mikudagur 7. apríl 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
34
Sosialurin
Tá Sannilena misti vin
mannin við Ernestinu
Tá so langt er fráliðið, kann tað
vera ringt at finna fram til nakað
nýtt um eina slíka hending. Men
eg var so heppin at koma at kenna
Susanne Malene, vanliga kallað
Sannilena, á Lofti á Eiði, ættað úr
Tjørnvík. Sannelenu restaði bert
fáar mánaðir í at gerast 100 ára
gomul. Hon mintist væl til og dugdi
sera væl at greiða frá.
Í 2004, tá ið Sannilena var 96 ára
gomul, greiddi hon FF-blaðnum
frá tí sambandi, sum hon hevði við
hesa hending.
Sannilena
var
vinur
við
Jógvan Hendrik, Henge, sum fórst
saman við pápanum Jógvan Elias
Heinesen.
Sannilena greiddi frá:
Henge var fráhaldsmaður
Vit vóru rættiliga javngomul. Hann
var eitt ár yngri enn eg. Mammur
okkara vóru systkinabørn. Vit
plagdu altíð at spæla saman, og vit
vóru altíð so ómetaliga væl. Henge
var júst farin uppí Losjuna á Eiði,
sum tá var í blóma. Hetta vísti, at
hann var ein drongur við stirðil og
vilja. Hann fekk til tað síðsta víst,
at hann meinti tað at halda seg frá
rúsdrekka.
Henge hevði føðingardag tann
31. mars. Hann vildi fylt 21 ár í
1930. Og heldur enn at skeinkja
fyri manningini keypti hann ein
kassa av sigarum við sær at bjóða
føðingardagin. Men hetta náddi
hann júst ikki.
Eg minnist sera væl seinastu
ferð, eg var saman við Henga. Tað
var um føstulávint, at eg skuldi fara
til Havnar at læra at seyma.
Fyrsti partur av leiðini skuldi
vera at ganga suður á markið
millum Tjørnuvík og Haldarsvík,
sum er ein hampuliga drúgvur
teinur. Hagar skuldi drongur mín,
Pedda, koma eftir mær av Eiði. Eg
skuldi so fara av Eiði til Havnar.
Men eg hevði brúk fyri onkrum
at bera viðførið fyri meg, og hetta
gjørdist Henge. Hann var altíð
so makaleysur, so hann játtaði at
koma við mær, áðrenn hálvtalað
var orðið.
Vit skiltust so, og vit væntaðu at
síggjast aftur, tá skipini komu heim
aftur.
Óskiljiligt skav
Eg fór so til Havnar og búði í
Qullingsgarði, har eg lærdi at seyma
hjá konu Wentsel Petersen. Men so
var tað eitt kvøldið, táið eg skuldi
fara til songar. Tá hoyrdi eg eitt slíkt
merkiligt skav. Eg fór at hyggja, men
varnaðist einki. Eg hoyrdi skavið
stóran part av náttina og fekk
illa sovið. Um morgunin spyrji eg
húsfólkið, um tey hava hoyrt nakað.
Nei, tað høvdu tey ikki. Eg spurdi,
um tey áttu nakra kettu, sum kundi
hava verið orsøkin. Nei, hetta var so
heldur ikki frágreiðingin.
Hvussu var og ikki, seinni
vísti tað seg, at tað var júst hesa
náttina, at vinmaðurin skolaði út
av Ernestinu.
Tað var sjálvsagt sera sárt at
frætta hesi tíðindi. Eg fór eisini til
Tjørnuvíkar at fylgja. Eg keypti ein
krans frá Petur Alberg, hann sum
gjørdi lagið til tjóðsangin. Petur
pakkaði kransin væl í eina eskju, so
eg kundi hava hann í hondini, táið
eg fór við báti og til gongu tann
langa teinin norður til Tjørnuvíkar.
Tað var eisini syrgiligt at síggja
hesar tvær kisturnar inni í stovuni
hjá Kellu. Pastor Grøn talaði, og tað
var nógv fólk til jarðarferðina.
Sannilena giftist á Eiði við Pedda
á Lofti, og teirra fyrsta barn varð
uppkallað eftir feðgunum Jógvan
Hendrik og Jógvan Elias. Dóttirin
eitur nevniliga Herdis Elina.
Sannilena hevði mann, sum
eisini var fiskimaður, og hon plagdi
at siga at "eg havi altíð verið so góð
við sjómenninar. Tað, teir forvinna,
eru dýrt keyptir pengar."
Diurin var á somu
leið sum Ernestina
Tað kunnu neyvan vera nógvir
føroyskir fiskimenn, sum vóru
á somu leiðum, sum Ernestina
hendan feigdardagin í 1930, og sum
enn eru á lívi.
Men ein vita vit so um. Tað er
tann 101 ára gamli Andreas Djur-
huus, ættaður úr Porkeri, vanliga
kallaður Diurin, sum tá var 21 ára
gamal.
Hann var á hesum leiðum júst
tá. Hann minnist eisini so ótrúliga
væl, og hann minnist eisini hendan
dagin, tá ið vanlukkan við Ernestinu
hendi.
Diurin var við City of Norwich.
Hetta var ein slupp úr Vági, sum
Diurin var við í fýra ár. Skipari
var Gunnar Danielsen, ættaður úr
Søldarfirði, men búsitandi í Vági.
Diurin minnist, at teir eisini lógu
bakk hendan dagin. Ì veruleikanum
var hetta ikki tað ringasta, sum
kundi henda. Tað var vanliga so
strævið, tá fiskað varð, at tað kom
væl við at fáa ta hvíld, sum ein
bakkdagur var.
Manningin var býtt upp í eina
deksvakt og frívakt. Var frívakt
var friður at vera í koyggjuni.
Deksvaktin skuldu altíð vera tøk,
um hon so var í lugarinum og
menninir eisini kundu leggja seg
oman á dýnuna. Men tað vóru altíð
tveir mans, sum høvdu útkikk.
Skipini lógu fyrst spakuliga inn
eftir, tá tey lógu bakk. Tá hildið var,
at komið var nóg nær landi, varð
vent út aftur. Tað kundi væl henda,
at bakkveður var í fleiri dagar.
Allur flotin lá annars úti á
grynnini. Skipini lógu so tætt, at
tað bar til at síggja menninar á
dekkinum. Tað vóru eisini ein rúgva
av skipum. Føroyingar høvdu upp
til 150 skip við 3.500 monnum undir
Íslandi í senn um hesa tíðina.
Tað kundi vera sera ójavnt veður
á Suðurlandinum. Diurin sigur,
at tað kundu vera heilt ár uttan
nakran bakkdag.
Skipini vóru annars sera ymisk.
City var eitt so gott sjóskip, at teir
mistu ikki eina skottfjøl av óhappi,
meðan Diurin var við.
Men hinvegin, so kundi eisini
vera rættulig ódn sum í 1932, tá ið
Immanuel og Laura gingu burtur.
Tá var Diurin á veg til Íslands við
Norðfarinum.
Tá skipini veiddu á Suðurlandi-
num, vóru ikki nógvar havnir at
koma inn til. Tað Diurin minnist
mest til er Vestmannaoyggjarnar og
Reykjavík. Hann fortelur eisini, at
tá ið teir fóru inn í Reykjavík, tóku
teir tey tøku toskarhøvdini inni við
sær. Tey blivu seld í Reykjavík, og
tað sum kom inn, býttu teir millum
sín at keypa fyri í landi.
Fyri at koma aftur til henda
vanlukkudagin í 1930, so gekk tað
ikki leingi til hetta frættist til hini
skipini, hóast eingin telefon var
umborð. Men skipini sigldu uppá
prei hjá hvørjum øðrum, og tað,
sum fyrst eitt skip frætti, frættist
skjótt til øll hini.
Skipini
kendu
eisini
hvørt
annað, so tey varnaðust eisini um
eitt teirra manglaði, tá veður var
aftur at fiska. Tað varð eisini fylgt
við, um skip fór at sigla heim. Tá
heysaði tað flaggið, og so vistu hini
skipini tað.
Feðgarnir í Tjørnuvík Jógvan Elias og Henge. Teir
fylgdust í lívinum og teir fylgdust í deyðan
Jákup Mikael Tjørnudal á grøvini hjá abbanum,
pápabeiggjanum og øðrum í ættini
So tætt lógu skipini
Komandi partur
verða millum annað frásagnir
frá Eliseus Jacobsen av Syðra-
dali, sum kona hansara Lisa
greiddi frá, og frásøgn hjá
Torleif Justinussen um pápa
hansara Ísak. Báðir komu
frá Ernestinuvanlukkuni við
lívinum.
Miðvikan
Framhald frá síðu 33