Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 8. januar 2002 19 Leygardagin varð skipað fyri ársins fyrstu rennikapping, einum hálvmarathon í Eysturoy RENNING Tíðindaskriv Teinurin byrjaði nakað inn eftir vegnum til Funnings- fjørð árakað bergholið. Runnið varð úteftir millum Fjarða, framvið Skálafjørð- inum og út á Tofta kei. Hóast nakað av iva var um veðrið undan kapping- ini, vórðu líkindini av teimum bestu hjá teimum 8 rennarunum, ið tóku lut í kappingini. Fyrstu 5 kilo- metrarnar var eitt lot und- an, og restina av teininum var at kalla stilli. Longu stutt eftir startin kom spjaðing í. Cecil og Hallur løgdu harðast út. Síðan kom fyrst Óli og síðan Flemming. Næstir teimum fylgdust Robert og Olaf. Og síðan fylgdust Jóan Petur og Regin. Gekk javnt Teir fremstu báðir fylgdust mestsum allan vegin. Bert fýra sekund skildu teir, tá teir komu á mál á Toftum. Hallur vann við 1.19,12. Hetta er nakað seinni enn teir 1,11, hann rann sein- asta heyst, men hann venur ikki so nógv beint nú. Hinvegin rann Cecil bert 14 sekund seinni enn sítt persónliga met. Og tá hugsað verður um, at fleiri brekkur eru á leiðini út á Toftir, má hetta sigast at vera ein góð tíð hjá Cecil. Óli kom tryggur inn á triðja plássinum. Men í bardaganum um fjórða plássið mátti ein spurtupp- gerð til. Nakað áðrenn teir komu á mál, megnaði Olaf at koma framm á og fara framvið Flemming. Hinir tríggir komu hvør í sínum lagi. Luttakararnir í kapping- ini vóru væl nøgdir við ein hugnaligan túr í góðum líkindum. Vónandi fer ein kapping so tíðliga á árinum at geva teimum áræði at koma í enn betri venjing í ár enn undanfarin ár. Næsta kapping verður væntandi seint í mars ella fyrst í apríl. Tað verður tann vanliga 10 km kappingin í Runavík. Bárður á Lakjuni fer komandi kappingar- árið at royna seg í bestu deildini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir tvey – eftir egnum mátistokki – lak kappingar- ár er nú líkt til, at klaks- víkingar veruliga ætla sær at gera seg galdandi í fót- bóltsoddinum í summar. Síðani tað varð almanna- kunngjørt, at Kurt Mørkøre verður nýggjur venjari hjá KÍ, eru alsamt fleiri leik- arasáttmálar fingnir í rætt- lag. Fleiri av verandi leik- arunum gjørdu av, at teir eisini komandi árið verða í Klaksvík, og lagið mundi ikki gerast verri av, at tað eisini eydnaðist at fáa Heð- in á Lakjuni heimaftur, eftir at hann í fjør hjálpti B36 at vinna fyrstu greipuna í felagssøguni. Sunnudagin boðaði fe- lagið so umvegis heimasíð- una, www.ki-klaksvik.fo, frá, at systkinabarnið hjá Heðini, Bárður á Lakjuni, hevur gjørt sáttmála við KÍ. Bregðir ikki úr ætt Bárður, sum annars er leir- víkingur, hevur seinnu árini verið partur av liðnum hjá ÍF, og í fjør var hann ein av berandi kreftunum hjá liðnum, sum tó gjørdist akkurát ov stutt til at tryggja sær uppflyting til bestu deildina. Hóast honum enn restar royndir í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so er lítið at ivast í, at Bárður hevur evnini til at gerast ein veruligur styrkur á liðnum hjá KÍ, og í øllum førum lýgur navnið ikki, tá tað ræður um bóltførleikan. Enn ber ikki til at siga, hvørt hetta er seinasti brikkurin í putlispælinum, men undir øllum umstøð- um tykist longu greitt, at klaksvíkingar verða ein væl størri biti fyri mótstøðu- liðini komandi kappingar- árið, enn teir hava verið tey bæði undanfarnu. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 381 232 149 14 2 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 343 276 67 11 3 Neistin 1 0 - 1 - 0 279 243 36 9 4 VB 1 0 - 1 - 0 299 312 -13 7 5 Kyndil 1 0 - 0 - 1 293 339 -46 3 6 Sóljan 1 0 - 0 - 1 233 348 -115 2 7 StÍF 0 0 - 0 - 0 200 278 -78 1 Viðm.: Dysturin, Sóljan-StÍF, frá grundspælinum restar enn at spæla. Hesin verður sambært tillagaðu kappingar- skipanini leiktur hin 12. januar 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 1 1 - 0 - 0 392 316 76 12 2 VÍF 0 0 - 0 - 0 322 260 62 10 3 StÍF 0 0 - 0 - 0 326 315 11 6 4 H71 1 0 - 0 - 1 353 372 -19 6 5 KÍF 1 0 - 0 - 1 340 381 -41 4 6 Tjaldur 0 0 - 0 - 0 290 332 -42 4 7 Kyndil 1 1 - 0 - 0 301 348 -47 4 Viðm.: Dysturin, VÍF-Neistin, frá grundspælinum restar enn at spæla. Hesin verður sambært tillagaðu kappingar- skipanini leiktur hin 9. januar Úrslitini hálvmarathon á Toftum 5.1.2002 Pláss Navn Árg. Felag/Staður Tíð 1 Hallur Holm 1968 Bragdið 1.19,12 2 Cecil Weihe 1965 Bragdið 1.19,16 3 Óli Olsen 1949 Bragdið 1.30,16 4 Olaf Olsen 1967 Roysnið 1.35,38 5 Flemming Petersen 1960 Roysnið 1.36,02 6 Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 1.39,24 7 Regin I. Jóanesarson 1945 Vestmanna 1.52,50 8 Jóan Petur Olsen Norðragøta 1.58,40 Máltindarnir Kvinnur: Simona Dziugyte Stjørnan 115 (32) Asta Petrauskine Sóljan 111 (15) Lotte Sørensen Kyndil 99 (43) Gabriella Fekete VB 90 (21) Ioana Rápa VÍF 90 (23) Joan M. Joensen Stjørnan 71 (2) Regina Radó VB 67 (15) Katrin á Neystabø Neistin 63 (31) Ileana Manulescu StÍF 59 (8) Sóley Mikkelsen VÍF 58 (10) Nicoleta Radu VÍF 56 (1) Annika Ljósstein Kyndil 56 (9) Anna K. Samson Stjørnan 54 (1) Jacklin Durhuus VÍF 54 (4) Andrijana Milodanovic Stjørnan 52 (6) Menn: Costin Dumitrescu StÍF 85 (26) Bjarni Wardum H71 81 (17) Jacob Jónsson Neistin 78 (9) Høgni Klein Kyndil 76 (3) Dragisa Stojovic Tjaldur 75 Halgir Dahl Olesen H71 75 (10) Heini Joensen Neistin 74 (21) Finnur Hansson H71 73 (20) Sámal Joensen VÍF 72 (13) Dorica Tomic KÍF 68 (17) Ingi Olsen VÍF 64 (8) Iljan Topic KÍF 63 Hans Áki Dal-Christiansen Neistin 62 (6) Artur Johansen StÍF 53 (1) Mortan Hansen Tjaldur 53 (5) Enn ein Lakju-maður til KÍ Í fjør var hann ein týdningarmikil liður á liðnum hjá ÍF, men komandi árið skal leirvíkingurin, Bárður á Lakjuni, royna seg í Klaksvík Hallur vann ársins fyrstu rennikapping Hallur Holm vann fyrstu rennikappingina á árinum, tá kapping í hálvum marathon varð hildin í Runavík 19 18 Nr. 4 - 8. januar 2002 Vónirnar hjá Kyndli um veruliga at gera um seg í endaspæl- inum fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá tær á heimavølli fingu av at vita frá Stjørnuni HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Spenningurin var størri, enn hann so ofta hevur verið hjá Kyndli í ár, tá tær sunnudagin tóku ímóti Stjørnuni. Hóast liðini bæði hava hildið til í hvør sínum enda av stigatalvuni í vetur, so góvu seinastu umførini undan jólasteðginum á- bendingar um, at broytingar kanska vóru í væntu. Tí meðan Kyndil brádliga fekk savnað sær fleiri stig, tóktist Stjørnan fullkomu- liga at steðga upp, eftir at tær mest sum høvdu út- spælt FM-leiklutin, tá tær taptu heimadystin ímóti VÍF. Brast eftir eitt korter Dreymurin hjá Kyndli um at basa Stjørnuni varð tó væl og virðiliga gjørdur til einkis, tí tá tvær ferðir 30 minuttir vóru leiktir, hevði Stjørnan vunnið ein ruddi- ligan sigur. At byrja við vóru tó fleiri tekin um, at talan lættliga kundi gerast um ein heilt spennandi dyst. Stjørnan byrjaði kanska betri, men Kyndil fekk tó skjótt tamarhald á verjuni, og tá álopsparturin so eisini fekst at rigga, togaðu tær seg skjótt upp aftur til mót- støðuna. Um miðjan hálvleikin fór tó at ganga skeiva vegin. Stjørnan megnaði at tippa somikið væl fyri í verjuni, at ferðin mest sum full- komuliga fór av kyndils- spælinum, soleiðis at royndirnar í stóran mun vórðu avmarkaðar til skot útifrá. Álopsparturin hjá gestunum var kanska framvegis ikki so sann- førandi, men tá tær fingu læst málið í 12 minuttir, kundu tær so líðandi økja um munin. Hevði Kyndil eina vón um at venda gongdini, tá farið varð undir seinna hálvleik, so var tó skjótt, at hendan brast. Stjørnan økti alt fyri eitt um munin, og so kom eyðsýndi munurin millum eitt botn- og eitt oddalið aftur til sjóndar. Kyndilsleikararnir ásann- aðu, at dysturin var taptur. Góvust upp at við at stríðast, og tó at Stjørnan als ikki spældi upp til tað, sum tær eru førar fyri, so høvdu tær ongar sum helst trupulleikar av at koyra sigurin heim seinastu longu løtuna. Sannførdu ikki Hóast tær við hesum aftur fingu ein tryggan sigur, so bendi dysturin langt frá á tað borðið, at Stjørnan hevur vunnið seg úr naggatódnini, sum liðið hevur verið í seinasta mánaðin ella so. Hesa ferð gekk tað, men tað er so langt ífrá víst, at tað eisini er nóg mikið móti VB ella Neistanum, at mest sum alt spælið bert gongur um tveir ella tríggjar leik- arar. Skal metast efitr fólk- inum, so er lítið at ivast í, at Stjørnan eigur silvurmerk- ini, men nøvnini í sjálvum sær gera ongar skreytir. Skulu silvurmerkini gerast veruleiki, er snøgt sagt neyðugt, at liði virkar betri sum ein eind. Hjá Kyndli varð dysturin mest sum ein staðfesting av, at tað heldur ikki verður í ár, at nakrir skreytlutir skulu savnast saman. Eftir góða endaspurtin í grund- spælinum vildi ein sigur hesa ferð annars verið eitt fitt skump framá. Nakað sum kundi givið áræði, vilja og mót til komandi dystirnar í endaspælinum. Spurningurin er so, hvørja ávirkan greiða tapið fær. Seinasta álmanakka- árið hevur kanska verið hitt tyngsta hjá kyndilskvinn- unum í fleiri ár, og tí er vandi fyri, at tær aftur fella í óndu ringrásina, har lítið og einki ber til, og har allir marginalar eru ímóti. Liðið telir tó somikið frægar leikarar, at tær hóast alt kunnu hava eina grund- aða vón um, at hetta ikki verður støðan, men tá tú ert vanur at stríðast í oddinum, so óhugaligt um tú brádliga ert í botni, og at venja seg til hendan veruleika er kanska tað, sum Kyndil hevur størstu trupulleikar- arnir av í løtuni. Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan 22-29 (10-14) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 8(5), Annika Ljósstein 7, Palma Petersen 2, Anja Johannesen 2, Ann Mari Wang 1, Marjun Tróndar- son 1, Linda Weihe 1 Stjørnan: Joan M. Joensen 9(1), Simona Dziugyte 6(1), Andrijana Milodano- vic 5, Anna Kristina Sam- son 5, Una Olsen 3, Beinta Klakstein 1 Brotskøst: Kyndil 6, Stjørn- an 4 Útvísingar: Kyndil 6, Stjørnan 5 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Tóktust fyri tað mesta bæði av- gjørdir og sannførandi. Við javnleikinum heldur VB framhald- andi fast um bronsu- vónina, tó at tær helst iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna bæði stigini HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Longu í fyrsta dystinum í endaspælinum hevði Neist- in møguleikan at skræða seg leysan í bronsustríð- num. Vunnu tær dystin móti VB, gjørdist munurin fýra stig, og soleiðis sum úrslitini hava lagað seg, hevði tað í øllum førum verið tungt hjá VB at vunnið hetta aftur. Hin- vegin kundi VB við einum sigri syrgja fyri javnstøðu í hesum stríðnum. Helena læsti Tá avtornaði, so gjørdist hvørgin parturin vinnari, og sum so kunnu bæði liðini vera bæði nøgd og minni nøgd um hetta. Neistin er kanska liðið, sum best kann liva við hesum úrslitinum, og mett eftir dystargongdini, so vóru tað so avgjørt eisini tær, sum høvdu mest at fegnast um, tá dysturin var liðugur. Eftir at Neistin hevði havt betru byrjanina, so setti heimaliðið veruliga ferð á seinasta korterið undan steðginum, og í seinna hálvleiki hildu tær á fram við góðu gongdini. Eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum, men spakuliga fekk Neistin togað seg innaftur. Ikki minst var tað Helenu Dam í málinum at takka, at VB bert skeyt trý mál seinasta korterið av dyst- inum, tí tað kundi sum so gera tað sama, um VB- kvinnur vóru leysar við henni, ella um roynt varð frá brotskasts-strikuni. Landsliðsmálverjin tók tað, sum kom, og var hetta nóg mikið at tryggja gestunum annað stigið og harvið framhaldandi fyrimun í bronsustríðnum. Dysturin í tølum VB-Neistin 17-17 (10-10) Málskjúttar: VB: Regina Radó 9(2), Eyðbritt Krosslá 3, Gabri- ella Fekete 3, Gurið Mort- ensen 1, Sólrun Krosslá 1 Neistin: Katrin á Neystabø 4(2), Mildrið Jacobsen 4, Súna Mørk 3(1), Rakul Augustinussen 2, Kára á Dunga 1, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1, Gunnleyg Berg 1 Brotskøst: VB 3, Neistin 5 Útvísingar: VB 1, Neistin 1 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen Kyndil-Stjørnan 22-29 (10-14): Munur er framvegis á VB-Neistin 17-17 (10-10): Helena bjargaði Neistanum Hóast tær vunnu trygt, so sannførdi Stjørnan ikki um, at silvurmerkini eru ein sjálvfylgja hjá teimum. Ikki minst tí spælið í alt ov stóran mun er savnað um fáar leikarar Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri ferðir í seinna hálvleiki hevði VB møguleika at avgera dystin, men inn um Helenu Dam vildi bólturin ikki Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 18