at fella heilt niður á gólv. Hinvegin haldi eg at nógvu og gomlu sangirnir taka broddin úr tí skemtiliga. Eg kom ongantíð hartil, at eg var um at eg eri um at brotna, sum eg onkuntíð fyrr havi verið, tá eg havi hugt eftir Pipar&Salt. Hinvegin skal eg siga, at eg legði merki til at fleiri av fólkunum rundanum meg ta einu løtuna høvdu ilt við at anda, sum tey flentu. Men fyri meg virkaði tað ikki heilt. Fyri meg var tað javnt stuttligt, men uttan nakr­ antíð at koma heilt upp á toppin. – Tú erT b PiPar&Salt Esmar Eysturoy staðfesti í gjár fyri síni elskaðu Guðrun, at hon er betri enn einki. Tað sama haldi eg um brúdleypið hjá Esmari og Guðrun. Tað var betri enn einki. Rættiliga nógv betri Gjøgnum brúdleypið hjá Esmar og Guðrun, spæla Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale heilar 25 ymsar leiklutir, sum vit kenna aftur úr gomlum Pipar&Salt sendingum, Eg Elski Förjar og øðrum. 24 ymiskiR leiklutiR At tveir mans kunnu spæla 24 fullkomiliga ymiskar leiklutir er einki minni enn eitt bragd