fríggjadagur 9. apríl 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 9. apríl 2010
Sosialurin
Magnus Gunnarson
maggi@sosialurin.fo
Mikudagin 7. apríl fylti Ísak Mikladal
í Klaksvík 60 ár. Ísak hevur inntil
fyri stuttum verið aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum, og Ísak hevur
frá blaðungum av verið óvanliga
virkin, nærlagdur og arbeiðssamur á
so nógvum økjum. At vera framfýsin
og klárur at taka sær av uppgávum,
eisini sum onnur kanska skuldu tikið
sær av, ber onkran stoytin við sær, og
tað kann væl vera, at onkur heldur,
at Ísak hevur tikið mest sum ov
nógv á seg og hevur loyst ov nógvar
uppgávur og avbjóðingar. Men tað
er einki at ivast í, at hjá mongum er
virðingin fyri arbeiðsseminum og av
rikunum ógvuliga stór.
Ísak vaks upp á Gørðum. Foreldr
ini vóru Kristianna og Meinhard
Mikladal. Kristianna var av Bakkan
um á Syðradali, og Meinhard, sum
var føddur Petersen, var ættaður úr
Mikladali. Ísak er miðlingur í barna
flokkinum, sum telur níggju: Magna,
Jákup, Poul Andrias, Elsupa, Ísak,
Marianna, Selma, Marin og Abraham.
Spæliplássið hjá teimum á Gørðum
og har á leið fevndi í fimmti og fram í
seksti árini so víða – av Vánni og um
Stengurnar, har fiskivinnuvirksemið
toppaði síðst í fimmti árunum og
fyrst í seksti árunum, og umvegis
Ravnagil og niðan á Kjølin.
Ísak var fimtan ára gamalur, tá ið
hann segði fólkaskúlanum farvæl.
Tá hevði hann forvunnið fyrstu tíma
lønirnar á Stongunum, og hann var
við til at byggja Kósavirkið, sum varð
tikið í nýtslu í 1965. Hugurin stóð til
sjógvin, og áðrenn hann hálsaði um,
var Ísak í Grønlandi við línubáti, á
Svendborg Søfartsskole og í meiri
enn eitt ár sigldi hann við Oluf
Mærsk kring allan knøttin, áðrenn
hann í 1971 keypti Føroya Pilsuvirki,
sum Hans Jacob Joensen, ættaður
úr Kollafirði, hevði átt. Hans Jacob
doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í
1970. Ísak visti um hetta virksemið
at siga, tí frá tí hann var seytjan
hevði hann í meiri enn eitt ár verið
arbeiðsformaður á bollafabrikkini
ella Klaksvíkar Hermetikkvirki.
Í
1973
seldi
Ísak
virkið
til
foreldrini, og tá fór hann í læru í
Sjóvinnubankanum í høvuðsstaðnum,
har hann eisini gekk í handilsskúla.
Í 1977 flutti Ísak í Norðoya Banka í
Klaksvík, har hann var, inntil hann í
1985 varð settur sum bókhaldari hjá
Klaksvíkar kommunu.
Unglingaárini var Ísak aktivur
ítróttarmaður, og so við og við
gjørdist
hann
ábyrgdarpersónur
innan fleiri feløg. Hann spældi hond
bólt við Stjørnuni og róði kapp við
Rituni, Fípuni og Klaksvíkingi. Í
1973 gjørdist hann nevndarlimur
og seinni formaður í Klaksvíkar
Kappróðrarfelag,
sum
var
flutt
í nýggja neystið á Biskupsstøð,
áðrenn Ísak í 1984 legði frá sær.
Hann var í fleiri enn tíggju ár
limur í og fyri tað mesta formaður
í Norðoyastevnunevndini, og hann
var í 1985 við til at stovna Norðoya
Frítíðar og Ítróttarráð, sum hann í
fleiri ár var formaður í.
Í 1980 var Ísak við til at stovna
Róðrarsamband Føroya, sum hann
var fyrsti formaður í. Frammanundan
hevði hann verið nevndarlimur og for
maður í Róðrardeild ÍSFs. Álitisstørvini
innan kappróðurin bóru sess í ÍSF
stjórnini við sær 197881. Í átta ár var
Ísak formaður í dómsnevndini hjá
Róðrarsambandinum.
Sambandið við skipaða partin av
fótbóltinum byrjaði, tá ið Ísak í 1989
gjørdist limur í fótbóltsnevndini í
KÍ.
Í 1992 fór Ísak í starv hjá Fót
bóltssambandinum,
har
hann
var aðalskrivari frá 1. juli 1995 og
fram til 31. oktober 2009. Torleif
Sigurðsson, sáli, var formaður í FSF,
tá ið Ísak varð settur í starv. Teir
báðir høvdu frammanundan havt
nógv felags áhugamál og samstarv,
og samarbeiðið var fyrimyndarligt.
Í nógv ár hittust teir á skrivstovuni
í Klaksvík so at siga hvønn dag –
fyrrapart og aftur seinnapart.
Føroyskur
fótbóltur
var
stutt
frammanundan vorðin limur í altjóða
fótbóltsfamiljuni. Setningurin var at
trimma fyrisitingina til nýggju tíðina.
Ísak stóð á odda og syrgdi fyri at skil
kom á skrásetingina av spælarum, tey
fyrru árini hevði hann umsitingarligu
ábyrgdina av heimligu kappingunum,
og hann røkti sambandið við bæði
UEFA og FIFA. Arbeiðsdagarnir vóru
nógvir og langir, og Torleif plagdi at
taka til, at skrivarin arbeiddi fyri fleiri.
Longu í 1990 luttók Ísak fyri FSF
á ungdómsráðstevnu hjá UEFA í
Wien. Sum aðalskrivari hevur hann
luttikið í einari rúgvu av fundum og
ráðstevnum, og hann er framvegis
limur í Development and Technical
Assistance Committee hjá UEFA.
Miðskeiðis í sjeyti árunum gekk Ísak
í eitt hálvt ár í skúla í London, og
málsligi førleikin er komin honum
vaæl við í altjóða arbeiðnum.
Ísak fann sær konu í granna
lagnum. 12. oktober 1974 giftist hann
Sáru, sum er eldra dóttir Juttu og
Sigurd Heinesen, sum var lærari og
varaskúlastjóri í Klaksvík.
Sára og Ísak eiga fýra børn: Sigurd
(1978), Meinhard (1983), Jutta (1985) og
Benjamin (1987). Tey búgva í barna
heiminum hjá Sáru á Gørðum.
Tiltikna handalagið hjá mikla
dalsmonnum og ikki minst hjá
pápanum, Meinhardi í Mikladali, er
tað ikki frítt, at Ísak hevur fingið lut í.
Honum dámar væl at smíða og fáast
við handverk av so ymsum slagi, og tá
ið hann gevur sær stundir at spenna
frá, veltir hann epli og fæst við seyð
og gæs.
Ofta verður sagt, at um tú skalt
fáa nakað gjørt, so skalt tú heita á
tey,sum frammanundan hava ov
nógv at gera. Tað man vera orsøkin
til, at Ísak eisini hevur havt stundir
at vera við í Lions Club í Klaksvík, har
hann var fyrsti formaður og seinni
økisformaður í Føroyum, at hann eitt
skifti var nevndarlimur í Norðoya
Listafelag, at hann eitt valskeið var
formaður í Norðoya Fólkafloksfelag
og býráðslimur í tvey ár, og at hann
eisini hevur verið nevndarlimur
bæði í Føroya Handilsskúla og Før
oyagrunninum.
Ísak eigur fastan sess í Christ
ianskirkjuni. Hann er limur í kirkju
ráðnum og eisini kirkjuverji.
Nógva virksemið á so mongum
frontum og í so mong ár ber við
sær, at Ísak kennir nógv fólk, og
nógv kenna Ísak. Hann hevur bjóð
að øllum í føðingardag í Skálanum
nú leygarkvøldið, har tey, sum hava
teknað seg til føðingardagin, fara at
halda stóra dagin saman við Ísaki og
hansara næstu.
J
Ísak Mikladal 60 ár
Í morgin 10. apríl hava Hanna og Julius
Sørensen í Havn diamantbrúdleyp.
Hanna er ættað úr Klaksvík. For
eldur hennara vóru Fía (Jóhanna
Sofía) ættað úr Árnafirði og Jákup
Heinesen úr Klaksvík. Hann var ein
kendur skipari. Jákup keypti saman
við Óla í Skúla Ekliptiku úr Noregi
sum nýbygning í 1922. Seinni átti
hann hana einsamallur. Jákup var
við Ekliptiku, tá ið hon hvarv í 1941 á
veg úr Aberdeen. Hann var tá valdur
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Julius er ættaður av Húsum.
Foreldur hansara vóru Fía (Anna
Sofía) ættað úr Miðvági og Pól
Mattias Sørensen á Bakka á Húsum.
Pól var handilsmaður á Húsum í
teirri tíðini, tá ið bygdin meira at
kalla var eitt stórpláss. Í 1904 keypti
Pól saman við Andrias Jacobsen
skonnartina Marianna, vanliga kallað
Húsaskonnartin. Hon gav virksemi
í bygdini eisini við fiskaarbeiði.
Húsaskonnartin gekk burtur við seks
monnum í 1913.
Hjá Honnu var yrkisleiðin sum hjá
øðrum ungum gentum tá í tíðini, og
tað var at vera arbeiðsgenta. Hon var
arbeiðgenta eitt nú hjá J.F.Kjølbro,
og hon var eisini í krambúð á Stong
unum og á Biskupstøð hjá Kjølbro.
Tað er stuttligt at hoyra Honnu
fortelja frá hesi tíðini, hvussu nógv
annarleiðis, tað var tá. Hjá Kjølbro
var eitt valahús við tveimum arbeiðs
konum og húskallli.
Tá í tíðini var eisini vanligt hjá
gentum at fara til Danmarkar at
uppliva “stóruverð.” Hanna fór fyrst
á húsarhaldsskúla. Seinni bleiv hon
arbeiðsgenta í Danmark, eisini uppi
á Mors í Jyllandi, har hon átti eina
mostir.
Annars varð høvuðsyrkið hjá
Honna at vera mamma og húsmóðir.
Umframt tað hevði hon klædnahandil
í nøkur ár. Aftaná at tey vórðu flutt
til Havnar í 1974 arbeiddi Hanna í
fleiri ár í handli, sum í Skálabúðini
og Vilma, har hon var væl umtókt
fyri sítt blíða lyndi.
Hjá einum húsadrongi tá í tíðini
var yrkisleiðin eisini nokk so fastløgd,
og tað var sjógvurin.
Julius fór ungur til skips við trol
aranum Barmi, kendur frá lækna
stríðnum. Hann róði eisini út, eitt
nú við Brandi hjá Sigurð hjá Jóini
Sigurðsson.
Men Julius vildi meira enn tað.
Hann tók stýrimannsprógv á Føroya
Sjómannsskúla, og var í farmasigling
í nøkur ár. Fyrstu árini var tað við
føroyslu skipunum Polo og Vesturvík.
Seinnu helvt í 50unum og fyrst í 60
unum var Julius í langfarasigling Tá
kundu útmynstringarnar viðhvørt
gerast langar. Hann var onkran
túrin úti í 18 mánaðir, sum ikki var
óvanligt tá. Tað er óskilligt í dag, at
hetta kundi bera til.
Tað gjørdi tað heldur ikki hjá manni
við konu og børnum. Julius fór í land og
starvaðist hann sum skrivstovumaður
hjá p/f Hugo Gardar í Klaksvík.
Samstundis var hann lærari eitt skifti
á Klaksvíkar Sjómannsskúla.
Áftaná at tey vórðu flutt til
Havnar, starvaðist hann fyrst hjá
Nordafar/Grønlandsfelagnum
og
síðani í fleiri ár hjá Føroya Fiskasølu,
tá ið hon var í vælmaktini. Her
var hann roknaður fyri at vera ein
álitismaður.
Fýra blivu børnini, Jákup, Annika,
Pól og Sonja. Tey eiga seks barnabørn
og sjey langommu/langabbabørn.
Eg og míni komu at kenna Honnu
og Julius fyri góðum 30 árum síðani.
Tað kann sigast, at tey eru eini
megnarhjún. Sum hjá øðrum hjúnum
eru tey nakað ymisk. Hanna er tann
meira prátingarsama, meðan Julius
er tann meira friðarligi. Tey eru
fyrikomandi og positiv, og tað verður
tikið til, hvussu væl tey hava dugnað
børnunum. Og so ikki at tala um,
hvussu góð tey eru við barnabørnini
og nú eisini við teirra børn.
Tey eru bæði vitandi og duga
væl at greiða frá. Julius hevur givið
sítt íkast til søguna um Ernestinu í
Miðvikuni. Tað er altíð ein serligur
hugni at vera saman við teimum.
Góðu Hanna og Julius. Ynskt
verður tykkum hjartaliga tillukku við
tøkk fyri mangar góðar løtur saman.
Dagurin verður hildin saman við
teimum nærmastu.
ó.
Hanna og Julius Sørensen verið gift í 60 ár