Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 7. apríl 2010 Sosialurin Vilmund Jacobsen Frithleif Olsen, stjóri í MEST, sum eigur og rekur Pam Offshore, váttar, at dóttirfelagið í løtuni ongan sáttmála hevur í Noregi og tískil heldur ikki hevur nakað fólk har yviri. Hann sigur, at felagið alla tíðina liggur framvið at gerast part­ ur í avtalum um virksemi av slíkum slagi, sum felagið hevur verið við í gjøgnum hesi mongu ár, men ásannar, at í løtuni eru møguleikarnir á landi avmarkaðir. – Í flestu førum hava vit verið við sum partur av stóru Aker­fyritøkuni í Nor­ egi og hava soleiðis verið undirveitarar hjá felagnum í ym iskum verkætlanum, sigur hann. Út á hav Stjórin vísir á, at nú virk­ semið á landi, sum Pam Off­ shore hevur verið partur av, er minkað og ikki er meiri enn til tey fólk, sum høvuðs­ felagið hevur, er dótt ir­ felagið hjá MEST farið at fyrireika seg til at fara í off­ shore vinnuna at leita eftir møguleikum. Eins og elektrikarin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, standa fleiri boripallar fyri stórum yvirhálingum. – Vit fara tí at senda nakr­ ar av teimum monnum, sum hava arbeitt hjá okkum, til Noregs á grundskeið í kom­ andi viku. Hetta skeiðið er minsta krav, ið sett verður til arbeiðsfólk, sum fara út á boripallar at arbeiða. Frithleif Olsen sigur, at í fyrsta lagi fara einir 20 mans til Noregs. – Vit høvdu sjálvandi ynskt, at talið var enn størri, men við ongum sáttmála í løtuni kunnu vit ikki bjóða øll um, sum hava arbeitt hjá okk um, á skeið. Stjórin í MEST sigur seg vóna, at Pam Offshore í næst um kann vísa á, at fel­ agið hevur okkurt at bjóða monnum, sum hava ar beitt fyri felagið og sum fram­ vegis ynskja at arbeiða fyri felagið. – Men í løtuni hava vit einki til teir menn, sum hava arbeitt fyri okkum í Noregi, og enn hava vit onga vissu fyri, nær nýggir sáttmálar eru undir landi, sigur Frithleif Olsen, stjóri í MEST. Møguleikar Dagligi leiðarin á Pam Off­ shore, Anja Jacobsen, sigur, at skeiðið, sum hesir umleið 20 menninir nú fara á í Stavanger, er at meta sum eitt »koyrikort«, sum er minsta krav hjá teimum fyri at sleppa út á boripallar at arbeiða. – Vit síggja møguleikar í at gerast undirveitarar, nú fleiri boripallar skulu upp­ graderast. Skulu okkara fólk koma upp á tal sum partur at hesum virksemi, mugu vit gera okkum til reiðar, og tí senda vit nú hesar menn á skeið, sigur Anja Jacobsen, sum annars vísir á, at Pam Offshore hevur samband við fleiri feløg um at gerast undirveitarar innan el og ymiskt smiðjuarbeiði, sum eitt nú rør­ og sveising. vilmund@sosoialurin.fo Tey gomlu spæla Wii Nintendi Wii verður helst fast inventar á donskum røktarheimum í framtíðini. Fleiri røktarheim í Danmark hava góðar royndir av at geva teimum gomlu tilboðið at spæla Nintendo Wii. At spæla tennis ella at bovla stimbrar vøddar og sál. Og so hava tey tað eisini stuttligt saman. Sum fyrsta sjúkrahús í Danmark bjóðar sjúkrahúsið í Kolding nú innløgdum sjúklingum at spæla Nintendo Wii. Listakvinnur í Smiðjuni Hósdagin letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Annika A. Gregoriussen, Kari Roarsdóttir og Durita Flóvinsdóttir sýna fram verk komandi dagarnar. Verkini, sum vera við á framsýningini, eru sera ymisk. Listaframsýningin letur upp hósdagin kl. 17, og tá spæla Leivur Thomsen og Kolbein Simonsen. Framsýningin er opin fram til týsdagin. Vit síggja møguleikar í at gerast undirveitarar, nú boripallar skulu uppgraderast. Skulu vit koma upp á tal, mugu vit gera okkum til reiðar Av lAndi út á hAv - Í løtuni hava vit einki til teir menn, sum hava arbeitt fyri okkum í Noregi, og enn hava vit onga vissu fyri, nær nýggir sáttmálar eru undir landi, sigur Frithleif Olsen, stjóri í MEST Mynd: Jens Kr. Vang Pam OffshOre Virksemið í Noregi, sum Pam Offshore hevur verið partur av, er minkað, og nú leitar dóttirfelagið hjá MEST eftir møguleikum at sleppa út á boripallar at arbeiða, nú fleiri av hesum skulu uppgraderast