týsdagur 6. apríl 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Týsdagur 6. apríl 2010
Sosialurin
eTri enn einki
Skal eg kunna vísa á eitt
av veiku punktunum í øllum
shownum, so er tað at har til
tíðir er for nógv av tí, sum vit
longu hava hoyrt. Tú kennir
hatta við, at ein krønika er
ikki líka stuttlig aðru og
triðju ferð, tú hoyrir hana.
Tú flennir við, men ert ikki
líka ovfarin, sum fyrstu ferð
tú hoyrdi hana.
Ta somu kensluna havi eg
eitt sindur eftir brúdleypið
hjá Esmar Eysturoy og Guðr
un. Tónleikurin var, fyri tað
nógva, gomlu hittini hjá
Pipar&Salt. Og tónleikurin er
ikki beinleiðis stuttligur.
Hinvegin er tónleikurin
hjá Pipari&Salt góður. Og
tá eg sigi, at hetta er eitt av
teimum veiku punktunum,
so er tað upp á ein máta rós
til
manningina
aftanfyri
Pipar&Salt. Tí tónleikurin
er góður. Hetta eru løg, sum
hava plágað alt landið, tá tey
komu fram, og tú verður ikki
troyttur av at hoyra løgnu
løgini ummaftur.
Nógv betri enn einki
Eftir at hava sovið upp á
show ið, eri eg sannførdur
um, at Brúdleypið hjá Esmar
og Guðrun er betri enn einki.
Rættiliga nógv betri. Eg eri
eisini sannførdur um, at í øll
um førum 998 av hin um fólk
unum í høllini á Hálsi halda
tað sama – jú, har er altíð ein,
sum heldur at tað var hvørki
vert eitt ella annað, og friður
verið við honum.
Spurningurin er so, um
hetta er eitt gott show. Mítt
greiða svar er ja. Er hetta
eitt fantastiskt show. Nei.
Er Brúdleypið hjá Esmar
og Guðrun fyri 220 krónur í
undirhaldi? Tað er eingin ivi í
míni sál um, at hetta eru væl
brúktir pengar.
Brúdleypið hjá Esmar og
Guðrun er gott. Heilt gott.
Ikki fantastiskt, men nógv
betri enn einki.
GOTT brúdleyp
Brúdleypið hjá Esmar og Guðrun er gott. Heilt gott.
Ikki fantastiskt, men nógv betri enn einki
Myndir: Jens Kristian Vang