mikudagur 7. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 7. apríl 2010
Sosialurin
Ungmannafelagið Samband
tekur fult undir við at lata
Rúsdrekkasølu Landsins halda
opið leygardag. Vit meta, at
slíkt er við til at vaksa um
trivnaðin og tilvitanina hjá
ungdómum til rúsdrekka.
Fráboðan frá
Ungmanna
felagnum
Samband
Ungmannafelagið Samband
sær hesa kunngerð sum
eina uppgerð við tað søgu
liga maktkumpassið, so at
tað ikki longur eru minni
lutabólkarnir, sum stýra
meirilutanum í hesum sam
felagnum.
Lættari atgongd elvir
til meira tilvitan
Tað, at føroyingar nú ein
leygardag kunnu avgera,
um tað skal verða vín
afturvið matinum, ella um
ein ætlar sær í býin, er eftir
okkara meting eitt stórt
framstig fyri Føroya fólk
og ikki minst føroyskan
ungdóm.
Hetta vil gera fólk og
ungdóm annars fríari at
velja. Velja, hvussu tørvurin
skal nøktast. Tað er sera
týdningarmikið, at vit sum
samfelag ikki seta forðingar,
ið kunnu verða við til, at
vit missa fólk av landinum.
Her hugsa vit bæði um at
fáa fólk heim og komandi
ungdóm heimaftur.
Røddir
hava
verið
frammi, at hetta vil hava
við sær, at fleiri misnýtarar
standast av hesum, men
hesum er Ungmannafelagið
Samband ikki samd í. Heldur
vil hetta viðføra, at fólk og
ungdómar fáa eina meira
avslappaða
tilgongd
til
rús drekka, og harvið fylgir
eisini ein størri tilvitan um
fylgjurnar av ovurnýtslu og
viðgerðarmøguleikar.
Ungmannafelagið Sam
band heldur, at við at gera
rúsdrekka minni tabu, so
fáa vit eisini í størri mun
varpað ljós á viðgerðir til
tey, ið enda í trupulleikum.
Minnilutar stýra
meirilutum, og tað
hava teir altíð gjørt
Harafturat sær Ung manna
felagið hesa broyting sum
eina uppgerð við gamla
siðvenju, sum hevur valdað
í Føroyum. Vit hava í alt ov
langa tíð funnið okkum í,
at tað eru minnilutar, sum
rópa harðast, sum sleppa
í fjølmiðlarnar og harvið
køva demokratiið.
Tað er okkara greiða
fatan, at hetta er eitt ynski,
sum ein stórur meiriluti
av Føroya fólki kann taka
undir við, og tí halda vit,
at hetta er eitt gylt høvi at
siga teimum minnilutum,
sum ætla, at kunngerðin
skal takast aftur, at nú vil
meirilutin hava valdið í
hesum landinum. Vit hava
sæð tað í 266b og síggja
tað aftur við hesari kunn
gerðini, at ávísir bólkar í
samfelagnum átaka sær tað
sum uppgávu at forða fyri
fríari valmøguleikum hjá
einum meiriluta. Nú skal
meirilutin fáa minnilutan
at tagna, og Føroya fólk
skal, í so stóran mun sum
gjørligt, sleppa at keypa
rús drekka, tá tey vilja.
Ætlanin er, at nýggi depilin
skal liggja framman fyri
Landssjúkrahúsið. Á tann
hátt koma øll, sum skulu á
sjúkhúsið inn gjøgnum somu
hurð. Tað sama, um tørvur er
á skurðlækna, jarðamóður
ella psykiatara. Ivist ikki í,
at hetta fer at skapa størri
opinleika um sálarsjúku og
niðurbróta verandi tabu í
enn størri mun.
Hópurin
av
eldsálum
starv ast í psykiatriini, og
eing in ivi er um, at serliga
hesar eiga tøkkina fyri, at
psyki atriin í dag er so fram
komin og vælvirkandi, sum
hon er í Føroyum.
Karráð telving?
Sjálv kólnaði eg um hjartað,
tá eg undir orðaskiftinum í
tinginum fataði, at dysturin
nú var um, hvar nýggi psyki
atriski depilin skuldi vera –
soleiðis reint fysiskt.
Karráða telvingin í fíggj
ar nevndini, har upp skotið
nú skal viðgerast, má ikki
for koma ætlanunum. Vit
hava so mangan upplivað,
at tað ikki eru skynsamastu
grundgevingarnar, sum eru
tær avgerandi – men heldur
meiningin hjá ávísum fíggj
ar nevndarlimum ella lokal
politikkur, sum verður hin
avgerandi.
Hugburðurin hjá summum
undir orðaskiftinum var, at
tað kundi gera tað sama, um
psykiatriski depilin var undir
liðini á Landssjúkrahúsinum,
Klaksvíkar
Sjúkhúsi
ella
Suðuroyar Sjúkhúsi.
Er tað so einfalt?
Skiji væl, at øll fegin vilja hava
eini 120 eyka arbeiðspláss.
Men er tað so einfalt? Hvat
sigur serfrøðin?
Fakligu grundgevingarnar,
sum bæði serfrøðin og lands
stýrismaðurin
hava
víst
á eru fyri, at nýggi psyki
atriski depilin skal verða á
Landssjúkrahúsinum og bert
har, eru millum aðrar hesar:
Í psykiatriini er tørvur
á narkosulækna til elektro
chockviðgerðir.
Hendan
við gerð verður nýtt til sjúk
lingar við svárari depressión
og givin fleiri ferðir um
vik una, tá hendan viðgerð
verð ur vald. Er bert á Lands
sjúkrahúsinum.
Er talan um heilivágseitran
og fólk eru á intensivu deild,
hava hesi tørv á skjótari
psykiatriskari meting og ofta
psykiatriskari
uppfylgjan.
Bert á Landssjúkrahúsinum
er intensiv deild.
Viðhvørt er tørvur á,
at børn verða innløgd av
psyki atriskum
ávum.
Tá
kann skipast eitt neyvt sam
starv millum barnadeild og
psykiatriska deild, so sál
ar sjúk børn kunnu verða
inn løgd á barnadeild, men
viðgjørd
av
psykiatriska
depli num. Barnadeild er bert
á Landssjúkrahúsinum.
Sálarsjúk við t. d. hjarta
sjúkum, diabetes og kronisk
um
likamligum
sjúkum,
verða best viðgjørd í tøttum
samstarvi millum somatikk
og psykiatri. Her og í øðrum
londum
verður
ásannað,
at hetta ikki hevur virkað
nøkt andi, og mælt verður
til tætt samstarv. Sostatt
er brúk fyri, at psykiatri ar
beiðir saman við fleiri ym
iskum sergreinum. Bert ein
møguleiki á Lands sjúkra
hús inum.
Betri psykiatrisk tænasta
til somatiskar sjúklingar, tá
hendan tænasta ikki skal
tilkallast aðrastaðni. 40%
av sjúklingum við blóð tøppi
ella bløðing í heil an um fáa
tunglyndi og aðrar psykiskar
trupulleikar aft aná, at tey
eru vorðin sjúk. Um 30%
av sjúklingum við brádliga
íkomnum hjarta sjúkum, fáa
tunglyndi.
Krabba meins
sjúk lingar og onnur kunnu
hava tørv á tænastu frá
psykiatriska deplinum.
Eldri fólk og fólk við
demensi fáa oftari enn onnur
psykiatriskar
trupulleikar,
tá tey eru somatisk sjúk, og
eitt neyvt samstarv millum
somatiska og psykiatriska
økið er ein fortreyt fyri
nøkt andi viðgerð av hesum
bólki, sum verður vaksandi
komandi árini. Meginparturin
av hesum sjúklingum hava
kompliseraðar medisinskar
sjúkur og verða innløgd á
Landssjúkrahúsið.
Til útgreinan og við gerð
av psykiatriskum og somat
iskum sjúkum krevst í alsamt
størri mun løtt atgongd til CT
og MR skanning og nøktandi
rannsóknarstova. Er bert á
Landssjúkrahúsinum.
Øll tvørfaklig servitan
um psykiatri – læknafaklig,
sálarfrøðilig,
røktarfaklig,
ergo terapeutfaklig,
fysio
terapeutfaklig,
sosialráð
gevara faklig og onnur – er
at finna rundan um Lands
sjúkra húsið.
Spurn ing urin
er, um ein geografisk flyting
av so stórum fakligum um
hvørvi er gjørlig, uttan at
sorla alla ta serfrøði, sum
er innan føroyska psykiatri
í dag.
Serfrøðin greið
Álvaratos, haldi grundgev
ingarnar tala fyri seg. Vit
politikarar mugu læra okkum
at lurta eftir serfrøðini.
Og lurta vit efter henni er
sólarklárt, at psykiatriski
depilin eigur at verða verandi
í Havn – til gagns fyri allar
føroyingar.
Øll vilja eiga psykiatriska depilin
Beint fyri páskir viðgjørdi Tingið uppskot um nýggjan psykiatriskan depil.
Tað avgjørt positiva var, at øll tóktust samd um, at nýggjur psykiatriskur
depil skuldi byggjast – og at hann skuldi byggjast NÚ. Loksins semja um,
at hesin skuldi raðfestast. Hurrá fyri tí – leingi er tað ið væl skal verða!
Vit politikarar mugu
læra okkum at lurta eftir
ser frøðini.
Arne Winthereig
v. Ungmannafelagið Samband
Bergtóra Høgnadóttir Joensen