týsdagur 8. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 4 - 8. januar 2002
Nr. 4 - 8. januar 2002
23
Tað eru misjavnar
útmeldingar, sum
koma um oljubor-
inganar á Atlantsmót-
inum í vetur. Eftir
fyrst at hava frætt, at
hvørki Statoil ella BP
høvdu gjørt nakað
fund á føroyska land-
grunninum, komu so
meira bjartskygdu
tíðindini um, at
Amerada Hess hevði
gjørt eitt fund. Nú
koma so ófrættatíð-
indi um, at enn ein
boring hjá BP er eitt
vónbrot. Komandi
tvey árini fara tí at
vera rættiliga avger-
andi fyri framtíðina
hjá Atlantsmótinum
og harvið eisini eini
komandi føroyskari
oljuvinnu
OLJULEITING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
Søgurnar, sum hava gingið
um, at spennandi brunnurin
hjá BP, Assynt beint við
føroyska markið, er turrur,
verða nú eisini umrøddar í
oljublaðnum
Upstream.
Sambart blaðnum14. de-
sember var boringin í tí
mest eftirspurda blokkinum
á bretskum øki í seinasta
(19.) útbjóðinarumfarinum,
eitt vónbrot. BP og Shell
mugu tí til at endurskoða
alla sína vitan og meting av
jarðfrøðini í hesum økin-
um, áðrenn tey kunnu bora
tann næsta av brunnunum,
sum tey hava bundið seg til
í teiginum 204/18. Assynt
varð mett at vera eitt so-
kallað “low risk prospect”
tvs. eitt øki, har góður
møguleiki var fyri at finna
olju, tí tað líktist nógv
jarðfrøðini, har verandi
keldur Foinaven og Schie-
hallion liggja nærhendis. Tí
verður hildið, at skeivu
metingarnar eru eitt stórt
afturstig fyri bæði BP og
Shell. Møguliga ger tað
sama seg galdandi í hesum
brunninum sum tað, ið
hendi við boringini hjá
somu feløgum á føroyska
økinum. Hóast oljuspor var
Svínoyarbrunnurin eisini
eitt vónbrot. Og nú báðir
brunnarnir hava bygt á
royndirnar og jarðfrøðina í
sambandi við Foinaven og
Schiehallion í grannalag-
num, eru feløgini noydd til
at fara aftur til tekniborðið
og endurskoða sín seis-
mikk. Helst hava báðar
miseydnaðu
boringarnar
kostað oljufeløgunum einar
400 til 500 mill. kr. Svín-
oyarbrunnurin einsamallur
mundi kosta einar 250 mill.
kr. Hóast BP er risastórt
felag, sum borar kring allan
heim, so munnu hesar
“burturspiltu” milliónirnar
kortini hava sett í gongd
ristingar í fyritøkuni, sum
annars hevði mett nettupp
hesar báðar brunnarnar á
Atlantsmótinum fyri sikkur
mál. At tað eisini varð sett
arbeiðsbólkur til at fara
undir at fyrireika eina
skjóta framleiðslu frá báð-
um brunnunum sigur held-
ur ikki so lítið um, hvussu
vísir teir hjá BP vóru í síni
søk.
Bora fýra brunnar
BP og Shell hava bundið
seg til at bora fýra brunnar
aftrat í hesum báðum
økjunum. Tveir í loyvinum
á føroyska landgrunninum
og tveir í loyvinum bretsku
megin markið. So tað er
greitt, at serfrøðingarnir
fara at hugsa seg sera væl
um, áðrenn tað aftur verður
sett út í kortið. Fyri leit-
ingina við Føroyar má
sigast, at hetta er óheppið,
tí tað var nettupp gitt, at eitt
BP fund í økinum fór at
skunda
undir
komandi
nýggja framleiðslu. Nú
verður tann ætlanin skotin
nakað væl út í framtíðina.
At feløgini kortini hava
vónir til økið er møguliga
lønanndi fundið hjá Hess í
økinum eitt prógv um. Men
heldur ikki í tí førinum er
nøkur vissa um, at talan er
um eitt rakstrarverdugt
fund. Nú verður so bíðað
eftir, at Hess skal bora í
bretskum øki næsta ár.
Eisini verður í oljuvinnuni
bíðað við spenningi eftir
komandi boringum hjá
Texaco og Phillips, eisini í
bretskum øki skamt frá
markinum.
Phillips borar neyvan
í ár
Fyri føroyingar hevur tað
stóran áhuga, um oljufeløg
fara at bora beint hinu-
megin markið í hesum
árinum. Roknað verður við,
at Hess fer at bora men
spurningurin um Phillips
fer at bora er meira óvissur.
Sosialurin hevur fingið
upplýst frá vælvitandi keld-
um, at Phillips sum eisini
samstarvar við Statoil í
bretskum øki, neyvan fer at
bora í ár. Ein orsøkin sigst
vera, at felagið, sum annars
ætlaði at bora í ár, eftir
Hess fundið hevur gjørt at
av kanna seismikk og økið
av nýggjum. Helst er tað
so, at Phillips hevur hugt
eftir somu strukturum sum
feløgini á føroyska økinum
gjørdu men einki funnu.
Tvs. at neyðugt verður at
fara longur niður í undir-
grundina við borinum og tí
má seismiska arbeiðið eftir
øllum at døma gerast um-
aftur. Lynnda Robson,
leiðari á kunningardeildini
hjá Philips í Bretlandi
sigur, at tey ikki í løtuni
hava nakra boriætlan klára.
Hon vísir annars á, at
arbeitt verður við at leggja
Philips og Conoco saman,
og helst fara partaeigararnir
at taka støðu til tað í
februar. Síðani skal málið
fyri amerikanska myndug-
leikar, so tað samanlegg-
ingin verður neyvan veru-
leiki fyrr enn seint í heyst.
Hon viml tí ikki siga, um
ein samanlegging fer at
hava ávirkan á áhugan hjá
Philips á Atlantsmótinum.
Hess borar í øðrum
ársfjórðingi
Ben Arabo frá Amerada
Hess sigur, at teir helst fara
at bora í breskum øki í
øðrum ársfjórðingi í ár.
Hetta verður ein brunnur,
sum má metast sum ein
avmarkingarbrunnur
til
fundið, ið Hess hevur gjørt
á føroyska landgrunninum.
Teir skulu brúka West
Navion
til
uppgávuna.
Sosialurin skilur frá olju-
keldum í Aberdeen, at
Amerada Hess hevur gjørt
av at bora í føroyskum øki í
ár eisini. Men tað vil Ben
Arabo hvørki vátta ella
avsanna. Tað skilst, at hetta
er ikki ómøguligt. Hann
dugir annars ikki at siga,
um teir fara at servicera
boringina í bretskum øki
frá føroyskum veitarum.
Talan er um eina bretska
boring, so tað merkir, at
veitararnir verða úr Skot-
landi. Men Hess arbeiðir
við eini ætlan, har felagið
kann veita vørur og tæn-
astur í arbeiðinum vestan
fyri Hetland frá føroyskum
støðum.
Sosialurin skilur annars,
at Hessfundið nýtist ikki at
vera nakað stórt fund.
Porøsiteturin tvs. hvussu
væl olja kann renna úr
steininum er ikki tann
allarbesti og tí skulu aðar
fortreytir helst verða til
steðar fyri at feltið kann
liva upp til at gerast ein
lønandi framleiðsla. Men
tað er so óvist enn.
Hvat hinum stóra fyri-
støðufelagnum, sum hevur
leitiloyvi í brestkum í,
Texaco, so er ógreitt, hvat
teir fara at fyritaka sær.
Men tað ljóðar, at teir royna
at fáa Sovereign Explorer
til uppgávuna. Ein av teirra
lisensum liggur beint síð-
una av loyvinum hjá Agip
og Føroya Kolvetni. Texaco
er annars eisini við í einum
av loyvunum hjá Amerada
Hess í bretskum øki eisini.
BP boring við markið
vónbrot
Boringin hjá Sovereign Explorer fyri Amerada
Hess samtakið gav so mikið gott úrslit, at Hess
møguliga fer at bora á føroyskum øki í ár. Tað
fer undir øllum umstøðum at bora ein brunn
stutt frá markinum í bretskum øki við
boriskipinum West Navion. Boringin verður í
øðrum ársfjórðingi
Mynd Jan
-men vit mugu til at
byrja av nýggjum og
endurskoða allar
metingarnar og
seismikkin. Eg havi
ongantíð sæð
jarðfrøðingar taka so
dyggiliga feil sigur
John Thorogood,
boristjóri
OLJULEITING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
BP hevur ikki mist vónina
til nýggj oljufund á At-
lantsmótinum (tvs. økinum
vestan fyri Hetland og
eystan fyri Føroyar). John
Thorogood, boristjóri hjá
BP sigur, at teir nú fara at
endurskoða metingar sínar.
Og so skjótt teir hava gjørt
tað fara teir “to join the
party again” sum hann
málber seg. Tvs. at vera við
aftur.
Tað er einki dulsmál, at
John og hini BP fólkini eru
vónsvikin. – Eg kann bara
úttala meg sum borari, og
út frá tí kann eg bert siga, at
jarðfrøðingarnir hava gjørt
eitt stórt mistak. John
Thorogood vísir annars til
tað, sum varð sagt á olju-
ráðstevnuni herfyri, um at
jarðfrøðin vísir seg at vera
nógv meira kompliserað
enn mett. – Vit bygdu
okkara vónir á seismiskar
upplýsingar, og vit vóru
rættiliga avgjørd um, at
hetta var tað rætta. Tá so
nakað heilt annað vísir seg
mugu vit fara aftur til
byrjanina og fáa nýggjar
upplýsingar
at
byggja
okkara nýggju metingar á.
John Thorogood hevur
arbeitt í oljuleiting alt sítt
lív og hevur havt tætt
tilknýti til jarðfrøðingar. –
Eg havi ongantíð sæð teir
so dyggiliga tiknar á bóli
sum hesaferð - av nøkrum,
sum teir als ikki høvdu
roknað við at síggja.
Vóru ov vísir í
seismikkinum
– Trupulleikin er, sigur
hann víðari, at bæði Stat-
oil, Hess og vit sjálvir hava
als ikki ivast í seismikk-
inum men hevur tað víst
seg, at vit allir lutvíst hava
tikið feil. BP hevur brúkt
nógvar pengar kring allan
heimin, har seismikkurin
hevur víst seg at vera mis-
vísandi. Hetta hevur ikki
bara nakað við arbeiðið á
tekniborðinum at gera. Tað
er heilt frá granskingar-
byrjan. Vit mugu til at lesa
seismikkin av nýggjum, fáa
nýggjan seismikk til vega
og viðgera hann soleiðis, at
vit júst vita, hvat vit gjørdu
skeivt og hvussu vit síðani
kunnu brúka hann, til at
finna rætta staðið at bora í
næstu brunnunum.
Bretski boristjórin sigur
víðari, at felags hóttanin,
sum øll oljufeløg hava at
dragast við, er, hvussu tey
skulu skilja seismisku
tøknina. Tað vísir seg, at
nógv fólk detta í eina fellu.
Hann samanber hetta við at
brúka seismikkin at leita
eftir olju við við at hyggja
gjøgnum eina sera sterka
sjóneyku. Tú heldur, at tú
harvið kanst síggja tað tú
leitar eftir meira klárt –
men um tað tú hyggur eftir
er defekt, so er alt tað tú
hyggur at ein størri defekt.
Og tað kann vera, at vit
hava trýst tøknina longur
fram enn hon loyvir okkum
at fara. At vit seta størri
vónir til hana, enn hon í
veruleikanum gevur okkum
orsøk til.
Tað vit funnu ella upp-
dagaðu kom óvart á. Tað,
sum vit hildu vera sera
lovandi, sær út til at vera
nógv meira torført enn vit
hildu. Vit roknaðu við ein-
um løttum vegi til sigurs,
men bráddliga verður tað
nógv meira kompliserað.
John Thorogood heldur
fyri, at við lækkandi olju-
prísum vilja feløgini gera
alt fyri at brúka pengar til
seismikk, áðrenn tey fara
inn í eina dýra boring. Tvs.
at tey vilja tryggja sær, at
tey leita á rætta staðnum frá
byrjan.
Oljan rann á dekkið
Vit spurdu hann, um støðan
í
Falklandsoyggjunum,
kann endurtaka seg her hjá
okkum. Har raktu teir eisini
við oljuspor og øll hildu
seg verða blivin oljumillio-
nerar. Tað vísti seg kortini,
at har var ikki olja í rakst-
rarverdugum nøgdum.
– Tað veit eg ikki. Tá vit
tóku boriprøvan í Svín-
oyarbrunninum upp rann
olja á dekkið. Men tað var
tí, at eina ferð í fortíðini var
olja runnin gjøgnum løgini
vit boraðu ígjøgnum og
nakað hevur so ligið eftir í
einum lumma, meðan rest-
in er runnin burtur onkun-
staðni. Vit vita bara ikki
hvar. Tað vísti tó, at her
hevur verið ein virkin olju-
skipan.
- Onkur heldur Hess-
fundið er at meta sum ein
gáva til føroyingar. Er tú
samdur í tí?
- Tað er ringt at svara.
Fundið liggur sera djúpt.
Eg havi ikki sæð data frá
brunninum.
Men
4200
metrar er rættiliga djúpt, tá
hugsað verður um, at øll
framleiðslan vestan fyri
Hetland kemur upp frá
2800 metrum. Tað sýnist
fyri mær at vera sera djúpt
at fara undir framleiðslu á
4200 metrum. Tá tú kemur
so djúpt er antin talan um
gass ella um olju, sum er
ring at fáa upp. 170 metrar
lag við olju og gassi er tó
nógv viðgongur John
Thorogood, sum tó heldur
tað mest umráðandi vera, at
Hess skal bora tríggjar
brunnar aftrat, ein her og
tveir í bretskum øki. -Um
teir fara at bora her er óvist
eftir tí eg havi frætt. Men
ein av boringunum verður
ein avmarkingarbrunnur, tí
teir vita helst, at feltið
gongur inn á bretskt øki. So
eg vil fegin vera bjart-
skygdur til frama fyri Hess
og halda, at ein av trimum
boringunum
næsta
ár
verður at vita, hvat man
hevur fatur á í føroyskum
øki.
Smá fund
John Thorogood leggur tó
dent á, at hann er ikki jarð-
frøðingur men borimaður.
Hann vísir á, at hyggja vit
at økinum vestan fyri Het-
land so hava øll oljufeløgini
gjørt fund men tey flestu
eru ov smá. -Tá vit hava
testað tey vísa tey seg als
ikki at kunna renna nóg
væl. Uttan eina sokallaða
flowtest ber tí ikki til at siga
nakað við vissu um eina
oljuframtíð við Føroyar. Tí
má stóra vónin hjá føroy-
ingum vera, at Amerada
Hess borar ein avmark-
ingarbrunn næsta ár og at
man fær tíð til at testa hann.
Hess boraði bara 500
metrar frá markinum, so
tað kann merkja, at struk-
tururin teir síggja heldur
fram inn á bretskt øki. At
nakað er funnið kann
merkja, at man kann bora
bretsku megin fyri at finna
út av, hvussu stórur struk-
tururin er og út frá tí testa
og finna út av, hvat talan
veruliga er um.
- Eg ivist ikki í, at teir
fara at brúka nógva tíð til at
finna fram til, hvar rætta
staðið er at bora og fara teir
so at brúka tann brunnin til
at vita, hvussu stórt eitt felt
kann vera. Og hvussu oljan
flýtur.
Tá vit spyrja bretska
boristjóran, hvat hann held-
ur eitt av nýggjárynskj-
unum
hjá
føroyingum
kundi verið sigur hann, at
tað kundi verið, at Agip
finnir ein boripall og borar
ein væleydnaðan brunn í ár,
og at Amerada Hess borar
ein avmarkingarbrunn í
fundinum teir hava gjørt.
BP ikki mist vónina
John Thorogood, boristjóri hjá BP sigur seg ongantíð hava sæð jarðfrøðingarnar hava tikið so dyggiliga feil sum við boringunum
hjá BP í báðum boringunum á Atlantsmótinum í fjør
Mynd Jens K. Vang
Eitt av nýggjársynskjunum
hjá føroyingum átti at verið,
at Agip finnur ein boripall og
borar ein væleydnaðan
brunn í ár og at Amerada
Hess borar ein metingar- og
avmarkingarbrunn í
sambandið við fundið á
landgrunninum
C
M
Y
K
23
22