Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 7. apríl 2010 Sosialurin Oyggjablaðið Vit skulu helst liva upp til navnið á fyritøkuni. Og tí er eingin ivi um, at okkara satsing uppá hádygd hevur givið úrslit - Navnið “H•dygd” forpliktar, sigur Egil Petersen, sum her er farin undir eina nýggja hurð Mynd: Jens Kristian Vang FORPLIKTAR Egil Petersen hevur starvast í fyritøkuni seinastu sjey árini. Og hetta hava verið sjey góð ár. - Her er sera gott samanhald millum okkum, bæði millum okkum starvsfólk, og eisini millum starvsfólkið og leiðsluna. - Leiðslan ger nógv fyri at øll skulu trívast væl í arbeiðinum, og at vit hava tað gott og stuttligt saman, greiðir hann frá. Tey hava tí jólaborðhalda hvørjum ári; tey hava bowlað saman; hava verið útferðir og vitjað onnur virki kring landið - og ja, hugnað sær saman. - Jú, her trívist eg væl, sigur Egil Petersen. Trívist Eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen keypti henda dagin feløgini, sum saman kalla seg fyri HDYGD. Tað er Investment Banking deilidin hjá Kaupthing bank, sum hevur staðið fyri søluni. Ættarliðskiftið er farið fram stigvíst í 2001, 03 og 05. Nýggju eigararnir eru ikki heilt ókendir á økinum. Jónberg var formaður í 1975-78, og var í starvi táið ein stórur partur av útbyggingunum av Vatnsoyra Snikkaravirki fóru fram. Tað verða Jónberg og sonurin Jóhan, sum koma at leiða virkið framyvir. - Vit ætla framvegis at HDYGD skal vera fremsti vindeyga- og hurðaframleiðarin í landinum, sigur stjórin, Jónberg á Mýrini. (Kelda: hdygd.fo) 20. sept. 2007 Búgvin verður liggjandi Trolbáturin Búgvin, sum fyri tveimum vikum síðan antin sakk ella varð søktur inni á Skálafjørðinum, liggur har framvegis. Og einki røkist fyri, at hann verður tikin uppaftur. Súni í Hjøllum, formaður í stýrinum fyri Kongshavnar sigur nú, at Kongshavnar havn bíðar eftir frágreiðingini frá politinum um hendingina, tá ið Búgvin sakk út fyri Skipanes 24. mars. Havnarmeistarin hevði illgruna um, at báturin varð søktur. Á Umhvørvisstovuni vita tey ikki, hvat nú fer at henda, og eingin dugir at svara spurninginum, hvør hevur ábyrgdina av, at vrakið verður tikið uppaftur.