Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 8. januar 2002 17 Hoyvíkingar fingu av at vita frá Neistanum, sum heilt eyðsæð hevur lagt nógv størri dent á jólavenjingina enn teir í árstals- felagnum HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Tað var ikki long tíð farin av dystinum í høllini á Hálsi, áðrenn tað stóð greitt, at her fór talan ikki at gerast um tann stóra spenningin. Hóast spælbýtið kanska var so hampuliga javnt fyrsta korterið ella so, so stóð áskoðarin alla tíðina við varhuganum av, at hetta skuldi ikki verða nakar trupulleiki hjá Neistanum. Misnýttu ov nógv Hesa løtuna var tað fram um nakran annan Zeljko Jotic í neistamálinum, sum gjørdi munin á liðunum, men eitt spurnartekin eigur tó at setast við, um tað »bert« var stinna málverja- spælið, ella um tað ikki eisini var tann sannroynd, at skotroyndirnar hjá hoy- víkingum ikki vóru nóg neyvar. Fleiri ferðir vóru teir í fríari skotstøðu, men avslutningarnir vóru alt annað enn sannførandi, og tá seinastu tríggir fjórð- ingarnir av dystinum vóru lidnir, hevði tú kanska eisini varhugan av, at hetta kanska hekk saman við muninum í venjingarstøð- uni. Tað er jú soleiðis, at er venjingarstøðan í hæddini, so hava leikarar lættari við at halda hugsavnanina í avgerandi løtunum. Eisini eftir at kreftir eru nýttar til at rykkja seg leysan av verjuleikarum. Venjingarstøðan Hesin munur í venjingar- støðuni gjørdist alt meira sjónligur, sum dysturin leið. Neistin setti kanska ikki meira ferð á, men teir hildu so alla tíðina fast, og ikki minst vóru teir nakað væl skjótari enn hoyvíkingarnir. Bæði tá rennast skuldi fram og aftur. Úrslitið var sjálv- sagt tað, at meðan hoy- víkingar máttu stríðast við eina fullmannaða verju fyri mest sum hvørt mál, so fingu teir bláu hópin av kontramøguleikum, og onkrir av hesum í seinna hálvleiki vórðu misnýttir orsakað av berum fjanti og fjasi, so var hetta tó ríkiligt til at fella hoyvíkingarnar. Meira enn nakað annað, so setti dysturin eitt stórt spurnartekin við, hvussu sunn jólafrítíðin er fyri ymsu liðini. Tað er í øllum førum torført at finna nakra aðra orsøk fyri, at hoy- víkingar í tveimum fylgj- andi dystum við stórt sæð sama fólki kunnu spæla tveir somikið ymiskar dystir. Seinasta dystin undan steðginum spældu teir javnleik móti øðrum oddaliðnum, VÍF, og nú fyrsta dystin eftir steðgin vórðu teir meira ella minni úrlætnir av hinum odda- liðnum. Líkjast favorittum Tá hetta er sagt, so skal tó eisini leggjast afturat, at sum Neistin hevur spælt seinnu dystirnar, so líkist liðið alt meira einum favoritti til gullmerkini, tó at vestmenningar eisini hava eitt orð at siga hesum viðvíkjandi. Álopsspælið hjá teimum bláu koyrir við alt størri ferð. Nýggju leikararnir gerast støðugt betri, og samspælið millum verju og málverja gerst eisini alsamt betri. Kanska er sjálv verjan – saman við vænt- andi strikuspælinum - ann- ars einasti veruligi trupul- leikin á liðnum, men hetta er eitt sindur ilt at meta um, nú teir tykjast at eksperi- mentara við einari 3-2-1 verju. Eksperimentir eru tó neyvan loyvd í komandi uppgávuni, tá útsetti topp- dysturin frá grundspælin- um skal avgerast í Vest- manna, og helst verður júst hesin dysturin eisini ein verulig ábending um, hvat av teimum báðum odda- liðunum fer at vera betri fyri, tá seinasti dysturin er lagdur aftur um bak. Dysturin í tølum H71-Neistin 24-38 (10-18) Málskjúttar: H71: Bjarni Wardum 7(1), Halgir Dahl Olesen 5, Finnur Hansson 3(2), Peter Rosbach 3, Hallur Daniel- sen 3, Janus M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 1 Neistin: John Petersen 9, Jacob Jónsson 7(1), Hans Áki Dal-Christiansen 6, Heini Joensen 4, Karl Oddmar Rasmussen 4, Áki Mørk 4, Kári Mortensen 3, Ragnar Stakksund 1 Brotskøst: H71 7, Neistin 1 Útvísingar: H71 5, Neistin 5 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Hóast onkrar villur sjálvsagt eisini vóru, høvdu teir fyri tað mesta gott tak á dystinum. Annan dystin á rað staðfestu VÍF- kvinnurnar munin millum odd og botn HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað var ikki annað enn væntandi, at VÍF skuldi vinna trygt, tá tær annan dystin í slag spældu móti Sóljuni, og tað var heldur ongan tíð nakar sum helst ivi um dystin. Mest av øllum var tað bert ein spurningur um at fáa teir 60 minuttirnar at ganga, soleiðis at dysturin varð gjørdur burtur av sær. Stórt meira er ikki at skriva um dystin, tó at VÍF kanska kundi ynskt sær eina harðari upphiting til stórdystirnar móti hollendsku Hellas, sum verða ávíkavist fríggja- og sunnudagin. Dysturin í tølum Sóljan-VÍF 18-39 (9-17) Málskjúttar: Sóljan: Asta Petrauskiene 11(3), Heidi Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Sólja Jóanisdóttir 1 VÍF: Ioana Rápa 7(3), Fríða Marjunardóttir 6, Sóley Mikkelsen 6(2), Jacklin Durhuus 5(1), Nicoleta Radu 4, Jórun Ludvig 4, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Alis Høghamar 2, Barbara á Rógvu 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: Sóljan 3, VÍF 7 Útvísingar: Sóljan 1 Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannesen H71-Neistin 24-38 (10-18): Jólasteðgurin á muni Talan var ikki um nakran avgreiðslu- spurning hjá vest- menningum, tá teir vitjaðu í Runavíkini HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Hóast VÍF vóru stórfavo- rittar at vinna dystin móti Tjaldrinum, so fingu meist- ararnir loyvi at stríðast fyri sigrinum, tá teir vitjaðu sunnudagin. Serstakliga at byrja við hevði heimaliðið veruligt tak á gestunum, men hóast VÍF eftir hetta helt leiðsl- una allan vegin á mál, so var tað ongan tíð soleiðis, at teir fingu skrykt seg veruliga leysar av mót- støðuni. Fyri tað mestu vóru bert eitt til tvey mál á muni, og høvdu runavík- ingar verið eitt sindur dugnaligari frá sjey-metra strikuni, so var myndin kanska ein heilt onnur. Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan hjá runavík- ingunum, men hetta vóru helst heldur ikki tey stigini, sum teir høvdu roknað mest við at vinna. Hjá vestmenningum merktu stigini hinvegin, at kósin frá grundspælinum framhaldandi stendur, og tó at avrikini langt frá hava verið eins sannførandi hvørja ferð, so er tað ein sonn dygd, at liðið kortini fær stigini heim mest sum hvørja ferð. Mikudagin verða teir tó helst noyddir at geva seg nakað meira, tá útisetti oddadysturin frá grund- spælinum er á skránni. Kanska ikki ein dystur, sum beinleiðis avgerð meistaraheitið, men sálar- liga kann tað helst fáa sera stóran týdning, hvør verður sigursharrin í hesum dyst- inum. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 25-28 (12-16) Málskjúttar: Tjaldur: Hartvig Joensern 6(1), Dragisa Stojovic 5, Ken Bærendsen 4, Sverri Justinussen 4, Zoran Sarcevic 2, Jens Martin Knudsen 2, Mortan Hansen 2 VÍF: Áki Olsen 6(1), Agnar Joensen 5, Ingi Olsen 5(1), Harald Bjørgvin 4, Piti Negru 4(1), Daniel Rápa 2, Sámal Joensen 1(1), Petur F. Joensen 1 Brotskøst: Tjaldur 4, VÍF 6 Útvísingar: Tjaldur 5, VÍF 6 Dómarar úr Neistanum: Uni Wardum & Hannis Wardum Sum Neistin hevur spælt seinnu dystirnar, so líkist liðið alt meira einum favoritti til gullmerkini Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldur-VÍF 25-28 (12-16): Tjaldur hevði tak á oddinum Fyri tað mesta kundu tær í Stjørnuni bert hyggja at, meðan VÍF dusaði sær í upphitingini til frammanfyristandandi EC- dystirnar Mynd: Edvard Joensen Sóljan-VÍF 18-39 (9-17): Einvegis ferðsla 17 16 Nr. 4 - 8. januar 2002 Formaðurin í StÍF heldur høvuðsorsøk- ina til, at ov fáir hondbóltsdómarar eru, vera, at einki verður kravt av feløg- unum í so máta. Hann harmast um, at hóast StÍF í tveimum umførum hevur sent uppskot til aðalfund- in hjá HSF hesum viðvíkjandi, so verður hetta fullkomuliga tagt burtur HONDBÓLTUR OG DØMING Jákup Mørk Seinastu tíðina hevur kjak um støðuna viðvíkjandi hondbóltsdómarum tikið seg upp her heima. Uttan at farast skal ov nógv í smálutir hesum við- víkjandi, so tykjast allir partar í málinum vera samdir um, at í løtuni eru ov fáir hondbóltsdómarar í Føroyum. At bæði ein- staklingar og feløg so eru ymisk á máli um, hvussu hetta kann loysast, er so ein annar spurningur. HSF setir eingi krøv Stutt fyri jól var grein í Dimmalætting, har spurn- ingurin varð umrøddur, og har formaðurin í Hond- bóltssambandinum, Petur Ove Petersen, millum ann- að vísti á, hvat HSF roynir at gera við spurningin. Har verður millum annað sagt, at HSF ger eitt stórt og miðvíst arbeiði við at loysa spurningin. Millum annað við at halda skeið úti í ymsu feløgunum. Tað eru tó ikki øll, sum eru á einum máli um, at arbeiðið hjá HSF hesum viðvíkjandi er nóg gott, og ein teirra er formaðurin í StÍF, Andrass Danielsen. - Eg skal ikki siga, at tað er lygn, tá formaðurin í HSF sigur, at tey gera eitt stórt arbeiði. Alt gott um tað skeiðsvirksemi, sum teir hava framt her, og sum eisini er nakað, sum vit hava notið gott av, men støðan viðvíjandi dómarun- um prógvar bara, at hetta ikki er nóg mikið, og eftir mínum tykki er hetta arbeiði als ikki nóg mál- rættað, sigur Andrass. Hann vísir í hesum sam- bandi á, at tað ferð eftir ferð kemur fyri, at eingin ella í besta føri ein dómari møtir til dystir í yngru deildun- um. - Eg havi sjálvir fyri stuttum verið til tveir dystir hjá ávíkavist unglingum og dreingjum-16, har talan báðar ferðirnar var um dystir millum lið, sum vóru rættiliga jøvn í styrki. - Báðu ferðirnar var bert ein dómari til hesar týdn- ingarmiklu dystirnar, og tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nøktandi. Tað er eisini stór synd fyri teir neyðars dómararnar, sum noyðast at døma einsamallir, tí teir hava ongan livandi kjans at gera arbeiðið nóg gott, og tað gerst ikki betri av, at foreldur og onnur uttanfyri so finnast at dømingini. - Tá talað verður at hesum, so verður bara ypt øksl, og standard-svarið er bara, at »tað er bara ein dómari. Vit fáa ikki fleiri« og hetta er alt ov bíliga sloppið. Við hvørt er tað so galið, at man undrast á, hví í allari víðu verð vit skulu nýta pening til væl útbúnar venjarar, tá mest sum alt arbeiðið dettur niður fyri av slíkari líkasælu. Formaðurin í StÍF er ikki í iva um, at einasti hátturin at toga hondbóltin úr hesi óhepnu støðu er, at krøv verða sett feløgunum. - Sjálvandi skal mann vara seg fyri sjálvrósi, men eg tori at siga, at til 99% av okkara heimadystum hava vit tveir dómarar, og tað er so meira, enn flestu av hinum feløgunum hava. Tað er snøgt sagt eitt krav, sum vit hava sett okkum sjálvum. Eitt krav, sum í mínari verð er sjálvsagt, um tú ætlar tær at vera við í hondbóltinum. Tað eigur at vera ein náttúrligur partur av felagsarbeiðinum, at dómarar alla tíðina verða settir við. Nerta ikki málið Hetta krav er tíverri ikki so sjálvsagt alla staðni, og í eini roynd at gera nakað við hetta, so sendi StÍF eitt uppskot inn til aðalfundin hjá HSF, sum varð hildin 21. apríl. - Vit settu fram uppskot um, at feløgini hava ábyrgd av, at tveir dómarar eru til allar dystir, og at hesir skuldu hava grundleggjandi kunnleika til hondbólts- reglurnar. - Sum so hevði eg ikki roknað við, at uppskotið bara bleiv samtykt uttan víðari, men í øllum førum vónaðu vit, at hetta kundi skapa eitt kjak um evnið, men har hendi einki. HSF hevði ikki so mikið sum tikið uppskotið við á skránna, og tað haldi eg vera ov vánaligt. Andrass heldur, at okk- urt er grundleggjandi galið, tá sambandið sjálvt bara ignorerar eitt slíkt mál uttan víðari. - Hetta er tekin um eina líkasælu, sum eisini varð undirstrikað til FM fyri yngru deildir, sum HSF sjálvt skipaði fyri. Eisini í hesi kappingini var støðan aloftast tann, at bert ein dómari var til hvønn dystin, og tá eg spurdi eitt umboð fyri HSF, hví teir ikki høvdu fleiri dómarar, var svarið aftur hitt sama. »Vit hava ikki fleiri dómarar«. Tað er snøgt sagt ov bíligt við slíkum umberingum. Eisini vísir Andrass á, at tá eykaaðalfundurin hjá HSF varð hildin í septemb- er, var støðan aftur hin sama. Uppskot, sum høvdu við dómarastøðuna at gera, fingu als ikki umrøðu. - Tað ferðina sendu vit tvey nýggj uppskot til fundin umframt tað, sum vit sendu til upprunaliga aðalfundin. - Hesa ferð bóðu vit í fyrra lagi HSF koma við uppskotum um, hvussu dømingin í ymsu deildun- um skuldi býtast millum ymsu feløgini. Í øðrum lagi bóðu vit eisini HSF koma við uppskoti um, hvørja revsing feløg skulu fáa, um tey ikki halda sína skyldu at døma. Men heldur ikki hesa ferð varð eitt einasta orð sagt um uppskotini á aðalfundinum. Uppsagnirnar Formaðurin í StÍF er sjálvur sera harmur um, at tað ikki verður gjørt meira við hendan trupulleika, men hann sigur, at tað, sum veruliga hevur fingið bikarið at flóta yvir, er, at dómaraparið hjá StÍF (Poli Hansen & Jústines Just- inussen) nú hevur biðið seg undan at døma fleiri dystir. - Orsøkin til, at teir nú hava valt at gevast, er tann ágangur, sum teimum hevur verið fyri í pørtum av fjølmiðlum. At kalla hvørja ferð er avrik teirra niður- gjørt, soleiðis at tað til tíðir líkist reinari forfylging, uttan at nakar hevur talað at. - Millum annað fingu nakrar útvísingar av áskoð- arum í Havn drúgva um- røðu, og í einum slíkum føri haldi eg, at HSF um ikki annað kundi boðað frá, hvør teirra støða í slíkum málum var, men har var púrt eingin reaktión. - Tað er júst í slíkum støðum, at dómarar hava tørv á stuðli, og eg kann leggja afturat, at teir hava okkara fulla stuðul, nú teir hava trekt seg. At enda sigur Andrass, at hetta við at leggja eftir dómarum, als ikki er nakað óvanligt fyribrigdi, men hann heldur, at hetta so avgjørt er nakað, sum fe- løgini mugu berjast ímóti. - Sjálvur havi eg til dømis fingið fleiri áheitanir um bæði at kæra dystir og krevja, at ávíst dómarapar ikki skal døma okkara dystir, men tað kundu vit ikki droymt um. Tað kann bara elva til at minka um talið av aktivum dómarum, og tað er so tað seinasta, sum hondbóltinum tørvar, heldur hann. - Tvørtur ímóti eiga feløgini at átaka sær sín part í arbeiðinum at ala fleiri dómarar, men tá hetta ikki hendir av sær sjálvum, er tað alenyðugt, at HSF setir krøv um hetta. Nú- staðni tá verða feløgini noydd at taka spurningin í álvara. StÍF-formaðurin: – Setið krøv til feløgini Formaðurin í StÍF sigur, at tað serstakliga eru orsøkirnar til at teirra dómarapar hevur trekt seg, sum nú fær hann at taka orðið í kjakinum um støðuna viðvíkjandi føroysku hondbóltsdómarunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16