fríggjadagur 9. apríl 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 9. apríl 2010
Sosialurin
Høvuðstíðindini í Degi og
Viku í gjárkvøldið vóru – at
ónevnd samgongufólk halda,
at tað er eingin samgonga
til.
Eg ætlaði mær ikki at
bera við til hetta bál, ið sum
einki kann gera tað av við
samgonguna. Hóast ósemju
um játtanarkarmin fyri 2011 –
so hevur samgongan skyldu
til at finna eina gongda
leið, haldi eg. Men tá ið for
maður fólkafloksins púra
ótarnaður í Degi og Viku
sleppur at mála eina mynd
av Javnaðarflokkinum, sum
ein ábyrgdarleysan brúk
araflokk, ið vil renna Føroyar
út av eggini, so kennni eg
meg noyddan at gera eina
viðmerking.
Javnaðarflokkurin
er ikki forðingin
Javnaðarflokkurin hevur í
verki prógvað, at flokkurin
hevur hegni og handalag til
at spara innan tað almenna,
at steðga útreiðsluvørkstri
landskassans og at fremja
bygnaðarbroytingar. Vit hava
so sanniliga lagt rygg til stór
inntriv á fíggjarlógini. Bæði
á skúlaøkinum, og á heilsu
økinum og á øðr um økjum við.
Og Javn að ar flokkurin hevur
við ítøki ligum uppskotum
víst á, hvussu man til dømis
á fólka skúlaøkinum kann
fáa ein bæði betri og bíligari
fólka skúla,
um
man
vil
fremja ein skúlareform – men
Fólkaflokkurin sigur bums
nei – Fólkaflokkurin sigur eis
ini bums nei til at fremja ein
kommunureform – og til ein
fiskivinnureform. Og soleiðis
var
eisini
við
ólav søku
pakk anum,
Fólka flokk urin
avgreiddi ikki sínar skyld ur.
Bygnaðarligar broyt
ingar gera samfelagið
bæði betri og bíligari
Vit hava ferð eftir ferð gjørt
vart við – at reformar og
bygn aðarligar
broytingar
høvdu gagnað samfelagnum
munandi meira enn hesar
ófyrireikaðu
sparingarnar,
sum bara koma aftur í aftur,
so skjótt, ið ættin vendir.
Tað stendur við stór
um bókstavum í frá greið
ingunum frá Búskapar ráð
num, at tað er neyðugt at
fremja bygn að ar ligar broyt
ingar og at breiðka skatta
grundarlagið – fyri netupp
ikki at økja um skattatrýstið
á tann einstaka borgaran,
fyri netupp ikki at leggja
stein omaná byrðu hjá tí
láglønta, og fyri at varðveita
vælferðartænasturnar.
Jørgen
Niclasen
førdi
fram, at Javnaðarflokkurin
tekur ikki undir við at leggja
almennar
eftirlitsstovnar
saman – hetta er beinleiðis
ósatt.
Javnaðarflokkurin
fer ikki at forða fyri, at
eftirlitstovnar verða lagdir
saman, og als ikki um hetta
kann gerst bíligari. Jørgen
Niclasen
segði
eisini,
at
Javnaðarflokkurin var ímóti
at seta ein felags almennan
innkeypsportal í verk – tað er
eisini ósatt. Kann tað spara
pening – so sjálvandi.
Men vit halda tað vera
skeivt at fremja ein set anar
steðg! Tí ein set an arsteðgur
rakar púra til vildarligt – líka
sum slái maskinan rakar bæði
skeivt og tilvildarligt. Tað er
sum at leggja samfelagið í
eina frystiboks, og so vóna, at
sjúklingurin hevur tað betri,
tá ið hann verður tiðnaður
upp aftur. So er ikki – tá er
hann helst deyður. Vit hava
brúk fyri skjótum broy
tingum og dynamikki. Og tað
kann merkja bæði uppsagnir
og nýggj størv.
Fólkaflokkurin
»come on«
So Fólkaflokkurin ‘come on’
– lat okkum fara undir tær
bygnaðarligu
broytingar,
sum hava troðkað á í áravís.
Lat okkum modernisera
og rationalisera samfelagið í
felag, og lat tað vera sjálv sagt,
at vit breiðka skatta grund
arlagið hjá landskassanum,
so at tað ikki bara eru Palleba
og Marsanna, sum skulu
fíggja m.a. kongaríkið hjá
Jørgeni Niclassen.
Fullveldislandsstýrið
lækk aði
inntøkur
lands
kass ans við at skerja blokk
stuðulin – henda skerj ing var
ikki fíggjað við polit iskum
tiltøkum ella tillag ingum.
Fyrra ABC sam gongan mink
aði eisini inn tøku grundarlag
landskassans við at geva
fleiri stórar skattalættar –
heldur ikki henda skerjing
var fíggjað. Nú er tíð upp á
at fremja tær tillagingar, sum
skulu til.
At renna fleiri 100 fólk
afturat út í arbeiðsloysi, er
ikki rætti heilivágurin.
Bygnaðarligar broytingar –
eitt breiðari skattagrundarlag
og ein altjóða viðurkendur
fiskivinnupolitikkur,
eru
týð andi tættir í tí neyðuga
politikkinum. Vit vóna at
Fólkaflokkurin er við – men
er hann ikki við, skal hann
siga tað bart út, heldur enn
sum undanførslu at leypa á
Javnaðarflokkin.
»Come on
Fólkaflokkurin«
Viðmerking til samrøðu við formann
fólkafloksins í Degi og Viku.
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna
At renna fleiri 100 fólk
afturat út í arbeiðsloysi,
er ikki rætti heilivágurin
Tilmelding
og les meira um skeiðið á
www.synergi.fo ella ring 322 355
Økonomi fyri
ikki-økonomar
- kom og lær um grundleggjandi økonomi
og fíggjarætlanararbeiði
skeið 15. & 16. apríl 2010
Vilt tú betra um tína fatan fyri
økonomi og fíggjarstýring?
so er hetta skeiðið fyri teg! Tú
hevur fíggjarliga ábyrgd og
tørv á at betra um tína fatan av
fíggjarligu samanhangunum á
arbeiðsplássinum.
Gjøgnum báðar skeiðsdagarnar
verður títt innlit í fíggjarstýring og
fíggjarætlanum ment, og tú verður
kunnug/-ur við grundleggjandi
orðingar og meginreglur í búskapi.
Hvussu lesur og skilur tú
fíggjarfrágreiðingar og roknskapir?
Hvussu gjørt tú á ein einfaldan hátt
haldgóðar fíggjarætlanir?
Hvussu heldur tú skil á
útreiðslunum við góðum rutinum?
Hvussu leggur tú fram og formidlar
búskaparlig evni við slagkraft og
sannføring?
skeiðleiðari er John eli andersson,
ið m.a. undirvísir á fleiri
universitetum í Danmark.
Skeiðleiðarin dugur
at gera eitt turrisligt
evni bæði áhugavert
og undirhaldandi
Føðingar
25. mars fingu Malena og Jóhan Heri
Heinesen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var
52 cm long og vigaði 3500 gr.
28. mars fingu Ragna Hentze og Trygvi á
Reynatrøð, Tórshavn, ein son. Hann var 50
cm langur og vigaði 2940 gr.
28. mars fekk Ragnhild á Plógv Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3350 gr.
29. mars fingu Margith og Mikkel Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3790 gr.
30. mars fingu Lina og Mikkjal Petur Næs,
Tórshavn, ein son. Hann eitur Silas Næs.
Hann var 35 cm langur og vigaði 990 gr.
30. mars fingu Julie Stryhn og Kenny
Stensgaard Nielsen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr.
30. mars fingu Eivy Johannesen og Sigvald
Kristiansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 50 cm long og vigaði 3290 gr.
31.
mars
fingu
Randi
og
Zacharis
Thomassen, Sanda vági, ein son. Hann var
55 cm langur og vigaði 4525 gr.
1. apríl fingu Anna Herta í Kálvalíð og
Frank Müller, Signabøur, eina dóttur. Hon
var 55 cm long og vigaði 3780 gr.
2. apríl fingu Katrina Lognberg, Argjum,
og Arnar Lognberg, Skopun, ein son. Hann
var 54 cm langur og vigaði 3960 gr.
6. apríl fingu Eyðgunn Poulsen og Jákup
Mikkelsen, Vestmanna, ein son. Hann var
57 cm langur og vigaði 4050 gr.
Nøvn