Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 8 Sosialurin Áki Bertholdsen - Fara føroyingar at keypa meiri í Rúsuni, skulu prísirnir á rúsdrekka setast upp. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- málum. Hann stóð rættiliga fyri skotum í Løgtinginum mikudagin eftir at hann nú hevur gjørt av at lata Rúsu na sleppa at hava opið leygar- dagar eisini. Tað er serliga Mið flokk- urin, sum hevur ilt av, at Rúsan nú skal hava opið leygar dagar og við ikki færri enn trimum fyrispurningum á tingi mikudagin um hetta sama evni, syrgdi flokkurin eisini fyri, at málið varð við- gjørt bæði væl og virðiliga í einum drúgvum orðaskifti. Orðaskiftið vardi meiri enn ein tíma, uttan at nakað ser ligt kortini spurdust burt- ur úr. Men ein niðurstøða kann kortini gerast burtur úr orðaskiftinum. Og tann niður støðan er, at vilt tú sleppa undan at prísirnir á rúsdrekka skulu hækka enn meiri, er bara eitt at gera og tað er at halda seg langt burtur frá Rúsuni leygar- dagar. Í sambandi við at Rúsan skal hava opið leygardag, hevur nógv verðið tosað um, antin tað fer at økja um rúsdrekkanýtsluna, at Rúsan nú eisini fer at hava opið leygardagar. Johan Dahl sigur, at hann er spentur upp á at fylgja gongd ini og at vita, hvussu hetta fer at ávirka sølutølini hjá Rúsuni. Og hann ger púra greitt, at fer tað at føra til størri nýts lu at Rúsan fer at hava opið leygardagar, skal hon seta prísirnir enn longur upp fyri at tálma nýtsluna. - Eg ætli mær at fylgja tilmælinum frá Fólka heilsu- ráð num, so førir tað til økta nýtslu, at Rúsan hevur opið leygar dag, so skal prísurin hækka, endurtók hann fleiri ferðir. Hetta er eisini í sam svari við tilmælið frá Fólka heilsu- ráðnum, sum Sosialurin hev- ur fingið innlit í. Ráðið sigur, at royndir úr Svøríki siga, at tá ið upplatingartíðin hjá eina handli num varð víðkað, vaks nýtslan. - Hendir tað eisini í Før oyum, tá ið Rúsan fer at hava opið leygardagar, má hon vera til reiðar at hækka prísin, sigur Fólka heilsu ráðið. Annars stúrir Pál Weihe ikki fyri, at nýtslan fer at hækka. - Tíðirnar eru vers nað a r og fólk hava minni pening um hendi og tað tálm ar nýtslu na, sigur hann. Javnar seg aftur Tað er annars ikki meiri enn eitt hálvt ár síðani, at Rúsan setti prísirnir upp og tað hevur ført til munandi min ni nýtslu. Stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen sigur, at hetta hev ur tálmað nýtsluni mun- andi og eitt nú er sølan í januar og februar í ár eini 5% - 6% minni enn í sama tíðar- skeiði í fjør. Sjálv væntar hon ikki, at tað fer at føra til hægri nýtslu, at Rúsan nú eisini fer at hava opið leygardagar. Hon sigur, at tað hon hev- ur fingið upplýst aðrastaðni frá, kann tað føra til hægri nýtslu eitt skifti, men at tað plagar at javna seg aftur, tá ið ein tíð er fráliðin. Hon heldur eisini, at Rúsan hevur fyribyrgt eini meir nýtslu við at hækka prísirnir longu í heyst, so hon stúrir ikki fyri gongdini, men sjálvandi fylg ja tey við. aki@sosialurin.fo Um tað fer niður í einum slurki, ella í fleiri, hevur minni týdning Pál Weihe Hóttir við at hækka prísin í Rúsuni enn meir rúsdrekka Vilt tú sleppa undan, at rúsdrekka verður upp aftur dýrari, er bara eitt at gera og tað er at halda seg langt burtur frá Rúsuni leygardag Rúsan kann ikki vera ein gamal, súrur, statsligur einahandil, tí so missur hon undirtøkuna ímillum fólk. Tvørturímóti skal hon styrkjast, og tí má hon verða eitt sindur modernað, sigur Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum modernað rúsa Danir gloymt 9. apríl Í dag eru 70 ár, síðani týskararnir hersettu Danmark undir seinna heimsbardaga. Men sambært einari nýggjari kanning veit bara helmingurin av danska fólkinum, hvat hendi tann 9. apríl í 1940. Sama kanning vísir, at av teimum 18 til 25 ára gomlu eru tað bara 17 prosent, sum vita tað. Ditlev Tamm, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, heldur, at tað er ein vanlukka fyri danska skúlaverkið, at so fá kenna hersetingardagin. Hersetingartíðin er kravt evni í danska fólkaskúlanum, men ikki í studentaskúlunum. 9. apríl í 1940 lupu týskararnir eisini á Noreg. Fylgisveinur kannar ís Evropeiski fylgisveinurin Cryosat, sum skal halda eygað við ísinum kring Norðpólin, varð skotin út í ringrás um jørðina í gjár. Ein roynd at senda ein tilsvarandi fylgisvein út í 2005 miseydnaðist, tí rakettin við fylgisveininum datt niðuraftur. Cryosat skal flúgva í 1.700 kilometra hædd, og serlig radaraútgerð skal senda tekin niður á jørðina við jøvnum millumnilum. Hesi tekin kunnu so siga granskarum, hvussu tjúkkur ísurin í póløkinum er. Sagt verður, at mátiútferðin er so neyv, at hon mátar ísin í centimetrum.