fríggjadagur 9. apríl 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. apríl 2010
12
Sosialurin
Kjak
Um hetta er so, so hevur
Gud skyldina í øllum tí ringa
sum hendir í heiminum, tað
verið seg sjúkur, deyði, kríggj,
forfylging, terrorisma osfr.
Men er hetta nú so? Hvat
sigur bíblian?
Valdið á jørð var
givið til menniskja
Ja, Gud hevur tað hægsta
valdið í universinum, eingin
hevur størri myndugleika
og kraft enn hann. Hansara
yvirorðnaða ætlan fer at
henda, um t. d. afturkomu
sína. Men tað merkir ikki
at hann at stýrir øllum
sum hendir í heiminum og
í okkara lívi. Hvussu ber
tað til? Tí Gud hevur givið
menniskjum
myndugleika
og frælsi til sjálvi at taka
avgerðir. Tað lesa vit t.d. um
í 1. Mós. 1, 28: Og Gud signaði
tey (menniskjuni). Gud segði
við tey: »Nørist, vaksið í
tali, fyllið jørðina og gerið
tykkum til harrar hennara,
ráðið yvir fiskunum í sjónum,
fuglunum undir himli, og
yvir hvørjum dýri, ið á jørðini
rørist!«.
Ein stjórn hevur eisini
hægsta vald (suverenitetin)
í tí landinum tað situr í, og
kann gera lógir ímóti krimi
naliteti. Men tað merkir ikki
at borgararnir í landinum
altíð vilja fylgja hesum lóg
um.
Vit hava valið til at
fylgja Guds ætlan
fyri okkum
Í Jeremia 29,11 stendur so
leiðis: »Tí at eg veit, hvørjar
ætlanir eg havi í hyggju við
tykkum, sigur Harrin, ætlanir
um frið og ikki um ógævu, til
tess at veita tykkum vónríka
framtíð.« Altso, Gud hevur
bert góðar ætlanir fyri hvørt
einstakt menniskja. Men eis
ini her ráða vit menniskju
fyri um vit vilja fylgja Guds
góðu ætlan fyri okkum. Tað
hendir ikki »automatiskt«.
Eitt dømi uppá hetta lesa vit
um í 5. Mós. 30,19: »Eg taki í
dag himmal og jørð til vitni
móti tykkum, at eg havi
lagt fyri teg lívið og deyðan,
signingina og bannið vel
tí lívið, so tú og avkom títt
kunnu liva!«.
Somuleiðis er tað eisini
Guds vilji fyri okkum at vit
øll skulu blíva frelst. Hann vil
ikki at nakar skal fortapast.
Hetta kunnu vit lesa um
fleiri støð í bíbliuni, t.d. 2.
Pætursbræv 3,9: »Harr in er
ikki seinførur við lyft in um
– tóat summi halda tað vera
seinføri – nei, Hann er lang
móðigur fyri tykkara skuld;
tí Hann vil ikki, at nakar skal
fortapast, men at øll skulu
koma til umvending«.
Merkir tað so at øll menn
iskju blíva frelst? Tíverri nei.
Jesus sigur í Matt. 7,1314:
»Farið inn um hitt tronga
portrið! Tí portrið er vítt,
og vegurin er breiður, sum
førir til undirgang, og tey
eru mong, sum fara inn um
tað; og portrið er trongt, og
vegurin er smalur, sum førir
til lívið, og tey eru fá, sum
finna hann«.
Hvussu ber hetta nú til
at menniskju glatast tá nu
Gud vil at vit øll skulu blíva
frelst? Tí menniskja hevur
fingið rættin til at velja
sjálv. Í hesum føri valið til at
trúgva á Jesus Kristus. Ella
at lata vera.
Hví hendir so nógv
ringt í heiminum?
Um tað var Guds vilji ella at
hann hevur givið loyvi til
hetta, so eiga tey sum meina
hetta ikki at stríðast ímóti
hesum »gudgivnu« ólukkum.
Hevur tú fingið kreft, so lat
vera við at fara til læknan. Tað
er jú Guds vilji at hetta skuldi
henda«. Hví geva neyðhjálp
til Haiti? Guð hevur jú loyvt
jarðskjálvtanum at henda,
og skulu vit tí lata hansara
»vilja« henda til evsta mark.
Vónandi síggja øll at hetta
er heilt burturvið. Tað er als
ikki í samsvar við Hans ara
ætlanir fyri friði fyri okk
um.
Men um tað ikki er Gud og
heldur ikki onnur menniskju
(í hesum føri), hví henda
slíkar vanlukkur so?
Tí tað vald ið Gud gav
menniskja, var givið víðari
til djevulin. Tá menniskja í
Eden valdi at vera djevlinum
lýðin, gav hon hetta valdið til
hann. Rómbrævið 6,16 sigur:
»Vita tit ikki, at táið tit bjóða
tykkum fram einum sum
tænarar, til at akta hann, so
eru tit tænarar hjá tí, sum tit
akta, veri tað nú hjá synd –
til deyða – ella hjá lýdni – til
rættvísi – ?«.
Djevulin var ein eingil
settur í Eden fyri at tæna
menniskju, men hesin valdi
– ímóti Guds vilja og ætlan
– at gera uppreistur ómóti
Gudi og seta seg sum harra
yvir heimin og menniskja.
Hetta kalla vit syndafallið
skilnaðurin millum Guð og
menniskja.
Tá Jesus møtir djevulin í
oyðimørkini, staðfestir hann
sjálvur at hann hevur fingið
hetta valdið.
»Og Djevulin segði við
Hann: »Tær skal eg geva
vald ið yvir øllum hesum,
og dýrdina, sum í hesum
ríkjum er; tí mær er tað givið
í hendur, og eg gevi hvørjum
tað, sum eg vil«. Lukas 4,6.
Og djevulin vil okkum alt
ilt. Jesus ávarar okkum í Johs.
10,10: »Tjóvurin (djevulin)
kemur bert at stjala og drepa
og forkoma; Eg eri komin,
fyri at tey skulu hava lív og
hava yvirflóð«.
Út frá hesum versinum
burdi tað verið greitt fyri
einn og hvønn hvør ið stend
ur aftanfyri alt ilt.
Um Guð hevur givið djev
ulin loyvi til at gera okkum
ilt, hví hava vit so fingið boð
at standa honum ímóti?
»Verið tí Gudi undirgivin!
Men standið Djevulinum
ímóti, so skal hann flýggja
frá tykkum!« Ják. 4,7.
Og hví hevur Gud hev ur
álagt okkum at hava dóms
vald og løgreglu til at døma
og revsa tað illa? (Róm 13,1
5).
Kunnu vit gera nakað?
Inntil Jesus kemur aftur, vil
tað vera óndskapur í heim
in um. Sum kristin eru vit
serliga í vanda fyri álopum
djevulsins: »– Og øll, sum
vilja liva gudiliga í Kristi
Jesusi, skulu verða atsøkt«
2. Tim. 3,12.
Jesus hevur við sínum
deyða vunnið valdið aftur frá
djevulin, og givið tað til sína
kirkja (tey trúgvandi).
Tí hava vit vald og mynd
ug leika til at standa djevulin
og hansara óndskapi ímóti,
sum Jákupsbrævið 4,7 sigur.
Leysliga endurgivið frá Andrew
Wommack Ministries, www.awmi.net
Vald Guds – og menniskjunnar
Læran um at Gud ræður ella loyvir øllum sum hendir, er
vanlig at hoyra í dag. Sagt verður at einki kann henda uttan
at Gud vil tað ella hevur loyvt tað, bæði gott og ringt.
Andras Restorff
art@kallnet.fo
Tí tað vald ið Gud gav
menniskja, var givið
víðari til djevulin. Tá
menniskja í Eden valdi at
vera djevlinum lýðin, gav
hon hetta valdið til hann
Ytri ringvegur
eigur innivist
í langtíðar
íløguætlanini
Tað er ongin ivi um, at tað
eru nógvar hættisligar far
leiðir í Føroyum, og nógvar
farleiðir eru enntá reinar
deyðsfellur.
Ynskilistin
hjá teimum ymsu borg ar
stjórunum
kring
landið
er stórur, og í vikuni var
borgarstjórin í Klaksvík
frammi við sínum ynskilista:
Tunnlarnir Norður um fjall,
Viðareiðisvegin og vegin í
Leirvík, og sló harumframt
fast, at tað ikki kundi koma
upp á tal, at nakar annar
vegateinur í Føroyum kundi
gerast, áðrenn hesi verkløg
vóru gjørd.
Sum landsstýrisfólk í
samferðslumálum
hevur
tað
stóran
týdning
at
tryggja, at vegakervið sum
heild verður hildið viðlíka,
at ferðslutrygdin er í lagi, at
fremja tær verklagslógir, ið
eru samtyktar í løgtinginum
samstundis sum arbeitt
verður við at gera gagnligar
nýggjar íløgur kring landið.
Sum
landsstýriskvinna
í samferðslumálum skal
eg sostatt síggja til, at
øll øki í landinum verða
raðfest, eisini tað, sum
liggur í miðstaðarøkinum,
sjálvt um hetta fyri mong
verður fatað sum ein mis
skiljing av uppgávuni sum
landsstýrisfólk,
tí
høv
uðsstaðurin hevur nokk av
øllum og hevur tískil ikki
tørv á nakrari raðfesting.
Ytri ringvegur er
ein 25 ára gomul
verkætlan
Ytri ringvegur í Tórshavn er
ein 25 ára gomul verkætlan,
ið nú liggur í hálvum gekki,
tí
verkæltanin
steðgaði
upp fyri 2 árum síðani.
Tal an er sostatt ikki um
nakra nýggja íløgu, sum
skal gerast í samband við
Skála fjarðartunnulin, men
at avslutta eitt arbeiði, ið
longu er byrjað. Tó ikki
sagt, at tað kunnu ger ast
broytingar í hesari nú 25 ára
gomlu ætlan, sum iva leyst
krevur eina eftir meting
og dagføring. Skálafjarðar
tunnilin er ein 100% privat
verkætlan, har landið ikki
tekur nakran fíggarligan
váða á seg, ei heldur í
sam band
við
avleiddar
verk ætlanir sosum ytra
ringveg í Tórshavn. Ytri
ringvegur í Tórshavn skal
gerast, óansæð um vit fáa
ein Skálafjarðartunnil ella
ikki, tí vegurin loysir tann
størsta ferðslutrupulleikan
í
Føroyum.
Landsverk
hev ur í mong ár víst á
týdn ingin av at gera ein
innkoyringarveg til Havnar,
og er tað hesi tilmæli,
landsins myndugleikar eiga
at taka í álvara. Tað koyra
umleið 11.000 bilar inn í
høvuðsstaðin hvønn dag,
sum á ávísum tíðarskeiðum
á degnum geva eitt stórt
ferðslutrýst, og tískil er tað
skilagott at leiða ferðsluna
útum bygt øki. Taka vit
hagtøl um ferðslutrygd, so
vísa tey, at tað er størsti
vandi fyri ferðsluóhappum,
har ferðslan er stór, og eru
tað tíverri nógvar syrgi
ligar
ferðsluvanlukkur
á vegastrekkinum inn í
Havnina, á Kald baks veg
num, á Hvítanesvegnum
sovæl sum inni í sjálv um
miðbýnum. Ytri ring veg ur
í Tórs havn eigur av gjørt
innivist í langtíðaríløgu
ætlanini saman við øðrum
átrokandi verkætlanum og
ferðslutrygdartiltøkum, ið
skulu gerast kring landið.
Annika Olsen
landsstýriskvinna í
innlendismálum