mikudagur 7. apríl 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 7. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttur
Takk fyri,
Jákup
Fótbóltur
– Vit hava nógv
at nógv at takka
Jákupi Mikkelsen
fyri, sigur Rógvi
Jacobsen, sum
samstundis
fegnast um, at
tað riggaði at
satsa hjá teimum
Rólant Waag Dam
Rógvi Jacobsen takkar bæði
málverja og venjara fyri úr
slitið í gjár.
– Vit máttu satsa, um vit
vildu hava nakað burtur úr
dystinum, og tað vísti seg
eisini at geva úrslit. Somu
leiðis var Jákup Mikkelsen
eisini orsøkin til, at vit ikki
vóru
aftanfyri
við
fleiri
málum, tá vit høvdu spælt
ein tíma, ljóðar stutta sam
anumtøkan hjá Rógva Jacob
sen av dystinum í gjár.
– Nú haldi eg, at vit eiga
at vera rættiliga væl nøgdir.
Um illa vildi til, so høvdu
vit einki stig eftir dystirnar
ímóti NSÍ og EB/Streymi,
uttan at nakar tosaði um
nakra kreppu kortini, men
nú hava vit fýra stig og tað er
fínt, sigur hann.
Hinvegin er Egil á Bø hjá
EB/Streymi ikki heilt so
positivur.
– Vit føla avgjørt, at vit
hava mist tvey stig. Hóast
tveir
truplar
dystir,
so
hevu r okkara byrjan upp á
landskappingina ikki verið
tann besta, sigur Egil á Bø.
Hann leggur tó dent á, at
EB/Streymur í fleiri umførum
vísti góðar taktir.
– Og fáa vit bara nakrar
av somu kjansunum í næsta
dysti, so fáa vit nøkur mál,
metir hann.
rolant@sosialurin.fo
Fjórðings finalurnar
flaggdagin
Flaggdagin verða fjórðings final
ur nar í kappingini um Løg mans
steypið spældar, og í gjárkvøldið
var lutakast í 32 sendingini
um, hvussu tey átta liðini skulu
hittast.
Tað endaði við, at steypavinnararnir
í Víkingi skulu á heimavølli spæla
ímóti AB, á niðara vølli í Gundadali
verður grannauppgerð millum FC
Hoyvík og B36, í Fuglafirði møtast
eysturoyarfeløgini ÍF og B68, og
EB/Streymur skal á útivøll at
møta vinnaranum í útsetta dyst
inum millum FC Suðuroy og Ská
la.
hil
Rólant Waag Dam
Longu í fyrsta minutti skuldi EB/
Streymur av røttum lagt seg á
odda. Fyrst spældi Leif Niclasen
Arnbjørn Hansen púra leysan, men
Jákup Mikkelsen vísti beinanvegin,
at hann kom at hava ein ógvuliga
avgerandi leiklut í dystinum, tá
hann kom serstakliga væl úr mál
in um og vardi fyri royndini hjá
kollfirðinginum.
EB/Streymur helt tó trýstinum
og beint eftir fyrstu ávaringina frá
sundalagsmonnum, legði Bjarni
Jørgensen innfyri til Leif Niclasen,
sum eisini átti at fingið meira enn
einki burtur úr góða møguleikanum.
Eisini í hesum førinum var Jákup
Mikkelsen vakin og vardi væl.
Júst fyrsti minutturin var ein
góð mynd av tí, sum næsti tímin
av dystinum hevði at bjóða uppá.
Tað var EB/Streymur, sum hevði
vandamestu álopini og naskastu
royndirnar.
ÍF royndi so frægt teir vóru
mentir, høvdu eisini bóltin rímiliga
nógv, men vóru meiri ella minni
vandaleysir – inn til tað restaðu
20 minuttir og Rógvi Jacobsen var
komin á vøllin.
Pætur átti miðvøllin
Áðrenn hetta hevði Bjarni Jørg
en sen lagt EB/Streym á odda. Tað
skuldi tó nógvir kjansir til, áðrenn
EB/Streymur fekk bóltin í netið
handan Jákup Mikkelsen. Men tá
farið var til hálvleiks bendi alt á,
at tað bara var ein spurningur um
tíð.
Góðar
fimm
minuttir
eft ir
steðgin bragdaði so hjá sunda lags
monnum. Pætur Dam Jacobsen,
sum var nógv tann besti maðurin
hjá EB/Streymi, vann seg leysan
í høgru og legði væl inn fyri til
fremru stong. Har fekk Bjarni
Jørgensen, sum annars ikki gjørdi
nógv um seg, høvdið á innleggið og
Jákup Mikkelsen var prísgivin.
Pætur Dam Jacobsen vísti seg
ikki bara sum arkitektur handan
málið hjá EB/Streymi. Hann var
eisini drívmegin á miðvøllinum,
stríðsmaðurin og ofta partur av
skapandi spælinum hjá felags lið
num.
Rógvi broytti alt
Málið gav EB/Streymi ta leiðslu, teir
høvdu uppiborið. Men bæði áðrenn
og eftir hetta høvdu teir eisini sína
kjansir. Arnbjørn Hansen, Pætur
Dam Jacobsen og Hans Pauli Sam
uelsen royndu seg, uttan at eydnan
var við teimum.
20 minuttir fyri leiklok bleiv
vantandi neyvleikin frammanfyri
málinum av álvara revsaður. Í
sam band við hornasparksstøðu
var Rógvi Jacobsen settur á vøllin
fyri Fritleif í Lambanum, og hann
gjørdi beinanvegin vart við seg.
Hornasparksinnleggið stútaði hann
beint framvið málinum og so vóru
sundalagsmenninir ávaraðir.
Við hesi broyting broyttist alt
á vøllinum. Fuglfirðingar tóku nú
yvir og varpaðu ein langan bólt
fyri og annan eftir móti vælvaksna
klaksvíkinginum, og hesum dugdu
teir í EB/Streymi ikki væl at verja
seg fyri.
Tíggju minuttir eftir at vera
komin á vøllin, stútaði Rógvi Ja
cobsen Andy Olsen leysan, sum
skeyt beint framvið.
Men í yvirtíðini var eydnan so
við fuglfirðingum. Rógvi Jacobsen
var – sjálvandi freistast nógv helst
til at siga – maðurin, sum javnaði
fyri fuglfirðingar.
Og um væl vildi til, so kundi
bæði hann og Øssur Dalbúð skora
eitt í part aftrat. Øssur stútaði eitt
innlegg heilt upp í samankomingina,
men René Tórgarð stórbjargaði.
Stutt eftir buldraði Rógvi Jacobsen
eitt skot á stongina, men eydnan
var við EB/Streymi í báðum førum.
Sostatt endaði alt við, at EB/
Streymur í síðsta enda mugu fegn ast
um eina stigið, teir fingu burtur úr.
Samstundis hava teir alla orsøk til at
iðra seg um, at teir ikki avgjørdu alt,
tá teir høvdu møgu leikan.
Hinvegin eru fuglfirðingar helst
í dag fegnir um stigið, teir ognaðu
sær í evstu løtu, tí sæð yvir allan
dystin høvdu teir ikki uppiborið
meira!
rolant@sosialurin.fo
Eitt stig til
Rógva og Pætur
ÍF
1
EB/Streymur 1
vodaFonedeildin Rógvi Jacobsen og Pætur Dam Jacobsen vunnu sínum
liðum eitt stig í gjár. Teir hjá EB/Streymur stóðu annars til at fara við øllum,
men skuldu prísa seg lukkuligar fyri, at ÍF ikki tók øll stigini í yvirtíðini
Arnbjørn T. Hansen og teir í EB/
Streymi og Høgni Zachariassen og
teir í ÍF fingu eitt stig í part, tá liðini
møttust í Fuglafirði í gjárkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
eitt Í Part