Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 4 Sosialurin Frelst upp á ta Rigmor Dam Meiri enn fimm túsund skatta fríar krónur eyka at jolla sær fyri um árið. Hetta er upphæddin, sum Elin Lindenskov og Høgni Ras mussen hava spart, síð­ an tey fyri trimum árum síðani settu seg fyri at liva meira umhvørvisvinarliga, serliga við at minka um el­ nýtsluna. – Og tað má eg siga, tað størsta yvirraskilsi var, tá rokningin kom frá Sev. Vit jublaðu, sigur Elin Lindenskov, sum hev ­ ur góða grund til at vera áhugað í at liva um hvørv­ isvinarligt. Hon hev ur nevni liga ver i ð for kvinna í um hvørv is nevndini hjá Tórshanvar Kommunu í fleiri ár, og tískil havt serliga skyldu til at seta seg inn í, hvussu til ber at liva meira um hvørvisvinarligt. – Fremsta orsøkin til, at vit hava valt at fokusera so nógv upp á at umleggja el­forbrúkið hevur verið at verja umhvørvið. Men tað er absolutt heldur ikki so galið at hava fleiri pengar til tað stuttliga í lívinum, sigur Elin Lindenskov, sum var tann í húskinum, sum tók stig til at dálka minni. – Høgni helt kanska ikki, at tað var so spenn­ andi í fyrstanni. Men tá hann sá, at tað loysti seg, fór hann eisini meira mið­ víst til verka. Stór minking Seinastu árini hava tey bæði búð í byggirokið, tí húsini hava verið um­ væld. Enn er nakað eftir, eitt nú køkurin. Men um­ vælingarnar hava eisini latið upp fyri at skifta út stóru orkuslúkarnar inn­ an hvítvørur, umframt at bjálva húsini betri. Og so hava vanabroytingar eis­ ini havt stóra ávirkan á minkingina. Tá vit hyggja eftir Sev­ rokningunum sein astu trý árini sæst, at tey hava fingið fitt av tús und krónu­ seðlum út gold nar síðst í árin um. Har umframt er mán aðar liga el­rokningin minkað úr 800 krónum niður í 300 krónur. Hugsa seg væl um Men tað er ikki alt. Sama tíðarskeið hava tey eisini spart olju, uttan tó at fara so íðin til verka, sum við streyminum, ið sum kunnugt er lættari at máta og rokna út, enn »svingandi« oljan – bæði í prísi og nøgd. Men á árs­ uppgerðini sæst, at tey eru farin úr 3.203 litrum í 2006 niður í 2.598 í 2009. Við dagsins oljuprísi á 6,20 liturin gevur tað eina sparing upp á umleið 4000 krónur hesi árini. Sostatt hevur tað loyst seg væl at hugsað seg um eina ferð eyka, áðrenn kon­ taktin ella radiatorurin verða tendrað. Fingið húshjálp Men hvat hava tey so brúkt allar hesar pengarnar til, for vitnast vit? – Vit hava ikki verið so nógv úti um okkum við pengunum. Men tað munar at hava fleiri hundrað krónur eyka um mánaðin, sigur Elin, og hugsar seg um eina løtu. Áh jú, forrestin – har var eitt, sum vit keyptu okkum. Ein robot dust­ súgvara fyri 2.500 krónur, sum vit tendrað um morg ­ unin, tá vit fara til ar beið is, og so er húsið avblást, tá vit koma heim. Hann stendur og løð ir um náttina, og brúkar ikki meira streym enn ein lítil far tele fon. So vit hava fingið eina fína húshjálp fyri peng arnar, stað festir Elin hugagóð. Rigmor@sosialurin.fo UMHVØRVI Lindenskov úr Havn hevur í fleiri ár roynt at livað so umhvørvisvinarliga sum til ber. Men seinastu trý árini hava hon og maðurin, Høgni Rasmussen, lagt seg eftir at koma á botn í dálkandi forbrúki. Og tað hevur loyst seg sera væl, bæði so og so...