Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 7. apríl 2010 Sosialurin Oyggjablaðið roti, sigur ein teirra. Og hini nikka samtykkjandi. Heldur til Sørvágs Bæði í skúlanum, úti millum vinirnar og heima við hús verður skúlamálið sum vera man umrøtt. Tað er vist ikki ov nógv sagt, at teir átta næmingarnir í 9. flokki hava eina einstaka hugsan um skúlamálið: - Bygg ein nýggjan skúla sum lýkur dagsins krøv. Týdningarmesta orsøkin til hetta er blámusoppurin, men eisini tað, at tey viðhvørt mugu flyta oman í skúrin, sum er settur upp í skúlagarðinum. Tað er eisini onnur innandura viðurskifti, sum tey als ikki eru nøgd við. Tey eru í øllum førum samd um, at skúlin á Giljanesi hevur havt sínar bestu dagar. Hann er ikki nóg góður til tey. Kanska orðini hjá eina næminginum siga alt um støðuna: - Slapp eg at velja millum skúlan á Giljanesi og tann í Sørvági, - ja, so hevði eg valt skúlan í Sørvági. snorri@sosialurin.fo Skúlin á Giljanesi hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, eftir at soppavøkstur varð staðfestur her. Bygdaráðið hevur samtykt at fara undir eina tilgongd til bygging av nýggjum skúla. Treytin fyri hesum er, at kommunan kann røkja aðrar skyldur, og at fíggjarmálaráðið góðkennir at lániskuldin fer upp um eina álíkning. Sum víst verður á aðrastaðni í blaðnum er skúlin á Giljanesi í slíkum standi, at tað verður mett rættari at byggja nýggjan skúla, heldur enn at brúkar stórar upphæddir til umvæling. Tað var ikki nógv posi tivt, ið næmingarnir høvdu at siga um teirra skúla. Hetta kann neyv an undra nakran. Men er so einki gott við skúla num? - Jú, sigur ein teirra. - Vit hava ikki so nógv heima- arbeiði fyri. Ein annar teirra heldur tað hinvegin vera sera posi- tivt, at tey hava nógv heimaarbeiði fyri. Tey eru kortini øll samd um eitt einstakt evni: - Tað er ordiliga cool at ítrótt ar høllin er opin í frí kor teri num. Tað hoyrir eisini við til posi- tiva ummælið, at næm ing- ar nir, ið koma úr Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum eru væl saman sjóðaðir, m.a. eftir túrin í Turkalandi á heysti í fjør. - Vit læra hóast alt eisini eitt sindur í skúla num. Í Miðvágs-Sandavágs skúla ganga 258 næmingar hetta skúla árið. Ein framrokning sum skúlin hevur gjørt vísa, at talið av næmingum fer at vaksa tey komandi árini. Talið má takast við tí fyri- var ni, at øll í 9. flokki halda fram í 10. flokki. Sam bært framrokningini verða sostatt 282 næmingar í skúlanum, 307 árið eftir og skúlaárið 2015/16 verða eft ir ætlan 313 næmingar við skúlan. Eisini OK - Tað er bara eitt at gera. Brót skúlan niður. Gev okkum ein ordiligan skúla, uttan blámusopp, siga næmingarnir í 9. flokki í Giljanes skúla Mynd: Jens Kristian Vang BRÓT NIÐUR 258 næmingar