mikudagur 7. apríl 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
16
Sosialurin
ein kann ikki annað enn undrast
yvir, at ein tilvildarligur dani bert
eftir munnligari frásøgn, kann hava
gjørt ein tekning, sum líktist so væl.
Tað áhugaverda er eisini, at hetta er
mynd sum enntá er í litum.
Sjálvur var eg fyri 10 árum síð
an til eina stutta viðgerð á Ríkis
sjúkrahúsinum. Tá gav eg teimum
ljósprent av hesi myndini saman
við frásøgn um hendingina
Hon varð handað listafelagnum
á ríkissjúkrahúsinum. Myndin og
søgan um hana varð eisini endur
givin í starvsfólkablaðnum hjá ríkis
sjúkrahúsinum, sum kallast Riget.
Tískil kann sigast, at myndin er
komin aftur haðani hon kom.
Jógvan hevði sangin
til jarðarferðina
í lummanum
Jógvan Thomassen var maðurin,
sum doyði, eftir at hann var komin á
land. Hann var stak illa fyri og hevði
fingið snudd undir bjargingini, táið
hann fekk eina lastalúku á seg, so
blóðið stakk áðrenn hann kom upp
á land.
Jógvan mátti hálast upp á
bakkan, hann kláraði ikki at ganga
rættuliga langt. Tískil varð hann
settur undir ein varða, so menn
kundu koma eftir honum aftur.
Hetta var sjálvsagt gjørt so skjótt
tað var gjørligt, men tá var hann
deyður.
Her er eisini ein sjáldsom søga.
Í lummanunum hjá honum varð
tá funnin ein sangur, sum hann
hevði yrkt umborð, og ljóðaði hann
soleiðis:
Hvør veit at siga
tíð ella stund
Lag: Paa Golgata min Frelser led.
Hvør veit at siga tíð ella stund
tá eyga leggjast skal í blund
og ikki opnast aftur her,
tí kaldi deyði komin er.
Niðurlag:
:,: Kom vinur kom, kom vinur kom
og kasta teg í Jesu favn,
tí bara trúgv á krossins verk
teg føra kann í Himmalhavn. :,:
Hann ræður sum tær lívið gav,
nær skerast skal lívstráður av
og orð hans minna teg og meg,
at lívið er á smala veg.
Hans kærleiks gerð er undurfull,
og meira verd enn góðs og gull,
tonk, teg mín vinur elskar hann,
tí Kristi blóð á krossi rann.
Kom tú sum vorðin gamal er,
og tú sum reyðar kinnar ber,
hoyr Jesus rópar, svara jú
eg komi, Jesus, frels meg nú.
Hesin sangur varð fyrstu ferð
sungin, tá ið líkini nakrar dagar
seinni komu til Reykjavíkar. Tað
kann sigast, at hann hóskaði væl
til umstøðurnar
Hann varð eisini sungin á
minningarhaldinum í Íslandi fyri 10
árum síðani, sum greitt verður frá í
komandi parti. Eisini er sangurin at
finna í Missiónssangbókini.
Johannes Andreas Næs í Havn,
ættaður úr Hvalba, minnist, at tá
ið hann var ungur og var lærari í
Suðuroy, varð hesin sangur nógv
sungin á missiónsmøtum.
Afturat hesum sanginum eru
tveir aðrir sálmar eftir Jógvan í
somu songbók.
Jóhannes Andreas Næs hevur
eisini eina áhugaverda frásøgn í tí
sambandinum. Hana fekk hann frá
Alfred Petersen í Klaksvík, sum var
ein kendur sjómanstrúboðari, og
sum eisini virkaði í Reykjavík, tá
teir á Ernestinu komu hagar. Alfred
greiddi frá, at tá ið Jógvan fór
avstað hendan túrin við Ernestinu,
kom Jógvan inn til hansara og lat
honum í varðveitslu nakrar sálmar,
hann hevði yrkt. Hetta hugsaði
Alfred ikki so nógv um beint tá,
men aftaná hugsaði hann sjálvsagt
um Jógvan kann hava kent okkurt
á sær.
Men hetta má eisini merkja,
at sangin í lummanunum hevur
Jógvan yrkt umborð.
Jógvan var virkin í Heimamissi
ónini. Í Sandavági og Miðvági var
fyrsta veking innan fyri kirkjuna,
og var hon í 1905. Her var longu
sunnudagsskúli í 1912. Jógvan kann
hava verið við longu tá.
Tað
kann
verða
nevnt,
at
ein
annar
samtíðarmaður
hjá
Jógvani var Bernhard Henriksen
úr Sandavági, sum var kokkur við
Nólsoynni, tá ið hon gekk burtur í
1934. Hansara dagbók frá 1930, sum
eisini lýsir hansara virksemi innan
heimamissiónina, er eitt varandi
minni um hann.
Andrea misti tveir
dreingir á sjónum
Jógvan var 34 ára gamal. Hann var
trúlovaður við Andreu f. 1899, sum
var systir Jógvan Kjølbro og Dáva
í Gerðum.
Tey skuldu giftast og skuldu
búgva í húsinum hjá foreldrum
hansara í Miðvági, sum Jógvan
hevði umvælt.
Hetta var sjálvsagt eisini hart
hjá Andreu, tí hetta var aðru ferð,
hon misti ein drong á sjónum. Fyrri
drongurin var Jóannes úr Skopun,
sum slerdi út við útróðrarbátinum
Royndini í 1919. Jóannes hjá Dáva,
sum varð føddur sama ár, varð
uppkallaður eftir honum.
Andrea arbeiddi á skrivstovuni
hjá Kjølbro. Hon gjørdist ikki
gomul heldur. Hon doyði í 1962, 63
ára gomul.
Andrea og Jógvan vórðu tó
sameinað í deyðanum. Tey liggja lið
um lið í kirkjugarðinum í Klaksvík.
Tað verður sagt í Miðvági, at
Jógvan
var
sera
musikalskur
og dugdi eisini at spæla violin.
Violinin hevur ikki verið at finna
aftaná Ernestinu. Hann man helst
hava havt hana við sær umborð.
Nótarnir hjá honum liggja heima
hjá ættini.
Beiggi Jógvan, Tummas, var
eisini við Ernestinu. Tað hevur
uttan iva verið hart hjá honum at
fara frá beiggjanum, tá ið hann ikki
orkaði at ganga longri.
Jógvan var ættaður úr húsinum
á Steigini í Miðvági. Foreldrini
vóru Elsebeth og Kristian Julius
Thomassen.
Jógvan
lærdi
til
skipara
í
1918 hjá Jens í Dali í Havn. Ein
av
floksfeløgunum
var
Erik
Mohr, seinni kendur skipari á
ferðamannaskipinum Tjaldur.
Fleiri fórust á sjónum
Sum ofta var tá í tíðini, var hetta
ikki einasta vanlukka á sjónum,
sum hetta hús kom út fyri. Beiggin
Edvard fórst við Florence í 1927.
Tað er sjáldan, at okkara fiskimenn
hava verið í eini so ræðuligari støðu
sum við hesi vanlukku. Florence
hevði samanstoyt við Hafstein, og
Florence fór at søkka.
Stóri bátur brotnaði av saman
stoytinum, og tað var bert pláss
fyri 10 av teimum 17 monnunum
í tí minna bátinum. Her skuldi
bókstaviliga veljast, hvør ið skuldi
Húsini á Steigini í Miðvági, har ætlanin var, at
Andrea og Jógvan skuldu giftast inn
Andrea, systir Kjølbro, giftist ikki.
Hon misti tveir dreingir á sjónum
Jógvan Thomassen skrivaði
sjálvur sangin, sum varð
sungin yvir honum sum lík
Jógvan Thomassen og Jóan Magnus Høgnesen fóru í somu grøv. Andrea
liggur undir liðini á teimum. Myndirnar í samband við Andreu og Jógvan
eru fingnar frá Honnu Hansen í Miðvági, sum eisini er ein kelda um Jógvan
Eskild Norðbú, sum er
heimildarmaður til søguna
um pápa sín og myndina
Miðvikan
Framhald á síðu 33
Framhald frá síðu 15