mikudagur 7. apríl 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
6
Sosialurin
Spariperur
til tín og mín
Danska brúkarablaðið Tænk hevur kannað 42 ymsar spariperur. Bert 6 perur stóðu royndina og verða mettar
liva upp til støðið á vanligum gløðiperum. So tað er umráðandi at vera úti um seg, tá spariperurnar skulu í hús.
TÆNK mælir FRÁ at keypa
spariperur av merkjunum
Bright og Pro-Light.
Megaman GSU111d, Dimmerable 11 W kann
setast í staðin fyri eina 40 W gløðiperu, inni og
úti. Sigst at kunna brúkast saman við ljósdempara.
Tolir ikki frost. Kúluskap.
Meting: 60%
Philips Tornado Turbo ESaver 20
W kann setast í staðin fyri 75 W
gløðiperu innandura. Snyrilsskap.
Meting: 67%
Philips Tornado Turbo ESaver
15 W kann setast í staðin fyri
60 W gløðiperu innandura.
Snyrilsskap.
Meting: 66%
OSRAM DULUXSTAR MINI Twist 11
W kann setast í staðin fyri 40 W
gløðiperu innandura. Snyrilsskap.
Meting: 67%
Hesar Komu gjøgNum Nálareygað:
Visti tú?
Ein 15W sparipera
svarar til eina 60W
gløðiperu.
Royn peruna í
handlinum.
Bíða í nakrar minuttir,
til peran er hitna og
lýsir við fullari megi.
Hav í huga, tá tú keypir
spariperur
• Hvussu sterka peru hevur tú brúk fyri?
• Skal ljóstónin vera sum dagsljós, heitt gult ljós ella annan
lit?
• Testa litin á ljósinum áðrenn tú keypir, um tað ber til
• Skal peran brúkast inni ella úti?
• Skal hon hava peruskap, stavskap ella sum ein snyril – tær
eru allar líka góðar.
Megaman LILIPUT, SLU114 14 W
kann setast í staðin fyri eina 40 W
gløðiperu, uttandura. Eisini í frosti.
Meting: 58%
OSRAM DULUX EL LONGLIFE
15 W kann setast í staðin
fyri eina 40 W gløðiperu,
inni og úti. Tolir ikki frost.
Stavformað.
Meting: 61%
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo