fríggjadagur 9. apríl 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. apríl 2010
10
Sosialurin
Alt ov nógv fer
av veiðivirðinum
Fiskivinna Teir, sum eiga Ågot í Klaksvík, tíma ikki longur at rinda stórar
landi ng ar útreiðslur. Nú fara teir at frysta fiskin umborð og landa veiðina
sjálvir. Á næst seinasta túri seldu teir fyri 514.000 krónur, harav land
ingarog sølu út reiðsl urnar vóru umleið 13% av veiðivirðinum
Vilmund Jacobsen
Línuskipið Ågot í Klaksvík
leggur nú um til garnaveiði.
Skipið hevur loyvi at veiða
svartkalva við gørnum, og
hetta loyvi hava teir eisini
brúkt áður. Teir royndu við
gørnum í fjør og løgdu um
aftur til línu í november.
At Ågot nú leggur um til
gørn, er tískil eingi koll velt
andi tíðindi.
Tað nýggja í virkseminum
hjá Ågot er, at teir nú fara at
frysta fiskin umborð – og
fara ikki landa veiðina sum
ísfisk, soleiðis sum gjørt
hev ur verið øll árini, síð an
skipið kom í føroyska fiski
skipaflotan í 2001.
Tá Ågot varð keyptur
úr Noregi, hevði skipið lut
falsliga
nýggja
frystilast,
sum ongantíð hevur verið
brúkt øll hesi árini.
Tað, sum eisini er áhuga
vert, er, at Eyðstein Poulsen,
skipari og eigari, slett ikki er
nøgdur við allar tær út reiðsl
ur, sum standast av land ing
og sølu.
Hann sigur, at á næst
seinasta túri fyri páskir
høvdu teir 132.000 pund av
línu fiski undan Føroyum.
– Vit seldu fyri tilsamans
514.163 krónur, men har av
vóru landingar og sølu út
reiðslur út við 70.000 krón
ur, sum eg haldi er ein alt
ov stórur partur av sølu
virðinum.
Meðan vit práta, hyggur
Eyðstein Poulsen í skjølini
og letur okkum vita, hvørjar
faktuellu útreiðslurnar eru
av eitt nú landing og støddar
skiljing.
– Vit rinda út við 29.000
krónur bara fyri at fáa fiskin
upp úr lastini og slakar 26.000
krónur fyri støddarskiljing.
Aftrat hesum kemur byrj
un argjald og síðan gjald fyri
søluna av veiðini.
Eyðstein vísir á, at landing
og søla av hesum 132.000
pund unum, sum góvu stív
liga hálva miljón krónur í
sølu virði, kostaði skipi og
mann ing út við 70.000
krón ur – ella góð 13% av
samlaða søluvirðinum.
– Hetta haldi eg er alt
og nógv, sigur skiparin og
reiðarin, sum nú ikki tímir
hetta meiri.
Í egnar hendur
Eyðstein Poulsen ásannar,
at nú tað treingir saman
um ymsastaðni í vinnuni,
er líkt til, at ymisku tætt
ir nir líkasum royna at taka
sum frægast til sín.
– Vit eru fyrsta lið í okk
ara parti av vinnuni, og í
slík um føri eru tað skip og
fiskimenn, sum mugu galda.
Árið í fjør var vánaligt, og vit
vilja gera okkara til fyri, at
árið í ár skal vignast betri.
Tað nyttar so lítið, hvat vit
fiska um prísir og tað, sum
stendur eftir á botnlinjuni,
ikki roynist, tá árið er úti.
Eyðstein Poulsen hevur
tí gjørt av at ganga nýggjar
leiðir við Ågot og sínum
fólki.
– Vit leggja nú um til
garna veiði,
hava
startað
frysta ríið upp og fara at
frysta umborð.
Hann sigur, at Heilsu
frøðiliga Starvsstovan skal
koma við síni góðkenning,
tá frystarí, sum ikki hevur
verið í brúki so leingi, verður
startað uppaftur til frysting
av fiski.
– Higartil vísir alt seg at
rigga, sum tað skal, og vit
vóna, at góðkenningin kem
ur, so vit kunnu loysa seinni
í hesi vikuni.
Eyðstein vísir á, at soleiðis
sum føroysk ísfiskaveiða
er vorðin við lítlari kapping
um fiskin, snýr tíðin, skip
og manning eru í sjónum,
seg ofta líka nógv um, nær
komast skal til landing, sum
um at fáa fisk á feltinum.
– Hetta er vorðið rættiliga
strævið. Tí hava vit nú valt at
fara at frysta umborð, soleiðis
at vit ikki eru so tengdir at
landingar og søluliðnum,
sum vit eru í dag.
Hann sigur, at aftanfyri
hugskotið at frysta umborð
liggur eisini, at manningin
sjálv skal landa veiðina, tá
hon skal skipast upp.
– Vit hugsa longur enn
til bara at heilfrysta veið
ina. Vit hugsa eisini um at
skráskera, men til tess krevst,
at landsstýrið gevur okk um
loyvi til tess. Vit hava søkt
um hetta loyvi, men hava
ikki fingið svar úr Fiski
málaráðnum.
Eyðstein vísir á, at teir
hava loyvi at avhøvda svart
kalva umborð, men ikki
skráskera.
– Vit fara so at royna
hetta, og vit vóna, at hetta
kann vera viðvirkandi til,
at vit fáa ein betri rakstur –
bæði til skip og manning.
Skiparin heldur, at fleiri
fyrimunir kunnu vera við at
frysta veiðina umborð.
– Ein er, at tú ikki alla
tíðina noyðist at hugsa um,
nær farast skal inn at landa
og fiskurin, sum liggur fryst
ur, gerst heldur ikki gamal
eftir nøkrum døgum. Eru
prísútlitini vánalig, er ikki á
sama hátt neyðugt at selja
veiðina til tann fyrsta og
besta. Í aðrar mátar skuldi
eis ini verið møguligt á ym
iskan hátt at skipað seg betri
umborð.
Eyðstein Poulsen sigur seg
vera rættiliga spentan upp á
hesa royndina, sum teir nú
fara undir og sum skilst, eru
tað fleiri við honum, sum
bíða spentir eftir, hvussu
hetta fer at rigga.
Ætlanin er, at Ågot loysir
við eini 8 monnum umborð.
vilmund@sosialurin.fo
… vit hugsa longur enn til bara at
heilfrysta veiðina umborð. Vit hugsa
eisini um at skráskera, men til tess
krevst, at landsstýrið gevur okkum
loyvi...
EyðstEin PoulsEn
sLÓÐBRÓTaRaR
– Vit eru fyrsta lið í okkara parti av vinnuni, og í slíkum føri eru tað skip og fiskimenn, sum
mugu galda, tá tað gongur niður á bakka. Árið í fjør var vánaligt, og vit vilja gera okkara
til fyri, at árið í ár skal vignast betri, sigur Eyðstein Poulsen, skipari og eigari av Ågot
Mynd: Jens Kr. Vang
Ågot: 2001
Skipaslag: Frysti
línuog garnaskip
Smíðiár: 1970
Longd: 32,31 m.
Breidd: 7,47 m.
Eigari: sp/f Ågot,
Klaksvík
Fakta
Heilsudagur í Runavík
Áhugavert tiltak fyri starvsfólk skipað av røktarheiminum og hjartafelagnum á Røktar
og ellisheiminum í Runavík. 13. apríl kl. 10.00 verður skipað fyri áhugaverdum tiltaki fyri
starvsfólk. Hesin dagur er ætlaður sum “heilsudagur” burturav. Skráin er fjølbroytt. Starvsfólkini
fáa høvi til, at fáa gjørt ymiskar kanningar – mált blóðtrýst, blóðsukur, kolesterol og BMI. Tað er
hjartafelagið, ið stendur fyri kanningunum. Fitnessreiðskapurin í fysioterapiini er til taks allan
dagin og so er eisini ætlanin við fimleiki – bæði í samkomuhøllini og í venjingarhylinum. Gongutúrar
framvið Toftavatn eru somuleiðis á skránni. Allan dagin borðreiðir køkurin við heilsugóðum mati.
Dagurin endar kl. 15.00, tá Sølvi Reinert Hansen heldur fyrilestur undir heitinum: »Jaligur lívsstílur«.
Meira upplýsingar á heimasíðuni: www.ere.fo