mikudagur 7. apríl 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Eitt navn sum
forpliktar
Snorri Brend
- Jú, navnið forpliktar sjálvandi.
Men vit klára at liva upp til
navnið. Eingin ivi um tað, slær
Egil Petersen fast.
Allir mans eru til arbeiðis
henda dagin vit vitja á virkinum.
Tað er skilligt at síggja, at teir
hava úr at gera.
Her ræður um, at hvør maður
ger sína skyldu so livast kann
upp til krøvini, ið sett verða til
tilfar, arbeiði og leveringstíð,
bæði tá talan er um framleiðslur
úr timbri ella træ/alu.
Hetta kemur ikki av ongum, tí
seinastu 30-40 árini er eitt stórt
arbeiði gjørt til tess at menna
vindeyguni alt meiri og meiri til
tann føroyska marknaðin.
- Eg tori í øllum førum at
standa inn fyri, at vit liva upp
til okkara navn. Vit levera bara
vørur í hádygd.
Til tíðina
Áðrenn Egil kom í starv hjá
H•dygd hevði hann lært til
timburmann
hjá
Jónfinni
á Plógv, og hevði haraftrat
arbeitt í tvey ár á smoltstøðini á
Fútakletti.
-
Eg
fekk
tá
eitt
praj
frá
eigarunum,
um
eg
var
interessaður í at fáa arbeiði hjá
teimum. Akkurát tá hevði eg ikki
so stóran áhuga, men eg gekk
kortini og hugsaði um tilboðið í
einar tveir mánaðir aftrat.
- Tá valdi eg so at taka av, og
eg má bara siga, at hetta er eitt
sera gott arbeiðspláss, slær 42 ára
gamli sandavágsmaðurin fast.
At byrja við arbeiddi Egil mest
í tí sonevnda snikkararúminum,
har tey serstøku og øðrvísi
vindeyguni skuldu gerast. Nakað
seinni komu nýggjar maskinur,
har øll stykkini til eitt vindeyga
verða gjørd. Og her hevur Egil
arbeitt síðani.
- Hesar maskinurnar eru nógv
effektivari. Og tað hevur eisini
gjørt sítt til, at leveringstíðin er
farin sera langt niður, greiðir Egil
frá.
Í dag kanst tú bíleggja eitt
vindeyga úr timbri, og um fýra
vikur er tað liðugt og klárt at
lata keyparanum. Ein onnur av
uppgávunum hjá Egili er júst at
tryggja, at kundin fær tað hann
biður um og til avtalaða tíð.
- Hetta hevur verið til stóran
fyrimun fyri allar partar, bæði
fyri okkum og ikki minst fyri
kundan, sum alt veit nær hann
fær ta lidnu vøruna frá okkum,
vísir Egil Petersen á.
Liva upp til navnið
Vindeyguni
og
hurðarnar
hjá
H•dygd
eru
so
líðandi
vorðin kend millum manna,
serliga millum timburmanna.
Í fyritøkuni hava tey serliga
selt til Klaksvíkar og Havnar,
eins og byggifyritøkur, sum t.d.
Norðsetur brúka teirra vindeygu.
Slíkt kemur ikki av ongum,
og
Egil
hevur
sjálvur
sína
frágreiðing um, hví tað er vorðið
soleiðis:
- Ja, vit skulu helst liva upp
til navnið á fyritøkuni. Og tí er
eingin ivi um, at okkara satsing
uppá hádygd hevur givið úrslit.
- Okkara vindeygu skulu vera
góð, tey skulu vera tøtt og tey
skulu latast kundanum, tá tey
skulu, greiðir Egil frá.
Umframt
teir
vanligu
ordrarnar, vóru teir beint undan
páskum í ferð við eina rættiliga
stóra
bílegging,
nevniliga
vindeygu til nýggja Ósáskúlan í
Klaksvík.
- Tey verða eisini liðug til
tíðina.
snorri@sosialurin.fo
- Vit leggja okkum eftir at levera vørurnar til tíðina, sigur Egil Petersen, sum starvast hjá
H•dygd í Vatnsoyrum. Henda maskinan ger sítt til leveringstíðin kann haldast
Mynd: Jens Kristian Vang
EFFEKTIVT
VaTnsoyrar - At arbeiði í eini fyritøku við heiti num
“H•dygd”, tað forpliktar, sigur 42 ára gamli sanda vágs mað ur
in, Egil Petersen sum seinastu sjey árini hevur havt starvsstað
sín í Vatnsoyrum. Her er hann við í framleiðsluni av millum
annað vindeygum og hurðum til føroyska marknaðin
Meira skattur í kassarnar
Bæði landið og kommunurnar fingu meira inn í skatti í
mars mánaði í ár enn sama mánað í fjør. Kommunurnar
fingu næstan 124 milliónir krónur í skatti í farna mánaði,
og tað vóru 12 milliónir fleiri enn somu tíð í fjør. Eisini
hjá landinum var vøkstur í mars-skattinum. Landskassin
fekk góðar 130 milliónir krónur inn, og tað vóru næstan
10 prosent meira enn sama mánað í fjør. Higartil í ár eru
skattainntøkurnar hjá kommunum og landinum væl
størri enn sama tíðarskeið í fjør.