mikudagur 7. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 7. apríl 2010
Sosialurin
3. partur
Ein heilt serlig søga um
mynd av Ernestinu
Fyrst fara vit til eina heilt serliga
søgu um myndina av Ernestine,
sum vit hava í hesum partinum.
Hon hevur eina søgu, sum
neyvan hevur sín líka. Hana átti
Eskild Norðbú, sonur Poul Joensen,
ið var motorpassari við Ernestinu.
Sum fyrr greitt frá var tað eisini
Eskild, sum fekk í lag útvarps
samrøðuna við Ziska Jacobsen, sum
vit høvdu í seinasta part.
Poul var júst komin hvítklæddur
úr koyggjuni at starta motorin, tá
ið skipið fór á land, og hann fekk tí
ikki høvi til at lata seg betur í. Tí var
hann serliga illa fyri í tí, sum hendi
seinni.
Í samband við minningartúrin
til Íslands í ár 2000 kom henda
myndin undan kavi. FFblaðið
lænti myndina, og Eskild greiddi
frá søguni um hana og annars tær
umstøður, sum hann visti at siga
frá viðvíkjandi pápanum í samband
við hesa hending.
Teknaði Ernestine út frá
munnligari frásøgn
Eskild, sum doyði fyri fáum árum
síðani, greiddi soleiðis frá:
Hetta er ein mynd av Ernestinu,
ið pápi mín, sum var motorpassari
við, fekk teknað, meðan hann lá á
ríkissjúkrahúsinum á sumri 1930.
Hann kom at liggja saman við
manni, ið hevði handalag at tekna.
Eftir samrøðu við pápa um, hvussu
Ernestina sá út sum skip, teknaði
hesin maður hetta bílætið av
henni. Man sær, at maðurin hevur
signerað bílætið við navninum C.
Jensen og árstalinum 1930.
Pápi var altíð glaður fyri bílætið
og plagdi at siga, at soleiðis sá
Ernestina út. Hon var tiltikin vøkur
skonnart.
At pápi endaði á ríkissjúkra
húsinum á sumri 1930 var av
løstunum, ið hann fekk hasa nátt
ina. Likam hansara var mestsum
alt fryst, sum tað var. Tá ið teir,
ið vóru eftir á lívi, skuldu fara at
royna at vinna upp hús, vóru teir
ikki mentir at taka pápa við. Hann
var ikki gonguførur. Teir máttu lata
hann liggja eftir undir einum varða
saman við Jógvan Thomassen, sum
doyði seinni.
Komnir til Selvogar bað Eli Eltør
ein mann koma við sær, hagar pápi
mín lá, og fóru teir avstað við hesti
og sletu. Tað var langt at ganga,
umleið tveir tímar. Teir tóku so pápa
og tann deyða mannin, Jógvan, heim
til húsar. Tá var pápi meira deyður
enn livandi. Men lív fingu teir aftur
í hann. Løsturin, sum hann hevði
fingið av kuldanum, hevði gjørt
nógvar liðir á likaminum stívar, so
hann mátti á sjúkrahús. Fyrst var
tað í Klaksvík. Men her fingu teir
ikki lív í allar liðirnar, og var hann
sendur á ríkissjúkrahúsið. Har gekk
betri, og lív fingu teir í allar liðirnar
uttan fremsta lið á aðrari stórutá.
Hann tók teir av honum, og var
hetta einasti varandi løstur, ið pápi
fekk.
Hann var tá 39 ár, og hann livdi,
til hann var 85 ára gamal. Hann helt
fram sum sjómaður, motormaður,
til hann gavst sum 70 ára gamal.
Poul livir ikki enn?
Sjálvur var eg við elsta soni mínum,
Jógvani, í Íslandi í 1966, og sjálvandi
ætlaði eg at síggja staðið, har
Ernestina fór á land. Men eg var
so óheppin, at henda dagin var so
tjúkt í mjørka, at tað gjørdist einki.
Men eg var í Selvogi henda dagin.
Har fekk eg samtalu við mannin,
sum saman við Eli Eltør við hesti
og sletu vóru eftir pápa.
Hann spurdi meg, um eg kendi
motorpassaran á Ernestinu. Tá ið
eg segði, at tað var pápi mín, var
hann ógvuliga rørdur og segði, at
hann mundi ikki liva longur. “Jú”,
segði eg, “hann livir enn og var sum
sjómaður í Íslandi í fjør.” “Nei, hvat
sigur tú, hvør skuldi trú slíkum,”
svaraði hann aftur.
Myndin er nú aftur
Ríkissjúkrahúsinum
Hetta var frásøgnin hjá Eskild, og
Ernestina:
Jarðarferðarsangurin var í
lummanum á tí deyða Jógvani
Í seinastu tveimum pørtunum hevur verið greitt frá sjálvari vanlukkuni við Ernestinu so væl
sum hetta letur seg gera. Nevniliga við at tveir av manningini sjálvir greiða frá. Men tað eru
fleiri áhugaverdar frásagnir í samband við hesa vanlukku, sum eisini eru partur av søguni
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Ernestina, mynd við eini sera sjáldsamari søgu
Framhald á síðu 16