Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 7. apríl 2010 Sosialurin doyggja og hvør ið skuldi liva. Tað ber ikki til at hugsa sær til, hvussu ræðuligt hetta mátti vera. Tað var hesa ferðina, at Jaspur Tausen úr Hovi, búsitandi á Eiði, skifti um pláss við ein eiðismann, sum varð bjargaður, meðan Jaspur doyði. Umframt teir sjey, sum stóðu eftir umborð, doyði ein maður í bátinum. Men Edvard var ein av teimum, sum mátti fara til botns við Florence. Hann var ógiftur. Julius, sum var sonur Tummas, beiggja Jógvan, fórst við Nýggjaberg í 1942, tá ið hann varð torpederaður av týskum kavbáti. Verfaðir Julius, Niels, var eisini ein, sum fórst við Nýggjaberg. Julius var nýliga giftur, og konan fekk ein son, aftaná at Julius var deyður. Sonurin fekk navnið Niels Julius eftir pápanum og abbanum. Jógvan, Tummas og Edvard áttu fýra systrar. Maria giftist til Elduvíkar við Hans. Hon doyði, og hann giftist upp aftur við systrini Karin. Tær vóru barnleysar. Tvær systrar giftust á Húsum. Johanna giftist við Sivard Højgaard. Anna Sofía giftist við Poul Mattias Sørensen. Sonur Onnu Sofíu, Julius, var fimm ára gamal í 1930, og hann hómar hesa hending. Hann minnist boðini koma til Húsar. Hann minnist eisini Drotningina koma suður gjøgnum Kallsoyarfjørð á veg inn á Klaksvík við manning og líkum. Julius minnist eisini, hvussu upplýst Drotningin var. Hetta var jú ikki vanligt tá. Hinir sangirnir hjá Jógvani vóru: Vinur, vilt tú longur bíða við at siga ja; mangan Jesus boð tær sendi; aftur hann í dag letur lívsins orðið ljóða, tíðin er nú dýr; alt, sum vil tær aftur halda, tað við Jesu hjálp burt fýr. :,: Jesus enn býður tær, leingist eftir, at tú kemur, gev tó honum ja til svar:,: Upp á krossin varð hann hongdur, pínan var so svár, blóðstreymur úr hond og síðu lekja kann títt sár; brátt er tíðin burtur runnin, ikki dølskur ver, ov seint er at søkja frelsu, tá ið deyðin komin er. Jesus kann og vil tær geva gleði, vissu, frið; bert hjá honum finnist hvíla, boygg tí knø og bið, knústa hjartað Jesus lekir, tað hann hevur sagt; trúgv og ævigt lív tú hevur, orð hans standa enn við makt. Lag: Hj. 332, C-dur.c. Í millum sker og brotasjógv er vegur mín á mál, og ikki vil eg skifta bógv, tí annars doyr mín sál. Nei, ikki vil eg svíkja teg, mín Harri Jesus Krist, tí lív títt gavst tú fyri meg, tú elskaði meg fyrst. Men ei eg kann við egnu makt her stýra beina kós, tí hjálp mær tú, sum hevur sagt: ”Eg eri heimsins ljós.” Ja, hjálp mær, Jesus, heim til tín, har sorg og sút ei er, tá stillast aftur longsul mín, tá endað er mín ferð. Lag: DK 292. F-dur, f.Lth. 69, Es-dur.b. Søgan um tjørnuvíkingarnir Erik Lassen greiddi sera kensluborið frá, tá ið feðgarnir úr Tjørnuvík fóru fyri borð hesa vanlukkunáttina. Á eini samkomu í Reykjavík í ár 2000, sum greitt verður frá í einum komandi parti, greiddi Hervør Djurhuus soleiðis frá: Abbi mín Elias og pápabeiggi mín Joen Hendrik Heinesen (kall­ aður Henge), Tjørnuvík fórust við Ernestinu ávikavist 46 og 19 ára gamlir. Eg eri fødd í 1946, so eg veit bert tað, sum eg havi hoyrt fortalt av pápa og mammu míni. Tey vóru Óli Andreas Stakslíð f. Heinesen og Hermina f. Olsen. Pápi mín var næstelstur av brøðrunum, hann gjørdist sostatt forsyrgjari eftir hendan sorgarleik, sum fyri okkum var uppgivin at vera 27. mars 1930. Pápi var føddur 22. juli 1914 og fór sín fyrsta túr til skips 11. mars 1930 við Gefion, sum Knúd Peder Jacobsen av Eiði førdi. Tað vóru nógvir eiðismenn við. Ofta hoyrdi eg pápa rósa teimum brøðrunum, Knúd Peturi, Jógvani og Emil úr Uppistovu á Eiði. Henda vanlukkudagin 26. mars var fyrstu ferð pápi sá Ísland. Teir lógu bakk nærindis Vestmannaoyggjunum, men sjálvur fekk pápi einki at vita, um tað sum hent var. Hann helt, at teir umborð vistu ikki, hvussu teir skuldu tosa við henda drong, sum jú bara var 15 ár. Abbi hansara í móðurættini var eisini við. Ikki fyrr enn teir komu inn, komu skiparin og Emil og fortaldu pápa, hvussu alt hevði gingið fyri seg, og at hann nú var elsti maður í húsinum. Men sum pápi segði, dugdu teir sera væl. Teir fingu eisini allar eiðismenn at hjálpa pápa seinni á túrinum, sum til dømis at skaffa fisk, sum hann kundi hava heim við til mammu sína. Tá ið teir komu heim 17. mai kom Emil yvir til Tjørnuvíkar við pápa og fekk honum alt til hølis. Hetta hoyrdi eg mangan pápa fortelja. Tá ið pápi kom heim hevði jarðarferðin verið. Men mamma, sum var 13 ára gomul, minnist væl, tá ið líkini komu inn á Tjørnuvík. Tey komu í land við árabáti. So gott veður var, at báturin kom inn á sandin. Tað er sjáldsamt í apríl mánaða í Tjørnuvík. Líkini vórðu so borin inn í lítlu stovuna hjá ommu Michelu, kallað Kella. Tá boðini komu til Tjørnuvíkar Mamma var í skúla hendan dagin. Knappliga fekk lærarin, Sámal Nicla­ sen telefonboð. Tey sóu á honum, at okkurt var áfatt, men hann segði einki. Hann gav øllum næmingunum frí. Mann fortaldi ikki sovorðið fyri børnum tá, sum mamma segði. Síðan fór lærarin við boðunum. Hetta var stórur sorgardagur í bygdini. Jarðarferðin var annan dagin eftir, tann 5. apríl, og var bygdin full av fólki. Kirkja var eingin tá. Pastor Grøn helt líktaluna og kastaði jørð á faðir og son í somu grøv. Omma mín Kella, sum tá var 44 ára gomul, sat nú eftir við fimm synum og tveimum døtrum. Hon sat einkja til sín doyggjandi dag. Hon gjørdist 87 ára gomul, tolin sum fáur. Hon varð jarðað 1. jóladag 1973. Sama heystið í 1930 var pápi Kellu ommu, Andreas hjá Johonnu, við Gefion. Hann fekk heilabløðing, kom heim og doyði 64 ára gamal. Hetta var aftur ein smeitur fyri ommu og børnini. Hetta var heldur ikki hennara seinasti smeitur. Seinni, tá ið tuberklarnir gingu, misti hon dóttir sína Valborg, og tveir synir vórðu smittaðir. 30­árini vóru tung at koma ígjøgnum, men sum tíðin leið vuksu synirnir til og kundu hjálpa til í húsinum. Pápi segði mangan, at hann var 20 ár, áðrenn hann kundi leggja nakað til síðis til sín sjálvs. Fólk hjálptu hvørjum øðrum bæði so og so. Og var pastor Grøn á umreisu, so gav hann altíð ein seðil í hondina. Okkurt kom eisini sendandi úr Klaksvík til jólar sama ár. Manningin á Ernestine var ikki við til jarðarferðina. Orsøkin var tann, at jarðarferðin var í Klaksvík sama dag. Helst vóru teir ikki væl fyri eftir hesa hending, men teir komu út á summarið at vitja. Dávur í Gerðum og konan, Armgarð, komu á Hvítusunnu. Seinni kom pápi at sigla við Skálanes, tá ið hon kom. Hann var við henni í 15 ár, og kom sostatt at sigla við skiparanum, synum hansara og fleiri av teimum, sum høvdu verið við Ernestinu. Sóust í hamferð Kella átti eina systir, Olevina, sum “sá”. Hon sá eisini feðgarnar báðar í túninum vanlukkukvøldið. Teir vóru í oljuklæðum, og sjógvurin rann úr teimum. “O, Jesus, hvat gera tit her í kvøld,” rópti hon. So sá hon teir fara upp trappurnar hjá teimum og innar. Sjálv fór hon aftaná, men tá var hurðin læst. Tá skilti Olevina, at hetta var ikki náttúrligt. Tað vóru eisini aðrar frásagnir um at fólk hava "sæð" ella verið samdroymd, sum ofta var í sam­ band við slíkar hendingar. Tjørnuvík er gomul “trettanda­ bygd”, men eingin trettandi er hildin síðan hesa vanlukku. Dávur var við til at bera kistuna við vinmanninum Dávur í Tjørnuvík var vinmaður Henge, sum hann eisini ognaði fyrstu bók sína saman við einum øðrum vinmanni, sum eisini doyði ungur. Dávur fekk frásøgn um tilburðin frá einum, sum var við. Hann skrivar millum annað: "Lias var av raskastu sjómonnum og óførur at fiska. Hann mundi vera tann besti at fiska umborð. Lias var komin upp í rigningin. Hann rópti á Henge um at binda seg fastan, tí brotini skolaðu útyvur teir. Men Henge vildi ikki. Hann hevur helst hildið tað vera frægast at fara fram á sprytið, har tað var betri at vera. Men eitt brot tók hann, og hann fekk ikki tikið í nakað. Hann skolaði fleiri ferðir út og inn av dekkinum. Hann rópti eftir pápanum, sum svaraði: "Eg verði skjótur." Tað gjørdi hann eisini. Hann datt úr rgninginum mestsum deyður. Kanska hevði hann fingið onkran snudd Motorur hjá Kjølbro kom við báðum kistunum til Tjørnuvíkar. Eg var við at bera Henge. Tað var ræðuliga tungt. Vit máttu taka vindeyguni úr stovuni í niðara enda fyru at fáa kisturnar inn." Miðvikan Kella við sínum fimm synum. Hon misti mann og son við Ernestinu. Men hon bardi seg undan Tvær kempur úr Tjørnuvík. Sannilena á Lofti og Dávur í Vík, sum eiga sítt íkast í hesi søgu Framhald á síðu 34 Framhald frá síðu 16