Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. apríl 2010 Sosialurin Tað fer ikki at elva til størri rúsdrekkanýtslu, at Rúsan í næstum eisini fer at hava opið leygardagar. Tað heldur Elsa Maria Olsen, stjóri. Hon sigur, at Rúsan hevur til endamáls at tálma nýtsluni og tað verður gjørt upp á tríggjar mátar: 1: Atkomuligheit: Rús­ drekka er bara at fáa í einum handli. Tað merkir, at tann, sum vil hava rúsdrekka, skal gera eitt tilvitað val og fara í Rúsuna at keypa. Hin vegin verður ongin verð ur brádliga freistaður at keypa rúsdrekka av at síggja drykkjuvørur á eini til vlid arligari handilshyll. 2: Prísurin: Í Føroyum er prísurin á rúsdrekka høgur. Í veruleikanum er hann millum teir avgjørt hægstu í Norðanlondum. 3: Upplýsing og ráð gev­ ing: Ein týðandi partur av virkseminum hjá Rús uni er at upplýsa og ráðgeva viðskiftafólk um drykkju­ vørur, ikki minst í sambandi við at seta rúsdrekka av ymsum slagi og mat sam­ an. Og tað er her, at møgu­ leik in at hava opið leygar­ dag, spælir ein leiklut. – Hyggja vit eftir at ferð­ ini hjá okkara viðskiftafólki, síggja vit, at tey, sum keypa sær okkurt at drekka aftur­ við einum góðum bita eitt vikuskifti, koma øll í Rús­ una í nakrar fáar tímar seinna partin fríggjadag. – Í okkara strongda ger­ an disdegi er tað mangan ein asta tíðin, har stundir yvir høvur eru at koma í Rús una, sigur Elsa Maria Olsen. Men tá hevur starvs­ fólkið so nógv at gera at sita við kassan og við at fylla hyllarnar aftur so hvørt, at alt ov lítil orka er til at ráðgeva og upplýsa við skiftafólkið. Tí væntar stjórin, at við at hava opið leygardagar, fer ein partur av tí stóru innrásini fríggjadagar, at verða flutt yvir til leygar­ dagin og sostatt fær starvs fólkið munandi betri um støður at ráðgeva og upp lýsa viðskiftafólkið um drykkjuvørurnar og um saman setingar ímillum drykkju vørur og mat. Ikki opið enn Enn er ikki avgjørt, nær Rúsan fer at hava opið leyg­ ar dag. Men talan er um vítt­ fevnandi broytingar hjá starvs fólkinum og tað krev­ ur, so tað ganga nakrar vik­ ur, áðrenn vit sleppa í Rús­ ina leygardagin. – Hinvegin vænti eg ikki, at sølan fer at økjast, serliga tá ið havt verður hugað, at prísurin er so nóv hækk­ aður í heyst. At hava opið leygar dag, førir eisini fleiri starvs fólka­ útreiðslur við sær. Fara tit at seta prísin enn longur upp fyri at vinna tær út­ reiðslurnar innaftur? – Tað dugi eg ikki at siga, tí tað hava vit ikki mett um enn, sigur stjórin. gar tur Frá endamálið - Okkara endamál er avgjørt at ala fram eina sunnara drykkjumentan, har fólk ikki bara fara eftir virkninginum, men heldur eftir njótilsinum Mynd: Jens Kristian Vang Leygar - dagurin fer ikki at økja nýtsluna Stjórin í Rúsuni stúrir ikki fyri, at fólk fara at drekka verri fyri tí um Rúsan fer at hava opið leygardag