mikudagur 7. apríl 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 7. apríl 2010
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Luis Lionel Andrés Messi, sum er
hansara fulla navn, er føddur tann
24. juni í 1987 í býnum Rosario í
Santa Fe í Argentina. Forfedrarnir
komu til Argentina úr italska
býnum, Ancona, í 1883.
Messi hevur spælt fótbólt, síðani
hann lærdi at ganga, og sum fimm
ára gamal kom hann í felagið,
Grandoli, har pápi hansara var
venjari. Evnini vóru eyðsýnd, og
sum átta ára gamal tók hann stigið
víðari og kom til Newell’s Old Boys,
har hann var næstu fimm árini.
Longu sum 11 ára gamal fekk
Messi at vita frá læknunum, at
hann hevði eina hormonsjúku, ið
forðaði fyri, at kroppurin kundi
vaksa. Tá hevði longu argentinska
stórfelag, River Plate, víst honum
áhuga, men tá hvørki Riber Plate
ella foreldur hansara høvdu ráð at
rinda fyri neyðuga hormonviðgerð,
gjørdist endin, at Messi saman
við foreldrum og familju flutti til
Barcelona. Tá var drongurin 13 ára
gamal, men bara 137 sentimetrar
høgur.
Í spanska býnum gekk ikki
long tíð, so fekk Messi møguleikan
at royna seg á Camp Nou, og
beinanvegin var ungdómsvenjarin
hjá
FC
Barcelona,
Carles
Rexach,
fullkomuliga
bergtikin
av
dronginum
og
hansara
einastandandi fótbóltsevnum.
Her ráddi um at smíða, meðan
jarnið var heitt, og Rexach syrgdi
fyri í skundi at gera ein sáttmála
við Messi, sum í fyrsta umfari var
skrivaður á baksíðuni á einum
pappírsservietti.
Samstundis
bjóðaði FC Barcelona seg til at
rinda fyri hormonviðgerðina, og
tí var valið lætt at taka hjá bæði
Messi og familjuni.
Bundin fram til 2016
Við tað sama kom 13 ára gamli
Lionel
Messi
á
U14-liðið
hjá
FC Barcelona, og eftir at hava
arbeitt seg upp ígjøgnum øll
ungdómsliðini, umframt bæði C- og
B-liðið hjá teimum vaksnu, spældi
hann sum 16 ára gamal sín fyrsta
dyst við A-liðnum hjá FC Barcelona,
sum var ein vinardystur ímóti
portugisiska FC Porto.
Tann 16. oktober í 2004 spældi
Messi sín fyrsta almenna dyst fyri
spanska stórfelagið, sum var ein
grannauppgerð ímóti Espanyol, og
eitt hálvt ár seinni skoraði hann sítt
fyrsta ligumál í einum dysti ímóti
Albacete Balompié, sum tá var í
næstbestu deildini.
Tá var Lionel Messi 17 ár, tíggju
mánaðir og sjey dagar gamal, og
tað gjørdi hann til yngsta spælara
nakrantíð, sum hevði skotið mál á
besta FC Barcelona-liðnum. Hetta
metið stóð til í 2007, tá Bojan Krkić
tók tað – við einum máli, sum júst
Messi legði upp til.
Í september 2005 skrivaði Messi
undir ein níggju ára sáttmála við
FC Barcelona, og hesin sáttmáli
var longdur við tveimum árum í
september í fjør, so hann er bundin
til spanska felagið fram til 2016.
Longu tann 27. februar í 2008 kundi
hann spæla sín dyst nummar 100
fyri FC Barcelona og 16. januar í ár
skoraði hann sítt mál nummar 100
fyri spanska stórfelagið.
Árið í fjør var ein marknasteinur
í søgu hansara, tí í mai mánaði var
hann við til at vinna Champions
League-finaluna, sum var ímóti
enska
Manchester
United,
og
seinni á árinum var hann við 473
stigum valdur til besta spælaran í
heiðursátakinum, Ballon d’Or, sum
franska blaðið, France Football,
skipar fyri.
Valdi Argentina
Lionel
Messi
hevur
spanskan
ríkisborgarskap, og hóast honum
stóð í boði at spæla fyri Spania, vildi
hann heldur spæla fyri heimlandið,
Argentina,
har
hann
spældi
sín fyrsta U20-landsdyst ímóti
Paraguay í 2004. Árið eftir var hann
við til at vinna HM-endaspælið fyri
U20-landslið í Hollandi, umframt
at hann gjørdist toppskjútti og var
valdur besti spælari í kappingini.
Verri gekst, tá hann tann 17.
august í 2005 á fyrsta sinni kom í
einum A-landsdysti fyri Argentina
ímóti Ungarn. Messi var skiftur inn
í 63. minutti, men longu 47 sekund
seinni hevði hann fingið reyða
kortið, tí hann hevði givið Vilmos
Vanczák albogan, eftir at hesin
hevði roynt at hildið Messi.
Hóast vánaligu byrjanina á
landsliðnum, hevur Lionel Messi
síðani bitið seg fastan, og mong eru
spent at síggja, hvussu langt hann
kann koma, tí fáur ivast í, at 22 ára
gamli argentinarin er gjørdur úr
sama tilfari sum Pelé, Zidane og –
ikki minst – landsmaðurin, Diego
Maradona, ið hava verið róptir
heimsins bestu fótbóltsspælarar.
Síðstnevndi er tann, tey flestu
hava samanborið Messi við, og
Maradona er nú landsliðsvenjari
hjá Argentina. Spurningurin er
so bara, um Messi ikki longu í
gjárkvøldið vísti við sínum spæli,
hví mong kalla hann Messias – tað
merkir tann, ið koma skal…
einslistir@kallnet.fo
M&M
Messi og Maradona av mynd
að ir til landsliðsvenjing hjá
Argentina. Mong samanbera
Messi við Maradona, og tað
er kanska ikki so ilt at skilja –
serliga ikki eftir málveitsluna
hjá Messi í gjárkvøldið
Mynd: Polfoto
ChaMpions League Heimsins besti fótbóltsspælari, nú vit skriva 2010, er uttan iva Lionel Messi,
sum í gjárkvøldið gloppaði hurðina fyri, hvat vit kunnu vænta okkum meira av í framtíðini
Meistarin Messi