mikudagur 7. apríl 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Nógva tosið um blámusoppin í Mið
vágsSandavágs skúla ella skúlan
á Giljanesi hevur eisini merkt
samtaluna millum teir ungu næm
ing ar nar.
Mikudagin undan páskafrítíðini
vóru tey í skúla sum vanligt, tá
um borð
fyri
tíðindatænastuna
brád liga órógvaðu undirvísingina.
Eftir avtalu við skúlastjóran, Hans
Jørgen sen steðgaði undirvísingin
10 minuttir fyrri enn ætlað.
Tey høvdu lívfrøði henda tíman.
Men kanska var tað ikki av leið at
fáa eitt slag av miðlabreyt í nakrar
minutt ir, og fáa at vita, hvussu fólk
í tíðindatænastuni útvega sær tíð
indi.
Evnið fyri vitjanini var stóra
sam talu evnið í oynni: Hvat skal
gerast við skúlan á Giljanesi skal
hann rívast niður og annar skúli
byggjast ístaðin? Ella skal ein
høvuðsumvæla skúlan, drena ordi
ligt og síðani halda fram við skúla
gongd ini her?
Fyri teir átta næmingarnar, sum
vóru í skúla henda dagin var eingin
ivi: Rív skúlan niður sum skjótast.
Bygg ein nýggjan.
Hetta siga tey, hóast tey vita at
tey sjálvi ikki koma at uppliva ta
løtu na at sleppa í ein nýggjan skúla,
um tað altso verður úrslitið av teirri
polit isku viðgerðini. Men tað verða
teirra børn og barnabørn sum koma
at gera tað einaferð í framtíðini.
Skúlin er kavrotin, allur sum
hann er, siga tey við ein munn.
Vanliga eru tey 14 í flokkinum. Í
dag vóru tey bara átta. Tað serstaka
er, at ein av teimum seks kundi
ikki vera í tímanum, orsakað av
blámusoppinum.
Luktar illa
Hvørki
skúlastjóri,
borgarstjóri
ella ráðharrar tørvast at vera leingi
saman við næmingunum í 9. flokki
á Giljanesi, fyrrenn tey skilja, hvat
hesi ungu hugsa um skúla teirra.
Alt luktar og alt er kavrotið. Ja,
sjálvt landakortini, sum vit draga
nið ur til undirvísingina, eru rotin
og lukta illa, siga tey.
Tey vísa á, at tað ikki bert eru
landakortini sum eru gomul og
rotin. Eisini karmurin undir vind
eyganum var rotin, og skiftur út
herfyri.
Og væl fjalt aftanfyri gardin
ur nar var eitt hol borað í veggin,
fyri at vita um blámusoppur var
betong inum. Hetta holið er nú tett
aftur, men tað nervar kortini ikki
tann veruleika at umstøðurnar
í flokshølinum á ovastu hædd í
skúla num, kundu verið betri.
Og so er eisini eitt hol í plátuni
á vegginum her aftanfyri okkum.
Tú sært. Her er bara eitt at gera.
Sum edikkur
Í miðlunum hava verið vístar
mynd ir av, hvussu blámusoppur
sær út og hvar hann finst. Tað er
kort ini eitt, ið eingin miðil kann
lýsa luktin. Men hann merkja
næm ing ar nir
hvønn
einasta
morgun og hvønn einasta dag.
Tað luktar ringast um morgun
in, tá vit koma í skúla. Tað er tí
eisini onkur næmingur í flokkinum,
sum ikki tolir henda luktin, fær ilt í
høvd ið og má tí fara til hús, siga tey.
Luktisansurin hjá menniskjum
er jú soleiðis innrættaður, at ein
skjótt kann venja seg við ein ávísan
lukt. Hetta sama hava næmingarnir
merkt, og hetta sama hava foreldur
teirra eisini merkt ella rættari
sagt: Ikki merkt nakað til longur:
Tey hava snøgt sagt vant seg við
luktin.
Ein regla í skúlanum sigur, at tey
sleppa ikki at eta matpakkar sínar
inni í flokshølinum. Og flokshølið
verður eisini vaskað fleiri um dagin.
Spurningurin er, hvussu nógv alt
hetta hjálpir uppá luktin.
Men tað eru tey nýggju í
flokkinum sum siga frá tí. Tey
merkja væl til henda luktin, sum
tja, er ein blandingur av edikki og
Skúlin stinkar
bæði so og so
Giljanes Tað er eingin ivi um, hvat næmingarnir í 9. flokki
á Giljanesi halda um sín egna skúla: “Skúlin er vánaligur
og hann stinkar, bæði so og so”. - Neiii, tað einasta rætta
er at byggja ein nýggjan skúla. Tað er totalt langt úti at
vit skulu ganga í einum skúla, sum er fullur í soppi, kemur
tað samfelt - og neyvan óvæntað - frá teimum
Slapp eg at
velja millum
skúlan á Giljanesi
og tann í Sørvági,
- ja, so hevði
eg valt skúlan í
Sørvági
Sjálvt landa-
kort ini, sum
vit draga niður til
undir vís ing ina,
eru rotin og lukta
illa
KaVROTiÐ
- Alt er rotið, sjálvt landakortini
í stovuni, siga næmingarnir í
9. flokki í Giljanes skúla
Mynd: Jens Kristian Vang
Í Vatnsoyrum
hevur kommunan havt eina útstykkingarætlan, men í hesum
sambandi hevur verið neyðugt at flyta rættina sum stendur á
Norðaraleiti. Ein kostnaðarmeting er gjørd av at gera eina nýggja,
og mælir tekniska nevnd hjá kommununi til at flyta hesa rættina,
tá tíðin er komin til tess. Fíggjarnevndin mælir til at gera semju við
bóndan og Búnaðarstovuna um at flyta rættina og síðani at bjóða
út arbeiðið at gera rættina. Bygdaráðið hevur síðani samtykt at
gera semju við bóndan og Búnaðarstovuna um at flyta rættina, og
síðan at bjóða út arbeiðið at gera rættina.