Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. apríl 2010 36 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Tað var í gjár, at Kyndil almanna­ kunngjørdi nýggja venjaran, Henrik Gerster, sum síðst vandi kvinn urnar hjá Stjørnuni, har hann vann tvey meistaraheiti og tríggjar steypakappingar í trý ár. Undan tí hevur hann eitt nú vant menninar hjá H71. – Kyndil er mest vinnandi fel­ ag í føroyskum manshondbólti, og eg eri sera fegin um at fáa møgu­ leikan at venja fyrst manslið hjá felag num, sigur Henrik Gerster við heima síðuna hjá Kyndli. – Vit fara at leggja dent á at skapa úrslit og samansjóða teir royndu spælararnar og tey mongu talent ini, ið eru á veg. Kanska eisini onk ur spælari kemur aftrat. Hjálparvenjari hansara hesi tvey árini verður Hjalmar Klein Olsen, sum eisini hetta kappingarárið hev ur verið hjálparvenjari hjá Kyndli, umframt at hann hevur vant unglingar og dreingir 17 hjá fel ag num. Dia Midjord, sum hevur verið mansvenjari hjá Kyndli síðstu trý árini, ynskti ikki at halda fram, og tí valdi Kyndil at fara eftir Gerster, sum annars hevur hildið frí frá hond bóltinum í vetur. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen At KÍ fekk tvey mál síðsta korterið av fyrra hálvleiki, fekk helst avgerandi týdning fyri, hvussu oddadysturin í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið endaði. AB, sum hevði verið væl við og havt onkran góðan kjans fyrsta hálva tíman, fór mestsum púra burtur í einki, tá KÍ var komið framum. Fyrsta málið kom eftir hálvan tíma, tá Rannvá Andreasen fór ígjøgnum verjuna hjá AB og spældu Sofíu Purkhús púra leysa inn fyri málinum, og beint fyri hálvleik kom KÍ upp á 2­0 eftir hornaspark, sum Sigrid Jacobsen skallaði ímóti málinum, men Sofía prikaði tað síðsta pettið inn. Henda skelkin, at koma afturum við tveimum málum ímóti KÍ, megnaði AB ongantíð at rista av sær. Hóast tað nógva gekk fyri seg á miðjuni og bæði lið stríddust væl, var tað KÍ, sum hevði tamarhald á tí nógva. Serliga í seinna hálvleiki var lítið um AB, ið ongantíð ordiliga megnaði at hótta vertirnar. AB­kvinnur fingu tó víst, at tær eru einasti veruligi avbjóðarin hjá KÍ, men í gjárkvøldið lá ov illa fyri at skapa neyðugu málkjansirnar. Tann parturin bilaði ikki hjá KÍ, sum saktans kundi vunnið meira, tí eitt nú endaðu tvær royndir á málrammuni hjá AB. Síðsta málið skoraði Malena Josephsen við einum langskoti tríggjar minuttir fyri tíð, og so kundi staðfestast, at KÍ í øllum førum er omaná, nú kvinnukappingin júst er farin í gongd. Spurningurin er so, um AB onkra aðru ferð kann hótta meira, enn liðið megnaði í gjárkvøldið – í øllum førum er neyvan hugsandi, at nakar annar kann gera tað. Hinir báðir kvinnudystirnir, ið blivu útsettir annan páskadag, verða spældir í annaðkvøld klokkan 18. Tá tekur MB ímóti Skála og EB/Streymur tekur ímóti Víkingi. einslistir@kallnet.fo – Vit hildu tað vera spell, at eingin talentvenjing eisini var fyri gentur, og tá Fótbóltssambandið ikki hevði tað á skránni, tóku vit bara sjálvar stig til tað, sigur Hanna Olsen, sum sjálv triðja kemur at standa fyri talentvenjingini. Hinar báðar eru Ingun Hansen og Sunn­ uva Vesturdal, og tær tríggjar sita eisini allar í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum. – Tá vit fyrr hava eftirlýst talent­ venj ing fyri gentur, hevur undan­ førsl an verið, at tað var ov torført at finna vøll til slíka venjing. Men tað er nokk bara í Havn, at tann trupulleikin er, so tí byrja vit bara sjálvar við talent venjing í Eysturoynni. Ætlanin er at hava gentur í aldr­ inum 12­14 ár til talentvenjing eina ferð aðru hvørja viku, og fyrsta venjingin verður á Eiði mána kvøld­ ið frá klokkan 17.30 til 19, og ætlanin er so at skifta mill um vøll irnar á Eiði, Skála og í Gøtu. – Vit fáa fimm spælarar úr EB/ Streymi, fimm frá Skála og fimm úr Víkingi við til fyrstu venj ing ina, og so fáa vit at síggja, hvussu hildið verður fram, sigur Hanna Olsen. – Ætlanin er at taka út av nýggj­ um fyri hvørjar tríggjar venj ingar, so eisini aðrir spælarar kunnu sleppa framat. Tað er ikki vist, at tað verða fimm spælarar úr hvørjum felag til komandi venj ingar, tí hevur okkurt felag fleiri evnaríkar spælarar, fær tað sjálv andi eisini fleiri spælarar við og hini færri. Tær tríggjar fótbóltskvinn ur nar halda, at tað hevði verið stuttligt, um kanska eisini onnur feløg tóku seg saman um líknandi venjingar, tí so kundu teir ymsu talentbólkarnir eitt nú spælt venj ingardystir og havt onnur tiltøk saman. einslistir@kallnet.fo AB gjørdi einki við KÍ 1 deild kvinnur Klaksvíkskvinnur sótu á øllum í seinna hálvleiki og vunnu uppiborið á AB, sum var væl við at byrja við, men misti pippið eftir steðgin Gentufótbóltur Tríggjar fótbóltskvinnur hava tikið stig til at hava talentvenjing við tilsamans 15 spælarum í aldrinum 12-14 ár. Fyrsta venjingin verður á Eiði mánakvøldið Talentvenjing fyri smágentur Hondbóltur Kyndil, sum vann silvur í bæði lands- og steypakappingini hjá monnum, hevur gjørt sáttmála við Henrik Gerster, sum komandi tvey árini skal venja besta mansliðið hjá felagnum Gerster til Kyndil KÍ-kvinnurnar halda fram, har tær sleptu í fjør, og við 3-0 sigrinum á AB í gjárkvøldið vístu tær, hvat tær ætla í ár eisini Mynd: Álvur Haraldsen GrØnur venJAri Eftir eitt sabbatár frá venjingini, er Henrik Gerster aftur komin á vøllin, nú sum mansvenjari hjá Kyndli næstu tvey árini Mynd: Álvur Haraldsen frAMHAld