týsdagur 8. januar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 4 - 8. januar 2002
Fríggja- og sunnudag-
in fáa VÍF-kvinn-
urnar sína helst
størstu avbjóðing
nakran tíð í felags-
høpi, tá tær skulu tá
royna seg í europe-
isku kappingini fyri
steypavinnarar
EUROPA-CUP
Tíðindaskriv frá VÍF
1. kvinnulið hjá VÍF fer á
fyrsta sinni at royna seg í
europeisku hondbóltskapp-
ingini fyri steypavinnarar.
VÍF vann bæði steypa- og
landskappingina seinasta
kappingarár.
Hetta er fyrstu ferð síðani
1968, at VÍF- kvinnurnar
hava vunnið 1. deild og tí
varð avrátt, at tær skuldu
luttaka í Europa-cup. Sjálv-
ar valdu tær kappingina fyri
steypavinnarar,
og
eru
nógvar fyrireikingar gjørd-
ar síðani hetta varð greitt
seinasta vár. Millum annað
er eitt stórt arbeiðið gjørt
fyri at hetta skuldi bera til
fíggjarliga. Her skulu vit
nýta høvi at takka øllum
teimum mongu stuðlunum,
eins og ein tøkk verður veitt
øllum teimum, sum hava
staðið fyri tí ómetaliga um-
fatandi sjálvbodna arbeiði,
ið gjørt er.
Nógv venjing
VÍF-kvinnurnar hava nær-
um ikki havt støðg í venj-
ingini síðani kappingarlok.
Ætlandi skuldi Europa-cup
kappingin byrja í novemb-
er, men við tað at lutfalls-
liga fá lið meldaðu til,
vórðu 1. og 2. umfar strik-
að, soleiðis at byrja verður í
januar 2002 við triðja um-
fari. VÍF skal í hesum um-
fari leika móti Hellas úr
Haag í Hollandi og verða
báðir dystirnir leiktir í
ítróttarhøllini í Vestmanna.
Dystirnir verða ávíkavist
fríggjakvøldið 11. januar
kl. 18:00 og sunnudagin 13.
januar kl. 16:00.
Umframt nógvu heimligu
venjingina hava VÍF-kvinn-
urnar eisini verið á venj-
ingarlegu í Danmark um
ársskiftið. Har hava tær
millum annað leikt ímóti
tveimum liðum í 1. deild og
einum liði úr Danmarkar-
seriuni.
VÍF-kvinnurnar
vunnu allar dystirnar.
Móti 1. deildarliðunum
vunnu tær við ávikavist 2
og 3 málum og móti liðnum
úr Danmarkarseriuni vunnu
tær 41-22. Um tær so klára
at gera nakað við steypa-
vinnararnar úr Hollandi,
má so bara tíðin fara at
vísa. Í øllum førum er mo-
tivatiónin í lagi og liðandin
er ógvuliga góður.
Um Hellas
Hondbóltsfelagið Hellas er
elsta og størsta hondbólts-
felagið í Haag. Felagið hev-
ur uml. 300 íðkandi limir
og luttaka í fremstu deild-
unum hjá bæði kvinnum og
monnum
–
sokallaðu
Eeresdivisiónini.
Hellas varð stovnað 15.
mars 1927 og verður sostatt
75 ár í ár. Felagið hevur sítt
egnu ítróttarøki, sum liggur
í hugnaligum umhvørvi við
sjóvarmálan. Eitt ítróttar-
umhvørvið, sum ger tað
áhugavert hjá øðrum fe-
løgum at koma har á eitt nú
venjingarlegum.
Gjøgnum tíðina hevur
felagið lagt sera stóran dent
á ungdómsarbeiðið, og hev-
ur hetta í nógv ár givið
úrslit í, at felagið hevur
havt nógvar landsliðsleik-
arar á øllum aldursstigum.
Endamálið hjá felagnum
er at hava hondbóltsspæl-
arar á høgum støði, sam-
stundis sum pláss skal
verða fyri áhugaleikarum,
og sum skilst hevur hetta
viðført, at »klimaðið« í
felagnum altíð hevur verið
stak gott.
Á elitusíðuni hevur ser-
stakliga verið arbeitt nógv
við kvinnuliðnum seinnu
árini, soleiðis at hesar hava
nátt oddinum í hollendsku
kappingini. Í fjør vunnu tær
steypakappingina og gjørd-
ust nummar tvey í lands-
kappingini, og í mun til
liðið tá, er bert ein leikari
farin frá.
Sagt verður annars um
liðið, at tær tær leggja seg
eftir at spæla á einum høg-
um tekniskum støði, og
hetta hevur gjørt, at nógvir
leikarar aðra staðni frá hava
hug at koma til felagið.
Eru skerdar
Í løtuni er Hellas á øðrum
plássi í landskappingini eft-
ir 11 dystir. Byrjanin uppá
landskapppingina
hevur
verið eitt sindur trilvandi.
Hetta tí at fýra av leikarar-
unum hava verið knýttir at
landsliðnum, ið hevur verið
við í heimsmeistarakapp-
ingini í Italia í vetur. Hesar
fýra eru eru Sylvia Hof-
man, Ingeborg Vlietstra,
Pearl van der Wissel og
Maaike Turnhout.
Hesar hava tí ikki verið
nógv við til venjingarnar,
saman við sínum liðfeløg-
um. Kann verða, at hetta er
ein fyrimunur fyri okkara
lið, tí sagt verður, at liðið
enn ikki hevur funnið ta
røttu rútmuna frá seinast
kappingarári.
Liðið venur 5 ferðir 3
tímar um vikuna, umframt
at fleiri av leikarunum
venja arðar tíðir eisini, so
roknast má við, at leik-
ararnir eru í góðari venjing
og at uppgávan hjá okkara
kviku
leikarum
kann
gerðast tung, men er vilji at
vinna og kann okkara lið
kann halda ferðini á egnum
støði, kann nógv henda. Vit
hava skjúttar og málmenn,
ið kunnu eitt sindur av
hvørjum.
Venjarin hjá Hellas sein-
astu tvey árini eitur Nico
Stet. Nico hevur leikt við
besta mansliðnum hjá Hell-
as í fleiri ár og hjálpar-
venjarin, Ingrid Huf , hevur
somuleiðis leikt á besta
kvinnuliðnum í fleiri ár.
Saman við hesum báðum
og fysioterapeutinum, Rick
Cost, er eisini formaðurin,
Arjan Starrenburg, við í
ferðalagnum.
Vestmenningar og vist
hondbóltsáhugaðir føroy-
ingar sum heild, eru ógvu-
liga spentir at síggja, hvat
VÍF-kvinnurnar
megna
móti hollendsku steypa-
vinnarunum.
Sum kunnugt, hevur liðið
ikki tapt nakran dyst í
nærum hálvt annað ár.
Spurningurin er so, um tær
megna at vinna seg fram til
4. umfar í Europa Cup
kappingini. Livst so spyrst.
Vónirnar eru í øllum førum
góðar.
EC-leikararhóparnir
Hellas
1
Ingeborg Vlietstra
2
Mirjan van Boles
3
Babette van Engelen
4
Pearl van der Wissel
5
Arjene Paap
6
Inge Stet
8
Judith Demeijer
9
Maaike Turnhout ( liðskipari)
10 Amy den Broeder
11
Sylvia Hofman
14
Mariska Schenkel
16
Dewi van ´t Oostende
Venjari:
Nico Stet
Hjálparvenjari:
Ingrid Huf
Fysioterapeutur: Rick Cost
Liðleiðari:
Anja Uijtdebroek
VÍF:
1
Manuela Stan
12 Hallfríð Isaksen
2
Barbara á Rógvu
3
Sóley Mikkelsen
4
Fríða Marjunardóttir
6
Alis Høghamar
7
Nicolina Eyðbjørnsdóttir
8
Jórun Ludvig
9
Randi Kúrberg
10 Ioana Rápa
11 Nicoleta Radu
14 Jacklin Durguus
Venjari:
Daniel Rápa
Hjálparvenjari:
Jørleif Kúrberg
Fysioterapeutur: Sonja Skúvadal
Hallarlækni:
Petur Højgaard
Spenningurin er stórur í Vestmanna
Her heima er eingin, sum hevur staðið
VÍF kurl seinastu tvey kappingarárini,
og spenningurin til europeisku
avbjóðingina er tí sum vera man sera
stórur
Sum tað framgongur
aðra staðni á síðuni, so
verður seinni Europa-
Cup dysturin hjá VÍF
ímóti hollendska Hellas
leiktur
sunnudagin,
komandi.
Sambært dystaryvir-
litinum
fyri
januar
mánað, sum vit prentaðu
í leygardagsblað okkara,
áttu mansliðini hjá VÍF
og KÍF annars at leikt
hendan dagin, men hes-
in dystur er nú fluttur.
Dysturin verður ístaðin
leiktur leygardagin, 12.
januar, kl. 16.00.
- jm
Framskundað
lokaluppgerð
C
M
Y
K
20
Nr. 4 - 8. januar 2002
21
Úr Norðurlondum:
Fiskatorgið
undir tak
Tað kenda og
søguliga fiska-
torgið í Bergen er
nú komið undir
tak
Í gjár flutti fiskatorgið
inn í eitt 57 metrar langt
tjald, har bergensbúgvar
og ferðafólk nú kunnu
keypa fisk, frukt og grøn-
meti. Har skulu torg-
handlarnir verða næstu
tveir mánaðarnar, so tey
keypandi og handilsfólk-
ini kunnu fáa skjól fyri
veðri og vindi. Málið er
sjálvandi at fáa fleiri fólk
at keypa á torginum.
Dagligi
leiðarin
í
Torget Bergen, Arild
Helland, sigur, at tjaldið
er ein roynd at vita, hvat
fólk í Bergen halda um
tiltakið. Hann heldur, at
riggar tiltakið ikki, noyð-
ast fólk í Bergen eins og
fólk aðrastaðni at ásanna,
at tíðin er farin frá hand-
ilstorgum av tí gamla
slagnum.
- Handilsfólkini standa
ikki her, tí tað er ein
gamal siður, men tí tey
fegin vilja vinna pengar,
sigur Arild Helland.
Danskt
reiðarí
ákært
Danska reiðaríið T & C
A/S í Svendborg er nú
ákært í sambandi við
tilburðin, tá farmaskipið
“Thor Emilie” sakk av
einari spreinging umborð
í Miðjarðarhavinum tann
17. februar í fjør. Hin-
vegin hevur ákæruvaldið
gjørt av at sleppa ætlanini
at reisa ákæru ímóti stjór-
anum í reiðarínum, ein-
um farmamanni og skip-
aranum, sum var tann
einasti, sum slapp frá
vanlukkuni á lívi.
Fimm
sjómenn
av
Filipsoyggjunum
og
danski maskinmeistarin
sjólótust.
Ákæruvaldið
hevur
ístaðin valt at reisa ákæru
ímóti reiðarínum fyri
brot á reglurnar um trygd
á sjónum. Ákæruvaldið
sigur, at farmurin varð
ikki kannaður nóg gjølla.
Stjórin í T & C A/S,
Per Nykjær Jensen, er
fegin um, at ákæruvaldið
hevur slept ákærunum
ímóti einstaklingunum,
men hinvegin dugir hann
ikki at skilja, at ákæru-
valdið hevur gjørt av at
stevna reiðarínum.
Per Nykjær Jensen
heldur uppá, at sveitsiska
felagið
Glencore
má
ábygjast fyri vanlukkuna,
tí felagið greiddi ikki
skiparanum frá, at farm-
urin var tað sera vanda-
mikla evnið “zink skim-
ming”. Sjálvur helt skip-
arin, at skipið hevði tað
vandaleysa “zink ore” í
lastini.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og
vinna:
Argentina
devaluerar
Argentinska
stjórnin hevur
gjørt av at skriva
virðið á landsins
gjaldoyra, peso,
næstan ein triðing
Við hesari avgerðini er
argentinska gjaldoyrað
ikki bundið at virðin-
um
á
amerikanska
dollaranum
longur.
Undan niðurskriving-
ini var virðið á peso og
dollaranum tað sama,
men eftir niðurskriv-
ingina svarar ein doll-
ari til 1,40 peso.
Jorge Remes Leni-
cov, fíggjarmálaráð-
harri sigur, at altjóða
gjaldoyragrunnurin
IMF
hevði
mælt
stjórnini til at lata
peso’in hava flótandi
virði, men at stjórnin
hevur valt at bíða við tí
í fýra mánaðir.
Stjórnin í Buenos
Aires boðaði herfyri
frá, at hon gavst við at
rinda avdráttirnar av
uttanlandsskuldini,
sum er um 1100 mia.
krónur, men fíggjar-
málaráðharrin sigur, at
stjórnin fer at tosa við
IMF og aðrar altjóða
fíggjarstovnar í næsta
mánað við tí fyri eyga
at endurfíggja skuld-
ina.
Avgerðin at niður-
skriva peso’in í mun til
dollaran
fær
stóra
ávirkan. Hetta kemst
m. a. av, at umleið 80
prosent av øllum lán-
um í Argentina eru
tikin í dollarum, með-
an lønir verða út-
goldnar í peso. Stjórn-
in hevur tí gjørt av, at
einstaklingar og feløg,
sum hava lænt upp til
100.000 dollarar, fáa
skuldina umskrivaða
til peso við tí gamla
virðinum t.v.s. pari.
Undir valstríðnum
seinasta heyst lovaði
George W. Bush
amerikanarum
skattalætta, varð
hann valdur. Í gjár
boðaði hann frá, at
hann ætlar sær at
halda orð, og tað er
ikki eiti á lætti -
heilar 11.000 mia.
krónur
Demokratarnir søgdu longu
undir valstríðnum, at tað
var púra burturvið at lova
fólki stóran skattalætta, og
teir taka heldur ikki undir
við talinum, sum forsetin
nú hevur nevnt.
Demokratiski leiðarin í
Senatinum, Thomas Das-
chle, sigur, at skattalættin
verður eitt bakkast fyri
amerikanska
búskapin.
Daschle heldur, at skatta-
lættin hjá forsetanum er alt
ov umfatandi. Sjálvur tekur
hann undir við einum
lítlum lætta fyri at avmarka
ov stórt hall á fíggjarlógini.
Amerikanskir eygleið-
arar siga, at stríðið um
skattalættan kann fáa stóra
ávirkan á valið til umboðs-
mannatingið. Tað verður í
november.
Indiskir vaktarmenn í
Kashmir skutu í dag
tríggjar menn. Indar-
ar vilja vera við, at
menninir vóru
hernaðarligir
muslimar.
ÚTLAND
Árni Joensen
Samanbresturin var tætt við
bygdina Nigu í Budgam-
økinum, og indiska her-
leiðslan sigur, at teir tríggir
menninir vóru úr víð-
gongda muslimska loys-
ingarfelagsskapinum Hiz-
bul Mujaheddin.
Samanbresturin var, júst
tá bretski forsætisráðharin,
Tony Blair, kom til paki-
stanska
høvuðsstaðin
Ismalabad. Har skal hann
tosa við Pervez Musharaf,
forseta um tey spentu
viðurskiftini millum tey
bæði grannalondini.
Blair kom til Pakistan úr
indiska
høvuðsstaðnum
New Dehli, har hann hitti
Atal Behari Vajpayee, for-
sætisráðharra. Á fundinum
fekk Blair at vita, at India
er hugað fyri einari frið-
arligari loysn á kreppuni,
men at Pakistan afturfyri
skal binda seg til at gevast
við
stuðlinum
til
teir
víðgongdu loysingarfelags-
skapirnar í Kashmir.
India vil vera við, at
Pakistan hjálpr teimum
hernaðarligu
muslimsku
felagsskapunum í Kashmir,
men tað avsannar stjórnin í
Islamabad.
Amerikanska
stjórnin
hevur boðað frá, at hon
tekur undir við royndunum
hjá bretska forsætisráðharr-
anum at fáa India og
Pakistan til samráðingar-
borðið.
ST væntar, um
næstan ein millión
afghansk flóttafólk
fara at venda heim-
aftur næstu tólv
mánaðarnar
ÚTLAND
Árni Joensen
Sambært
flóttafólkatals-
kvinnuni hjá ST, Maki
Shinohara, eru fleiri túsund
flóttafólk longu komin
aftur til Afghanistan úr
grannalondunum Pakistan
og Iran.
Hon heldur, at millum
fýra og fimm milliónir
afghanar eru rýmdir av
landinum seinastu tjúgu
árini. Nógv teir flestu eru í
Pakistan og Iran.
Maki Shinohara sigur, at
seinastu tíðina eru millum
4.000 og 5.000 flóttafólk
farin heimaftur um dagin.
Tað leggur stórt trýst á ST,
sum ger alt fyri at sleppa
undan at savna tey í flótta-
fólkalegum í heimlandin-
um.
ST ber ótta fyri, at verða
flóttafólkini savnað í leg-
um, fara aðrir illa staddir
afghanar at leita sær til
legurnar.
Vápnaskipið, sum
ísraelsku myndug-
leikarnir hava lagt
hald á, hevur helst
heimstað í Irak.
ÚTLAND
Árni Joensen
Ísraelska stjórnin hevur
sagt, at tað eru teir pale-
stinsku sjálvsstýrismynd-
ugleikarnir,
sum
eiga
skipið “Karine A”, men
sambært
Loyds’List
í
London er hetta ikki so.
Loyds’List skrivar, at ein
irakskur ríkisborgari, sum
eitur Ali Mohammed Abb-
as, keypti skipið frá einum
libanskum reiðaríi í august
í fjør. Skipið æt tá “Rim A”.
Lloyds’List skrivar, at tey
hava fingið hendur á skjøl-
um, sum prógva, at Ali
Mohammed Abbas yvirtók
skipið tann 31. august.
Ísraelski herflotin tók
“Karine A” í Reyðahavin-
um seinasta mikudag. Um-
borð funnu flotahermenn-
inir 50 tons av vápnum.
Ísraelska stjórnin sigur, at
teir palestinsku sjálvstýris-
myndugleikarnir eiga skip-
ið, og at vápnini skuldu
nýtast í bardaganum ímóti
Ísrael. Hesum hava pale-
stinsku
myndugleikarnir
víst aftur. Teir siga seg
tvørturímóti als einki hava
við skipið ella vápnini at
gera.
Ísrael vil vera við, at
vápnini umborð á “Karine
A” eru úr Iran, men tað
hava iransku myndugleik-
arnir avsannað.
Vápnalastin fekk fríggja-
dagin ísraelska forsætis-
ráðharran, Ariel Sharon, at
kalla palestinska leiðaran,
Yasser Arafat, yvirgangs-
mann.
Tony Blair í Pakistan
Ein mió. flóttafólk fara heimaftur
Vápnaskipið er helst úr Irak
Búskapur og vinna:
Bush lovar skattalætta
21