Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 14 Sosialurin Nøvn Tú var og er tann størsta stjørnan Tú blomstraði um veturin Tú fylti mína kurv við gleði hvønn dag Eg síggi tín sterka vilja traðka vegin fram tað gulli tú vísti mær eg vil halda tað nær eg vil aldrin gloyma alt tað tú bar tí tín kurv var øðrvísi og vakrari tín kurv var stuttlig og spennandi har var altíð okkurt í Eg havi verði so spent uppá tínar planir Tí tú ætlaði tær so nógv Men eg veit at har tú ert nú Har kanst tú gera alt sum tú vilt Tað er við stórum sakni at eg sigi hetta Eg vil altíð minnast teg Takk fyri allar tær fantastisku løturnar vit høvdu saman, orð kunnu ikki lýsa hvat eg føli og hvat sakni, men tað er í lagi at ikki brúka orð til alt.. Tú var eitt vælsignilsi og ein stór gáva. Heilsan vinur tín Guðrið Minningarorð um Róa Heinesen Bøur