mikudagur 7. apríl 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
8
Sosialurin
Í veruleikanum er føroyski miðlaheimurin heimsins áttanda
undurverk. At hetta lítla økið við minni enn 50.000 íbúgvum
hevur ein fjølbroyttan miðlaheim á egnum máli -við tveimum
sjálvstøðugum blaðhúsum, fleiri smærri netmiðlum og einum
stórum almennum út- og sjónvarpið - er eitt mirakul, sum vit alt
ov ofta taka fyri givið.
Ein viðgerð av føroysku miðlunum má taka støði í hesi jaligu
staðfesting, men í sama andadrátti má glansmyndin eisini
kastast høgt upp í loft og smildrast í túsund pettir, tá hon
dettir niður aftur, tí undrið fáa vit ikki viðgjørt, og miraklið er líka
óviðkomandi sum ein Macdonalds í Múla, tá Múlabúgvar heldur
keypa sær nátturða í Burgerking í Havn.
Seinasta vikan hevur sjálvandi verið merkt av páskahøgtíðini.
Vit hava havt stilluviku, har eitt drúgt samgongustríð knappliga
varð krossfest og lagt í eina grøv, og vit vita í skrivandi stund ikki,
um eitt lík ella ein livandi messias rísur úr grøvini eftir páskir.
Í einum lítlum landi við lítlum miðlum fær alt frið á páskum -
eisini mál, sum ljóðaðu sum verðins undirgangur beint undan
páskaferiuni.
Gerandisdagar eru bløðini fylt við smátíðindum, sum vit longu
hava lisið á onkrum portali. Vikuskiftisbløðini eru tó eitt sindur
frægari, og nú vit fingu eitt eykalangt vikuskifti, væntaði eg eyka
spennandi vikuskiftisbløð.
Sosialurin hevði eitt hampuliga fjølbroytt vikuskiftisblað.
Men Dimma var næstan ein vanlig mikudagsdimma við einum
eykablaði um kirkjuklokkur. Ikki eitt ónt orð um kirkjuklokkur, men
eg saknaði eitt veruligt páskaPunktum.
Í okkara húsi er kringvarpið í harðari kapping við útlendskar
sjónvarpstøðir. Quisturin leygarkvøldið við kiksaðum jinglum
og líka so føstum siðum sum hálvfemsáraføðingardagurin
hevði tí ongan kjans ímóti temakvøldi á DR2 við enskum
presti á pílagrímsferð millum hindumunkar við appelsingulum
hálsbondum og dinglandi undirstellum.
Eg sá ikki Refleksjón fyrr enn á netinum páskadag, og tá
virkaði prátið rættiliga langafríggjadags-deyðligt. Til tíðir er
tað alt ov týðuligt, at sjónvarp krevur meira enn útvarp. Meðan
Eygsjón, Skannarin, Vitan og Perspektiv flóta og kveikja, so eru
sjónvarpsprátini mangan so tung og pappírsbundin, at man ikki
kann lata vera við at hugsa, at kanska er sjónvarpsframleiðsla í
kvf líka utopisk og óneyðug sum Macdonalds í Múla.
Miðlar
Dorit Hansen
dorithansen4@gmail.com
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Næstu ferð skrivar Dagfinn Olsen
Meðan kirkju
klokkur jingla
Vilmund Jacobsen
Í løtuni hevur dóttirfelagið
hjá MEST, Pam Offshore,
onga avtalu og ongan mann
í Noregi. Tá mest hevur verið
at gjørt, hava einir 85 mans
arbeitt fyri felagið í Noregi,
men hin 25. mars í ár komu
seinastu menninir, sum vóru
eftir har yviri, heim til Føroya
og fara ikki avstað aftur ñ
fyribils. Tá talið av monnum
hevur verið størst í ár, hava
einir 60 mans verið knýttir at
virksemi hjá Pam Offshore í
Noregi.
– Vit hava fingið at vitað,
at vit skulu frætta so skjótt
sum gjørligt, men í løtuni er
alt óvist, hvussu verður við
nýggjum
sáttmálum,
sig
ur elektrikari, sum hevur
arbeitt fyri Pam Offshore
sein astu árini.
Hann vísir á, at vónirnar
um at fáa nýggjar sáttmálar
fyri elektrikarar og smiðju
arbeiðarar uppi á landi eru
smáar í løtuni.
– Tí er føroyski veitarin
eisini farin at venda eyguni
móti boripallum, sum standa
fyri góðkenningum, ið til
sam ans fara kosta miljardir í
við líkahaldi og krøvum.
Men at sleppa framat í
off shore vinnuni er ikki bara
sum at siga tað, og skalt tú
arbeiða á boripalli, er neyð
ugt við skeiði, áðrenn tú
yvir høvur sleppur út á ein
boripall.
– Vit eru tí nakrir, sum
hava fingið møguleikan at
sleppa á skeið hjá Falch Nutec
í Stavanger í næstu viku.
Hetta er eitt grundskeið, sum
varar í fýra dagar ñ frá týs
degnum komandi til og við
fríggjadagin. Skeiðið gevur
okkum møguleikan at sleppa
út á boripall at arbeiða.
Ikki allir
Elektrikarin, sum Sosialurin
hevur tosað við, sigur, at
teir eru fegnir um hendan
møguleika, har Pam Offshore
rindar ein stóran part av
útreiðslunum.
– Vit verða einir 20 mans
ella fleiri, sum nú fara yvir,
og vit skilja væl, at onkrir,
sum hava arbeitt fyri felagið
í Noregi, eru harmir um, at
møguleikin ikki eisini stend
ur teimum í boði. Hin vegin
kunnu aðrir eisini fara á
skeiðið, men tá mugu teir
rinda kostnaðin sjálvir.
Enn hevur Pam Offshore
ongan sáttmála fingið um
arbeiði á boripallum, og tí
heldur felagið seg helst ikki
kunna gera alt ov stórar
íløgur í nakað, tey enn ikki
hava vissu fyri.
Elektrikarin vísir á, at
eru vit ikki til reiðar, tá
møgu leikin
býðst,
slepst
heldur ikki út á boripallar at
arbeiða.
Hann vísir á, at menn,
sum hava arbeitt fyri Pam
Offshore í Noregi, fleiri ferðir
hava borið upp á mál at
sleppa á skeið, so teir eru til
reiðar, um og tá møguleikin
býðst.
– Nýggj lógarkrøv eru sett
til boripallar, har olju feløg
noyðast at gera miljarda
íløgur fyri at fáa kravdar
góð kenningar upp á pláss, og
sum eg havi skilt, skulu hesi
arbeiði bjóðast fyri summar
frítíðina. Tað er her, at Pam
Offshore liggur framvið at
sleppa uppí part, sigur elek
trikarin.
Ikki fyri bakka
Hann heldur tað vera sera
umráðandi, at tað um mæli
og álit, sum Pam Off shore
saman við sínum arbeiðs
fólki hevur bygt upp í Nor egi,
ikki fer fyri bakka og harvið
møguleikin hjá før oysk um
elektrikarum
og
maskin
arbeiðarum at tjena valuta
úr útlandinum til Føroya.
Vit hava gott orð á okk
um í Noregi, bæði hjá Aker,
men eisini hjá eitt nú Statoil,
og skulu vit fyrireika okkum
til eina føroyska oljuvinnu,
eru tey fólk, sum hava arbeitt
fyri Pam Offshore í Noregi,
gull verd fyri eina slíka
vinnu,
sigur
elektrikarin,
sum Sosialurin hevur tosað
við.
aki@sosialurin.fo
Pam Offshore hevur
einki fólk eftir í Noregi
Pam OffshOre - Tað er sera umráðandi, at tað ummæli og álit,
sum Pam Offshore saman við sínum arbeiðsfólki hevur bygt upp
í Noregi, ikki fer fyri bakka og harvið møguleikin hjá føroyskum
elektrikarum og maskinarbeiðarum at tjena valuta úr útlandinum
til Føroya, sigur elektrikari, sum Sosialurin hevur tosað við
- Nýggj lógarkrøv eru sett til boripallar, har oljufeløg
noyðast at gera miljardaíløgur fyri at fáa kravdar
góðkenningar upp á pláss, og sum eg havi skilt, skulu hesi
arbeiði bjóðast fyri summarfrítíðina, sigur elektrikari,
sum í fleiri ár hevur arbeitt fyri Pam Offshore í Noregi
Fakta um:
Pam Offshore Service
Felagið er stovnað við tí endamáli at veita tænastur til frálandavinnu. Endamálið er eisini at útbúgva og
menna fólk til eina komandi frálandavinnu í Føroyum. Virksemið er rættiliga skiftandi. PAM hevur havt
elektrikarar, sveisarar, verkfrøðingar og hjálparar í oljuvinnuni Noreg. Á skrivstovuni leiðbeinir felagið, um
fólk hava fyrispurningar um felagið.
Vit eru nakrir, sum hava fingið
møguleikan at sleppa á skeið hjá
Falch Nutec í Stavanger. Hetta er
grundskeið, sum varar í fýra dagar.
Skeiðið gevur okkum møguleikan at
sleppa út á boripall at arbeiða
ElEktrikari