mikudagur 7. apríl 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. apríl 2010
38
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
– Vit taptu í kvøld ímóti einum
liði, sum var betri enn vit og
sum eisini hevur heimsins besta
fótbóltsspælara.
Tillukku
til
Barcelona – teir vóru betri enn vit,
segði venjarin hjá Arsenal, Arsene
Wenger eftir dystin.
Nicklas Bendtner legði Arsenal
á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men
so tóku Barcelona og Lionel Messi
yvir. Fyrst smekkaði Messi til uttan
fyri brotssteigin og javnaði. Løtu
seinni varð hann spældur leysur í
brotssteiginum og legði Barcelona
á odda. 21 minnuttir eftir 21. minutt,
tá Messi skoraði sítt fyrsta, skoraði
hann sítt triðja mál og harvið
hattrick. Hann bleiv spældur leysur
og lyfti bóltin upp um Arsenal-
málverjan til 3-1.
Í seinna hálvleiki royndi Arsenal
at koma seg, men Barcelona vardi
væl fyri og hótti javnan í hinum
endanum. Stutt fyri tíð skoraði
Messi fjórða mál, tá hann í aðru
atløgu fekk sent bóltin millum
beinini á Almunia og skorað til
endaúrslitið 4-1.
Allir róstu Messi
– Fyri meg, so er Messi tann besti
spælarin í øllum heiminum –
nógv tann besti. Tá hann er við
í spælinum, er hann ógvuliga
vandamikil. Tá hann setir ferð á við
bóltinum, er hann sera vandamikil,
sigur
Wenger
um
fýrafalda
málskjúttan hjá FC Barcelona.
Síðsti skansin á Arsenal liðnum
var málmaðurin, Manuel Almunia,
sum fýra ferðir mátti fara í málið
eftir bóltinum, eftir at Messi hevði
roynt seg.
– Eg royndi at lesa hann av, men
tað er sera torført. Hann gera hvat
hann vil við bóltinum – tá hann vil.
Tað er ringt at steðga einum slíkum
spælara, segði Almunia eftir dystin.
Nicklas
Bendtner,
ið
legði
Arsenal á odda, viðgekk eisini at
Barcelona og serliga Messi, bara
hevði munin í gjárkvøldið.
– Barcelona var tað betra liðið og
til tíðir tapir tú upp á handa mátan.
Teir spældu góðan fótbólt, so um
tú skalt tapa, so vilt tú helst blíva
spældur av vøllinum. Lionel Messi
er ein heilt ótrúligur spælari og tað
prógvaði hann aftur í dag, segði
danski landsliðsspælarin.
Kunnu skriva søgu
Barcelona skal møta Inter Milan í
hálvfinaluni í Champions League,
og sjálvur høvuðspersónurin í
gjárkvøldið, Lionel Messi, kundi
hugsað sær at møtt onkrum øðrum.
– Vit kundu gott hugsað okkum
at sloppið undan Inter, sum er
vælkoyrandi,
men
nú
verður
tað soleiðis, og so taka vit tað,
sum tað kemur, segði eyðmjúki
argentinarin, ið heldur tosaði um
liðið enn seg sjálvan.
– Nú hava vit møguleika at
fara allan vegin, og tað vildi verið
stuttligt, um vit kundu skrivað søgu
sum einasta lið, ið vann Champions
League tvær ferðir á rað. Tað kunnu
vit gera.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Hetta er ikki fyrstu ferð, at José
Mourinho rennur seg í Barcelona
í Champions League. Við Chelsea
rendi Mourinho seg fleiri ferðir í
spanska stórfelagið, og so seint sum
í bólkaspælinum í ár stóð Barcelona
aftur á skránni.
– Persónliga er hetta er mín
fjórða
Champions
League-
hálvfinala. Eg havi vunnið eina,
tapt eina upp á brotssparkskapping
og tapt eina, orsakað av einum máli,
ið ikki var, sigur Jose Mourinho, ið
sipaði til, tá Liverpool í 2005 vann
1-0 á Anfield ímóti táverandi liði
hansara, Chelsea.
– Vit hava vunnið fimm dystir
á rað og hava uppiborið at rokkið
hálvfinalunum. Tú kanst siga, at
Inter er eitt broytt lið í Champions
League-høpi. Vit hava ein dreym um
at koma í finaluna, men Barcelona
hevur fyrimun av at spæla seinnu
hálvfinaluna á heimavølli.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2003,
at Inter spælir seg í hálvfinalunar í
Champions League.
trondur@sosialurin.fo
Champions League Inter gjørdi
skjótt av í Moskva í gjárkvøldið, tí
longu eftir seks minuttum hevði Wesley
Sneijder skorað avgerandi málið
Champions League Lionel Messi skoraði
øll fýra málini, tá Barcelona sparkaði
Arsenal úr Champions League í gjárkvøldið.
Eftir dystin viðurkendi venjarin hjá Arsenal,
at Barcelona var betri og at Messi er
heimsins nógv besti fótbóltsspælari
Messi gandaði
Aftur Mourinho…
gandakaLLurin
Við sínum fýra málum prógvaði
Messi, at hann er heimsins besti
Mynd: Polfoto