mikudagur 7. apríl 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 7. apríl 2010
Sosialurin
nn Feita mátan
10 tiltøk frá Elin
1. Spariperur
Elin: Eg havi kannað marknaðin væl og virðiliga, tí tað finnast bæði góðar og minni góðar
perur í øllum prísklassum. Nógv bendir á, at prísur og góðska fylgjast. Nú havi eg funnið
nakrar, sum eg eri nøgd við. Eg skrivi datoin, tá tær verða settar í, á fatningin, so eg kann fylgja
við, hvussu leingi tær halda. Onkur hevur hildið í 10 ár.
2. Høvuðsavbrótari
Elin: Tá vit umvaldu húsini, fingu vit elektrikaran at installera eina høvuðskontakt á hvørjari
hædd, har til ber at sláa allan streym á hæddini frá og til í senn. Her er umráðandi at leggja
væl til rættis, til dømis so frystari og køliskáp verða undantikin. Hetta er gott, tá vit fara í
song, tí so er alt óneyðugt sløkt.
3. Klædnavask- og turk
Elin: Vit fylla altíð maskinuna og vaska við so lágum hita, sum til ber. Og so hava vit innrættað
ein gamlan hjall við klædnasnórum, umframt at uttandura snóratræið er gjørt høgligari.
Turki trumlan verður so gott sum ongantíð brúkt.
4. Spariskinnarar
Elin: Líkist einari forleingjaradós við fleiri stikkum
í. Perfekt til sjónvarps- og teldu-leidnings-kaos, har
tingini ofta standa frá ella á standby.
5. Reyða peran
Elin: Standby er ein klikkað funktión. Eg skilji ikki, hví tólini skulu vera tendrað, hóast eg havi
sløkt tey. Úrslitið er, at eg sløkki á vegginum, har tað ikki er spariskinnari.
6. Hvítvørur
Elin: Vit gjøgnumgingu allar hvítvørurnar og raðfestu nær tær skuldu skiftast út frá, hvussu
nógv tær brendu. Til dømis varð frystiboxin skift út við eitt minni frystiskáp. Nú eru allar
hvítvørurnar A-merktar og tað merkir, at tær brenna so lítið sum til ber.
7. Ljós
Elin: Í sambandi við umvælingarnar í húsinum, hava vit fingið ein glasútbygning á húsini.
Hesin gevur nógv ljós og góðan hita til øll húsini, tá sólin skínur. Hetta sparir okkum bæði ljós
og olju. Er tað kalt úti, lata vit bara hurðina aftur til útbygningin, so kuldin ikki sleppur inn.
8. Reingerð
Elin: Vit eiga næstan ongi vaskievni og brúka ikki heitt vatn til vanliga reingerð. Í staðin
brúka vit mikroklútar, sum vaska supervæl. Mikroklútar eru nokkso dýrir, men tað loysir seg
í longdini. Fáu vaskievnini, sum eru eftir í húsinum, hava øll umhvørvismerking.
9. Endurnýtsla
Elin: Eg keypti hesa kompostspannina niðri herfyri. Í
garðinum stendur ein kompostkassi, sum Dugni hevur
framleitt. Alt lívrunnið tilfar endar har, og verður til góða
mold til havan.
10. Hiti
Elin: Vit hava lækka innihitan. Fyri hvørt stig hitin minkar,
sparir tú 7 prosent av orkunýtsluni. Eisini ansa vit eftir ikki
at brúka ov nógv heitt vatn, til dømis er óneyðugt at skola
av, áðrenn tú setir búnýti í uppvaskimaskinuna. Eisini
hava vit bjálvað húsini so væl, sum til ber í sambandi við
umvælingarnar.
komin á botn
3 tey seinastu árini hava verið ein spennandi avbjóð
ing heima hjá Elin og teimum. Nú er bæði el og
olju nýtslan so lág, at hon valla verður lægri.
Mynd: Jens Kristian Vang