mikudagur 7. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
10
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Gongdin er heilt týðilig: Før oyingar
drekka minni og minni av sprutti.
Men so er sølan av víni vaksin
ístaðin fyri.
Elsa
Maria
Olsen,
stjóri
í
Rúsdrekkasølu Landsins er ikki í
iva, at drekkimynstrið í Føroyum er
við at broytast.
Men tað er eisini í fullum
samsvari við endamálið hjá Rúsuni,
sigur hon.
– Okkara endamál er avgjørt
at broyta drykki van arnar, so at
rúsdrekka ikki bara verður keypt
fyri at virkningum, men heldur fyri
njótilsi, sigur hon.
Drekka nógv minni
At drykkjuvanarnir broytast, slóð
rættiliga ígjøgnum í heyst, táið
prísirnir hækk aðu.
Serliga
bleiv
spruttið
nógv
dýrari, samstundis sum vín og øl
bara dýrkaði eitt lítið vet.
Tað er heilt týðiligt, at hend-
an
hækkingin
hevur
tálm að
rúsdrekkanýtsluni mun andi.
Rúsdrekkasølan hevur ikki havt
stundir at dagføra tey nýggjastu
hagtølini.
Men Elsa Maria Olsen sigur, at
verður hugt eftir trim um teimum
fyrstu
árs fjórð ingunum
í
fjør,
var sølan eitt lítið vet hægri enn
hon var í trimum teimum fyrstu
ársfjórðingunum í 2008.
Vøksturin var 0,66%.
Men verður hugt eftir nýtsluni
í seinasta ársfjórð ingi í fjør, varð
sølan minkað stívliga eitt prosent
aftur ímóti síðsta ársfjórðingi í
2008.
Men verður sølan í januar og
februar í ár samanborin við januar
og februar í fjør, er minkingin enn
størri.
– Í januar og í februar í ár, er
samlaða sølan minkað eini 5%-6%
aftur ímóti í sama tíðarskeiði í fjør.
Serliga
er
tað
nýtslan
av
brennivíni, sum er munandi minkað
síðani prísurin varð hækkaður í
heyst minkað samstundis sum um
at sølan av víni er vaksin eitt lítið
sindur.
Tølini eru ikki klár enn, men
stjórin metir, at brenni vínssølan er
minkað eini sjey, átta prosent teir
báðar fyrstu mánaðirnar í ár aftur
ímóti sama tíðarskeiði í fjør.
Fegnast um gongdina
Elsa Maria Olsen sigur, at tað er ein
tilvitaður og miðvísur politikkur
hjá Rúsuni at minka um nýtslun
av rús drekka og tí fegnast hon um
gongd ina.
– Gamla drykkumentanin í
Føroyum er at drekka fyri at fáa
kenning. Mangan er talan um eina
kjallaramentan, har fólk drekka
í einsemi og ongin varnast, at
ein trupulleiki er til staðar,
fyrrenn fólk eru komin á
glíðibreytina.
Tað er hendan hugburðin
til rúsdrekka, sum Rúsan
roynir at broyta.
– Í Rúsuni royna vit at
menna eina góða drykki-
mentan, har tað ikki bara
ræður at drekka seg skít, men
har drykkjuvørurnar í størri mun
verða tengdar sam an við góðum
mati og njót ilsi.
– Tí er tað fult út í samsvari
við okkara endamál, at sølan av
brennivíni minkar og sølan av víni
veksur, sigur Elsa Maria Olsen.
Tá ið Rúsan hækkaði prísirnar
í heyst, dýrkaði ein fløska av
brennivíni ímillum 11 og 12
krónur, ein fløska av borðvíni
dýrkaði 75 oyru, ein øl við
gullstyrki dýrkaði 33 oyru og ein
veik øl dýrkaði seks ella sjey oyru
Hóast sølan av brennivíni
er í afturgongd, er tað fram-
vegis nógv tann størsti
part urin av søluni í rúsuni.
Sølan av sprutti er fram-
vegis 60% av allari søluni
hjá Rúsuni og tað er eisini
tann sølan, sum gevur nógv
størstan vinning.
Vinningurin hjá Rúsuni
av at selja sprutt er 45% fyri
hvønn litur av alkoholi, altso
tá ið spruttið er umroknað
til 100% alkohol.
Tá ið sølan av sprutti fell-
ur, hevur tað sostatt eisini
stóra ávirkan á vinningin
hjá Rúsuni.
Tí er tað tórført hjá okk-
um at liva upp til kravið frá
politiska myndugleikanum
um, at vit skulu hava eitt
ávíst avlop.
– Tað hava vit klára væl,
sigur Elsa Maria Olsen,
stjóri í Rúsuni
Myndugleikarnir kravdu
í 2009, at vit skuldu hava 11,8
milliónir, men í ár var kravið
frá politiska myndug leik-
anum, at vit avlopið skuldi
hækkast upp í 16,8 milliónir,
tað ein vøkstur upp á 47%
- 48%.
– Tað verður ein tórfør
uppgáva at hækka avlopið
fimm mlliónir, tí tíðirnar
eru ringar og samstundis
hevur
príshækkingin
í heyst havt sera stóra
ávirk an við tað, at sølan er
minkað.
– Í góðum tíðum hevði
príshækkingin helst ført
til hægri vinning, men í
ringum tíðum førir hon til
minni sølu og minni vinn-
ing.
Eisini landsstýris mað-
ur in í fíggjarmálum hevur
ásann að, at tað verður
tórført hjá Rúsuni at liva
upp til avlopskravið og tí
hevu r hann lækkað tað.
Í frágreiðingini, hann
legði fyri Løgtingið í sam-
bandi við uppskotið um
fíggjarkarmin fyri næsta
ár, staðfestir hann, at prís-
hækkingin í heyst hevur
tálman nýtsluni so nógv,
at at inntøkurnar als ikki
eru øktar samsvarandi. Tí
verður neyðugt at lækka
avlopskravið upp á 16,8
milliónir, niður í 14,8 millión-
ir krónur um árið.
Rúsan Síðani Rúsan hækkaði prísirnar í heyst, er sølan
nógv minkað og serliga er sølan av sprutti minkað munandi.
Vit royna at læra føroyingar at drekka minni sprutt og
heldur at njóta vín og øl, sigur stjórin í Rúsuni
Føroying
Fara burt
sprutti
Nógv mest
brennivín
Brennivínið dýrkaði mest
Hesi seinastu árini hevur
Rúsan ført ein miðvísan
politikk við tí endamáli at
tálma nýtsluna. Tað verður
gjørt á trimum økjum:
Atkomuligheitini, prísinum
og hollari upplýsing og
ráðgeving til viðskiftafólk.
Og hetta hevur borið
frukt, tí hesi síðstu árini
hevur miðalstyrkin á tí,
sum Rúsan selur, verið
støðugt fellandi, sigur Elsa
Maria Olsen, stjóri.
Seinastu
fýra
árini
hevur miðalstyrkin í tí, sum
verður selt í Rúsuni, verið:
2006: 12,11%
2007: 11,80%
2008: 11,74%
2009: 11,72%
Hetta tekur stjórin í rúsini
sum eitt greitt prógv um,
at tálmingarherferðin hjá
Rúsini eydnast.
aki@sosialurin.fo
Miðal-
styrkin
fellur
Sølan av brennivíni er
munandi minkað