mikudagur 7. apríl 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
14
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Páskadag andaðist Mikkjal Joensen,
til gerandis maskinmeistari á Teist
anum, bert 61 ára gamal á Ríkis
sjúkrahúsinum eftir lutfalsliga stutta,
men svára og støðugt versnandi,
sjúkralegu. Tað var ”teringur” við lít,
harav hørð viðgerð, og at enda orkaði
hjartað ikki meira.
Hann viknaði sera skjótt, tó tá vit
ávegis í Samuelskirkjuna páskadag
stukku inn á gólvið hjá honum á
sjúkrastovuni, tóktist hann ta løtuna
vera av tí fræga, prátaði um mangt og
hvat, sum hann áður av viknaðinum
illa orkaði, og var hann púra greiður
og avkláraður ta løtuna.
Komin úr kirkju við uppreisnar
boðskapinum í sinni ringdi Lissan,
altíð honum so trúføst við lið, at
hann hevði fingið hjartasteðg, og at
eitt fjølment lið av læknum í skundi
arbeiddu upp á hann, men stutt eftir
var hann so farin um evstu sýn. Har
var hjá mannaviti og kynstri einki
meira at gera. Ófatiligt at ein so væl
vaksin og prúður maður kundi fara
soleiðis upp á so lutfalsliga stutta tíð.
Mikkjal vaks upp saman við
okkum trimum systkjum í fjøruni á
Biskupsstøð í Klaksvík, og gjørdist
sjólívið eisini hansara verkliga lív.
Av okkum fýra faðirloysingum var
hann, 1½ ára gamal, nokk tann eftir
bókini verst staddi, tá pápin brádliga
fór av somu herviligu sjúku, og
mamman tessvegna bleiv so upptikin
av arbeiði, men vit høvdu góðar og
trúgvar arbeiðskonur, sum sanniliga
vóru góðar við okkum.
Men sum barn var hann serliga
følin bæði so og so, treivst illa og var
nógv undir læknahond fyri tað sama.
Tó komin til mans fór at bragda. Hann
fór i smiðjulæru og á maskinistskúla
og haðani at sigla sum slíkur við
trolarum á fjarleiðum, haðani út
í víðu verð við farmaskipum og
seinastu mongu árini við skiftandi
strandfaraskipum,
harav
fastur
maskinmeistari á m/f Teistanum um
Skopunarfjørð frá nýbygningi av.
Honum dámdi væl sítt gerand
isarbeiði og sat spaklyntur væl um
sátt við øll síni samverkafólk. Hann
gjørdi lítlan háva burtur úr sær, var
hugsandi, tolin, stillførur og beskeðin,
so sum tey eisini varnaðust á
Ríkissjukrahúsinum. Hann fekk víða
hvar mangar trúfastar vinir fyri lívið.
Hann var hugnaligur at vitja og at
fáa vitjan av og dugdi so frágera væl
at fortelja við góðum og sømiligum
humori, tá tað lagið var á honum.
Seinnu mongu árini vóru fram
burðsár hjá Mikkjali, sum eisini
veittu megi at bera so svárt bakkast
sum at missa lítlan abbason í
ferðsluvanlukku.
Uppvaksin við sjógvin fekk hann
sær fyrst lítlan bát, síðani ein størri og
so ein uppaftur størri, hartil skúr, eins
og hann nú hevði víðari ætlanir av
somu skuffu langt inn í sjúkdómin.
Felags fyri hansara frítíðarítriv
var, at hann keypti gamalt av øðrum
avlagt fyri síðani at brúka sítt
tøkniliga vit og skil umframt frálíka
handalag at evna vælaverk buturúr.
Góður í ráðum og verki hjá mær
og øðrum, eins og hansara egnu
verkligu forløg vitnaðu um fakligt
vit og frágera gott handalag: heimið í
Klaksvík, frítíðarhúsini í Skálavík og
ikki at forgloyma báturin. Har var alt,
sum tað átti at vera og í góðum standi.
Hugsaði mítt, har hann júst andaður
lá við faldaðum enn flógvum hondum,
at gævi eg sjálvur átti slíkar hendur
og eitt sindur av hansara tøkniliga
snildi og toli.
Deyðans koma er løgin, og vit enn
livandi kunnu so illa siga frá, men
kanska gáa um.
Og helst verða vit á deyðastrá aftur
sum børnini, at vit leys av verðsins
meldri í størri mun gáa um tað hóast
alt mest persónliga týðandi.
Soleiðis var Mikkjal ta seinastu
tíðina. Verðsins larm og alt hansara
í okkara annara eygum virðismikla
tímiliga orkaði hann vegna sjúkuna
ikki longur at sýna áhuga fyri.
Hansara einasti áhugi var konan,
børnini og abbasynirnir, sum høvdu
so stóran týdning fyri hann. Og so
nærleikin, serliga tann kropsligi,
og hetta uttan óneyðug orð, at
kunna vera ósvikaliga nær og hjá á
neyðarstund, so sum Lissan var nú í
fleiri so strævnar mánaðir.
Mikkjal var sum barn følin og
kensluliga viðkvæmur, men vaks
upp til mansevni og við vinnandi
sinnalagi. Hann endaði sínar dagar
sum líka so følin og viðkvæmur,
spakur og lítillátin.
Hann giftist Lissuni av Toftum,
og fingu tey børnini Jóhonnu og Ása
umframt fyribils tveir abbasynir á lívi,
Hugin og Nóa, sum hann forgudaði og
ikki minst tann farna Róa.
Hann verður saknaður av okkum
og mongum víða hvar.
Hvíl í friði.
Eyðun, bróðir, og Karin við familju
Mikkjal bróðir farin
Sonni Eliassen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsi páskamorgun, 78 ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikukvøldið kl.
18.00 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni hósdagin kl. 13.
Jákup Olsen á Toftum andaðist páskadag, 25 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Jarðarferðin hjá Malmberg Hera Simonsen verður
úr Sørvágs kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast Malmberg, kunnu lata Krabbameinsfelagnum
eina peningagávu. Konta í peningastovunum.
Frida Thomsen, Porkeri andaðist týsnáttina á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, 79 ára gomul. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Mikkjal Joensen, maskinmeistari í Klaksvík, andaðist
á Ríkissjúkrahúsinum Páskadag, 61 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni fríggjadagin
klokkan 13. Tey ið vilja minnast Mikkjal, kunnu lata
Javna eina peningagávu.
Hans Marius Johannesen úr Dali andaðist týsmorgunin,
68 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan
14 úr Vesturkirkjuni. Tey ið vilja minnast Hans Marius,
kunnu lata Heilafelagnum eina gávu, konta í Eik
Banka.
Andlát og jarðarferðir
Lissan og Mikkjal
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og
kenningum at, elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara.
Frida Thomsen
Porkeri
andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi
6. apríl 79 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi tórskvøldið 8. apríl kl 21:00
Jarðarferðin verður úr Betania í Porkeri
leygardagin 10. apríl kl 13:00
Vegna familjuna
Andrew
Johan, Meta, Anna og Jónhild
Tey, ið ynskja at minnast Fridu, kunnu lata
Krabbameinsfelagnum eina gávu
Konta í peningastovninum.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 12. apríl kunnu hjúnini
Ruth og Billy Olsen halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 17. apríl hava Helga og
Jørgin Gleðisheygg Nes, Gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í bygdahúsinum
í Leirvík, kl. 18. Øll eru hjartaliga
vælkomin. Tey ið vilja gleða okkum við at
koma verða biðin um at siga frá innan 8.
apríl á tlf. 447160 ella 270876
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan
Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson
Niclassen, Skáli. Vígslan verður í
Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið
ynskja at gleða Brúðarparið við at koma,
verða vinarliga biðin um at tekna seg
innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).
Brúdleyp
Leygardagin 10. apríl giftast Jóna
Johannessen, Tórshavn og Rúni
Hvannastein, Kaldbak. Vígslan verður kl.
13 í Býráðsalinum í Havn. Veitslan fyri
innbodnum verður í Bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 19.