Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 12 Sosialurin Kjak So kom næsti spurningur, og úrslitið av honum kunnu vit øll taka við læru av. Næsti spurn ingur ljóðaði nemliga: Hvør vil geva ein tíma frá síni egnu lærugrein til køk? Nýtist mær at fortelja tykk­ um, um køkslærarindan fekk sín triðja tíma? Øll vilja bara hava, ongin vil geva frá sær. Soleiðis er eisini hjá okkum í dag. Stuðul her og har og allastaðni, og ongin hugsar um, at tá ein fær stuðul, so er tað ein ann­ ar, ið má gjalda. Í síðsta enda eru tað vit øll, ið gjalda alt. Landið, altso vit øll, skal út at læna fyri at klára allar útreiðslur, bæði neyðugar og óneyðugar. Tað er ikki um­ hugsið, tí at læna til forbrúk er forkastiligt og hevur ongan enda. At onnur lond eru kom­ in út í óføri og hava stórt hall er ongin umskyldningur hjá okkum eisini at gera tað. Er ikki ætlanin, at vit skulu klára okkum sjálvi? Loysing og yvirtøkur fyri læntan pen­ ing ljóðar ikki gott. Sandoyingar hava ikki ráð til at reka eitt bókasavn, ið teir hava fingið ókeypis, og teir koyra allan lort í teirra prýði, Sandsvatn, tí teir hava ikki ráð til at gera kloakkina. Fyrst helt eg tað vera skomm, men tað er ein ærlig sak, at man ikki hevur ráð (at onkur so gevur hinum, altso okkum, skyldina, tað er sjálvandi nak að svínarí). Er landið ikki í somu støðu sum Sands kommuna? Vit hava ikki ráð til ALT, vit hava bert ráð til nøkur ting, og vit noyðast at prioritera. Harí ligg ur uppgávan hjá politik­ ar unum, at syrgja fyri, at samfelagið verður rikið á for­ svarligan hátt og at fordeila sól og vind líka, so ongin mis­ munur verður gjørdur. Samfelagssinni er eitt orð, ið er ókent í løtuni, og tey, ið tosa um nýval, vísa ikki ábyrgd móti okkum øll um, men hugsa bert um seg sjálv­ an. Tað átti at verið sum tá ein nýggjur pávi skal veljast: »Ongin sleppur út, fyrr enn ein loysn er funnin!« Allir skulu vera við, »Lyfta í felag«, sum tað so vakurt eitur. Tað er tað, teir eru valdir til. Onki skuldi itið »val í ótíð«. Eg eri heilt vís í, at so høvdu teir fólkavaldu noyðst at funnið eina loysn uttan samstundis at hugsa um ein kanska stund andi valkamp. Tað einu ferðina her, tá Fólkaflokkurin ikki vildi vera við meira, tí tey vildu spara meira á tí almenna, væntaði eg (hevði í løtuni gloymt mína læru um politikk), at ein av teimum segði: »Fínt, eg stongi mítt aðalráð, leggi tað saman við einum øðr­ um, sostatt spara vit xxx milliónir.« Tað er ikki so langt síðani, at øll vóru eftir tí eina heilsumálaráðharranum, tí hon ongan pening hevði og mátti spara, meðan hin heilsumálaráðharrin ferð­ að ist um landið og hevði ov­ mikið at deila út av. Tað er ikki rættvíst. Tað allarstørstu almennu sparingina høvdu vit fing­ ið við at hálverað tingið, og sostatt bert havt 17 løg­ tings mannalønir og bert 17 lívspensiónir at goldið út í tey næstu mongu, mongu árini (og allahanda frynsagóðar, ikki at forgloyma). Tingsal­ urin er alíkavæl sum oftast hálv­ ella heilt tómur, so tað hevði ikki gjørt tann stóra munin. Ná, men út frá míni læru um politikk, kunnu vit skjótt avgera, hvat verður av tí. Har er nógv at spara, og hetta er kanska eitt evni, ið vit borgarar áttu at kravt lagt út til fólkaatkvøðu. Tá talan var um eitt ella fleiri valdømir, segði ein løg­ tingsmaður, at løgtings menn verða valdir út frá tí arbeiði teir gera, og ikki hvar teir búgva. So satt sum tað er sagt. Dugi við mínum besta vilja ikki at skilja nakað argument fyri fleiri valdømum. Hví skal ein suðuroyingur í Suðuroy ikki sleppa at velja ein klaks­ víking í Havn? Skamm fái tann, ið vil nokta okkum at velja tann persónin vit ynskja, líka mikið hvar hann ella tú og eg búgva. At tað er annarleiðis í øðrum londum, er onki argument fyri nakað sum helst. Hava tit gloymt tann hámetta føroyska leist in, ið alt skuldi skerast eftir, sum vit dag og dagliga hoyrdu um fyri fáum árum síð ani? Hann verður kanska bert tikin fram, tá hann er til fyrimunar. At tað ikki má henda, at bert fólk úr Suður­ streym oy verða vald á ting, er fornermisligt móti Suðurstreymoyar borg­ ar um. Sum um tað er ein brotsgerð at búgva í okkara høvuðsstaði, ið júst liggur í Suðurstreymoy. Eru fólk har minni góðir føroyingar, ið ikki duga at hugsa um landið sum eina heild? Mítt ynski fyri okkum øll er, at vit hava færri fólk á tingi, og at týdningarmiklar avgerðir, sum venda um upp á okkara lív og lagnu (og harvið okkara heilsu), verða lagdar út til okkum øll at av­ gera. Á, den politikkur! Hesir seinastu dagarnar minna meg á ein lærarafund fyri nøkrum árum síðani, har køkslærarindan ynskti at fáa ein tíma meira, so at hon hevði tríggjar tímar tilsamans um vikuna, tveir til at gera mat í, og ein til teoriundirvísing. Jú, tað var so rímiligt, sjálvandi, og øll atkvøddu fyri. Eg síggi soleiðis upp á tað, at vit hava 33 lokalpolitikkarar á Føroya Løgtingi, men bara tann eini roynur, at arbeiða fyri undirsjóartunnili til Sand oynna. Vit høvdu tveir, sum arbeiddu fyri føstum sambandi til meginøkið, men so bleiv valskipanin broytt. Valskipanin skuldi gera, at vit fingu minni lokalpolitikk í landspolitikkinum, men tað er heldur vesnað. Ongantíð hevur verið so nógvur lokal­ politikkur í Løgtinginum sum nú, so eg dugi ikki at síggja nakað jaligt við nýggju valskipanini. Tann 5. des. 2007 var ein søguligur dagur fyri Sand­ oynna, hildu vit, tá ið 23 av okkara fólkavaldu samtyktu lóg ina um fast samband um Skopunarfjørð. Øll, sum búgva í Sandoynni ella hava nakað við Sandoynna at gera, gleddust um hetta. Sand oyggin var við at gerast ein partur av føroysku tjóð­ ini, men skjótt máttu vit tó sanna, at vit vóru skotin aft­ ur í steinøldina. Heili 15 av teimum, sum vóru við til at samtykkja lóg­ ina, um fasta samband um Skop unarfjørð, sita antin á Føroya Løgtingi ella sita í Landstýrinum. Vit hoyra ikki nógv til hesi, sum samtiktu lógina um fast samband. Er hetta orðloysi upp á nógvar mátar? Sandoyggin er blivin eftir­ bátur upp á allar mátar hesi seinastu árini, tí tann størsti parturin av landinum er nú bundin saman. Sandoyggin er avskorin frá sambandi við umheimin næstan ein triðing av døgninum, frá kl. 23:05 á kvøldi til kl. 6:45 á morgni gerandisdagar og uppaftur longri aðrar dagar. Sambandi, ið vit hava er alt ov vánaligt og óálítandi, tí tað kan liggja við kai í heilum. Teistin kann ikki nýtast til annað enn, at vera seldur sum gamalt jarn. Ja, við Teistanum spardi ein seg so dyggiligani eftir reyv. Vinnulívið í Sandoynni hevur ikki somu kappingar­ møguleikar, sum vinnulívið hevur aðrastaðni í landinum. Hetta plagar vanliga, at vera kalla kappingaravlagandi, men tað verður ikki nógv tosa um. Tey, sum starvast og lesa aðrastadni enn í Sand oynni, men búgva í oynni brúka nógva tíð til at bíða, sum kundi veri nýtt til annað. Fólki í Sandoynni hevur heldur ikki somu møgu leikar til, at gera brúk av tí, sum fyriferst av mentunartiltøkum o.ø. til­ tøk um norðan­ ella sunna­ fjørðs. Sandoyggin hevur altíð veri útjaðari í Føroyum, men seinastu árini er hon blivin enn meira útjaðari. Tí stórir partar av landinum eru bundnir saman, men Sandoyggin er aftur úr sigld av hesum sama. Seinasta 25 árini er fólkatali í Sandoynni minka frá 1685 fólkum 1. jan. 1985 til 1391 fólk 1. jan. 2009, tað vil siga ein minking í fólkatalinum við næstan 300 fólkum. Flestu før oyingar høvdu somu samferðslumøguleikar fram til 2002, men tá ið sam­ ferðslumøguleikarnir eru so nógv verri í Sandoynni enn aðrastaðni. Tí skal tað vera løgi, hvis ikki fólkatali í Sandoynni næstu 25 árini, kemur at minka nógv meira, enn tað er minka tey undanfarnu 25 árini. Um Sandoyggin skal hava nakra framtíð, so má nakað henda beinanvegin. Á Føroya Løgtingi eigur Sandoyggin ikki nógvar vin ir sum tað sær út. Tí má oyggjafólki og vit onnur, sum hava røtur í oynni, stríðast fyri, at okkara elskaða oyggj skal hava lívið laga. Polit­ iskt kegl má leggjast til viks, so at arbeiðast kann fyri føstum sambandi um Skopunarfjørð. Tí politiskur løtuvinningur gagnar ikki Sandoynni, men bara tí einstaka persóninum eina stutt stund. Latum okkum tí standa saman fyri, at vinna Sandoynni framtíðina hon hevur uppiborna. Jonna Justinussen Sandoyggin eigur ongan góðan Fríðleif Lydersen