Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 8. januar 2002 15 Teir liggja niðast í landskappingini, men nú hava teir spælt seg í steypafinaluna. Fyri aðru ferð á rað vann ÍF móti Fleyr, hesa- ferð í finaluni í Mjølnir-kappingini, og nú skal SÍ ansa sær FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Gjøgnum árini eru tey nógv, sum hava verið noydd at ásanna, at tað gongur upp og niður í ítrótti. Eitt gott dømi um hetta er mansliðið hjá ÍF. Teir blivu føroyameistarar í fjør, men aftaná tað einki serligt við mansflogbóltinum í Fugla- firði. Fleiri av leikarunum fóru av liðnum eftir lokna kapping, og liðið, sum byrjaði hetta kappingarárið, var nógv broytt frá tí, sum vann gull í 2001. Og úrslitini vóru eisini hareftir: Átta dystir og átta ósigrar í grundspælinum. Tí var tað eisini sera óvænt- að, at ÍF í fyrsta dystinum í endaspælinum beint fyri jól vann móti Fleyr, sum ann- ars hevði havt nógv viðrák. Eingin hevnd Sunnudagin fekk Fleyr so møguleika fyri at hevna hetta, tá liðini møttust aftur í sjálvari finaluni í Mjølnir- kappingini í Klaksvík. Og tað stóð nógv uppá spæl. Umframt heiðurin at vinna Mjølnir-kappingina sleppur vinnarin eisini í sjálva steypafinaluna, sum verður í februar. Fleyr hevði víst gott spæl í innleiðandi dystunum leygardagin, meðan ÍF hevði verið meira sving- andi. Millum annað høvdu fuglfirðingar fingið ein ordiligan avsmurning frá Mjølni. Men Fleyr fekk ikki hevnd. ÍF vann nevniliga finaluna 3-2, og tað var uppiborið. Teir vóru betra liðið, og tað sæst eisini aftur í settúrslitunum, tí meðan ÍF vann síni trý sett rættiliga stórt, endaði bæði settini, sum Fleyr vann, 26- 24. Eins og dysturin millum hesi bæði liðini beint áðrenn jól, so vísti hesin eisini, at liðini í kappingini eru somikið jøvn, at alt kann henda. Líkist meira gamla liðnum Ein av orsøkunum til »end- urreisnina« hjá ÍF er, at hevarin og veteranurin Odd Eliasen er komin aftur á besta liðið. Hetta kapping- arárið hevur hann annars fyri tað mesta spælt við 1. deild, men tað hevur gjørt mun, at hinir hava fingið lokkað hann at flyta upp aftur á besta liðið. - Eg haldi ikki, at tað beinleiðis er tað, at eg eri komin við aftur, sum hevur gjørt liðið so nógv betri. Men tað hevur gjørt, at fleiri av hinum eru farnir aftur á tey plássini, har teir eru best, sigur Odd Eliasen. - Bartal hevur spælt hevari fyri meg, men nú er hann aftur á sínum gamla plássi, og tað hjálpir, tí hann er nokk ein av bestu kantsmasjarum í landinum. Og Kenneth, sum hevur spælt á plássinum hjá Bar- tal, er nú blivin diagonal- hevari. Og liðið verður sjálvandi betri av, at leik- ararnir spæla á teimum plássunum, har teir eru best, sigur hann. So sjálvt um nøvnini á liðnum ikki eru so nógv broytt hesar seinastu vikur- nar, so líkist uppstillingin hjá ÍF nú meira teirri, sum vann føroyameistaraheitið í fjør. Odd heldur, at Fleyr var klárt tað besta liðið leygar- dagin, men at tað kanska hevur kostað teimum ov nógv til finaluna dagin eftir. Men tað er møðandi hjá øllum liðunum at spæla so nógvar dystir uppá so stutta tíð.Sjálvt um tað í finaluni sunnudagin bleiv brúk fyri øllum fimm sett- unum fyri at finna ein vinn- ara, so var tað kortini mun- ur á. Sum nevnt vann Fleyr síni sett tepurt, meðan ÍF var meira sannførandi í settunum, sum teir vunnu. Í fimta og seinasta settin- um kom Fleyr betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1, men ÍF kom uppá 4-4 og seinni eisini 6-6. Tá so liðið úr Fuglafirði vann seg uppá 10-6, gekk tað bara ein veg, og settið endaði 15-7. Ikki favorittar í finaluni Nú er ÍF so komið í steypa- finaluna. Hana vunnu teir í fjør, og tí vita teir hvat tað snýr seg um. Mótstøðuliðið verður SÍ, sum vann Fleyr- kappingina, og sørvingar hava ongantíð verið í steypafinaluni fyrr (leik- andi venjarin hjá SÍ, Borko Ilic, var við í finaluni í fjør, tá hann spældi við ÍF). Men sjálvt um tað kanska kann vera ein fyrimunur hjá ÍF at hava roynt seg í eini steypa- finalu fyrr, so heldur Odd Eliasen ikki, at teir kunnu brúka tað til so nógv. - SÍ hevur eitt ógvuliga gott lið. Teir hava eina javn- ari breidd enn vit, og út- lendsku leikararnir hjá teimum eru sera sterkir. Vit hava ikki so stórar vónir, men mugu bara fyrst og fremst taka tað sum eitt upplivilsi, sigur hann. Tað eru enn fleiri ungir leikarar við á liðnum. Teir vóru eisini við í fjør, men spældu ikki, men í ár sleppa teir so av álvara at royna seg. Ein av hesum er Dánjal Vang, sum spældi stak væl í finaluni sunnu- dagin, har hann vann nógv í blokkinum og eisini hevði fleiri góðar servur. ÍF verður ikki favorittur móti SÍ, men tað verður jú sagt, at í eini finalu kann alt henda. Og sjálvt um ÍF enn er aftast í landskappingini, munnu sørvingar fara at taka uppgávuna í líka so stórum álvara, sum var tað Fram ella Fleyr, teir skuldu spæla ímóti. Alt annað hevði verið býtt! ÍF-Fleyr 3-2 (24-26, 25-15, 25-16, 24-26, 15-7): Botnliðið í finaluni Vinnnararnir av Mjølnirkappingini eru her avmyndaðir eftir finaludystirnar Mynd: SjH Annan dystin á rað vann ÍF móti Fleyr, og sigurin hesa ferð tryggjaði eisini fuglfirðingum sess í steypafinaluni annað árið á rað Mynd: SjH 15 14 Nr. 4 - 8. januar 2002 Báðar steypafinalur- nar hjá kvinnum, sum hava verið higar- til, eru endaðar við sigri til Mjølnir. Og sunnudagin tryggj- aðu klaksvíkskvinn- urnar sær pláss í finaluni fyri triðju ferð FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tað var í 1999, at Flog- bóltssambandið fekk hug- skotið at skipa fyri eini steypafinalu í flogbólti. Tær ymsu kappingarnar, sum feløgini skipaðu fyri kring landið, vóru eftir- hondini vorðnar reinar hugnakappingar, og við at lata vinnararnar av ávika- vist Fleyr-kappingini, sum er beint áðrenn landskapp- ingin byrjar, og Mjølnir- kappingini, sum er beint eftir nýggjár, møtast í eini steypafinalu fekk FBF givið hesum kappingunum størri tyngd, umframt at sjálv steypafinalan skuldi gerast eitt slag av hæddar- punkti í kappingarárinum. Og higartil hevur tað riggað ómetaliga væl. Tað hevur verið miðað fram ímóti at gera karmarnar rundanum finaluna so stór- slignar sum møguligt, og við at spæla dystin í ítrótt- arhøllini á Hálsi í Havn hevur hetta eydnast, ikki minst tí sjónvarpið eisini sendir báðar finalurnar beinleiðis. Ikki so sjálvsagt hesaferð Í føroyskum kvinnuflog- bólti hevur eingin vunnið so nógv føroyameistara- heitir sum Mjølnir, og tað hevur eisini sæst aftur í steypafinalunum. Báðar kvinnufinalurnar, sum hava verið higartil, eru nevniliga endaðar við sigri til Klaks- víkina. Fyrsta árið gekk tað enntá so væl, at Mjølnir eisini vann mansfinaluna. Tí er tað kanska ikki so løgið, at Mjølnir aftur í ár verður annar parturin av finaluni hjá kvinnunum, men um vit hyggja eftir úrslitunum, sum hava verið higartil í hesum kappingar- árinum, er tað kanska ikki so sjálvsagt hóast alt. TB tryggjaði sær pláss í finaluni, longu áðrenn landskappingin byrjaði, við at vinna Fleyr-kappingina, og suðuroyarliðið hevur eisini verið á odda í lands- kappingini heilt frá fyrsta dysti av. Hjá Mjølni hevur leiðin verið eitt sindur meira knortlut. Tær taptu fyrstu tríggjar dystirnar í lands- kappingini, og sjálvt um tað hevur gingið væl betur síðani tað, og tær hava vunnið fimm teir seinastu landskappingardystirnar, var tað ikki givið, at tær fóru at vinna sína egnu kapping um vikuskiftið. Møddust móti endanum Harðasta kappingin kom frá Drátti, sum eisini sendi TB úr kappingini leygar- dagin. Finalan millum Mjølnir og Drátt bleiv eisini ómetaliga spennandi við fimm settum, harav tað seinasta bleiv ein gysari. Tað kann sigast, at finalan í Mjølnir-kappingini í ár líktist nógv sjálvari steypa- finaluni í fjør, sum eisini var millum Mjølnir og Drátt. Ta ferðina vann Dráttur tvey tey fyrstu settini, men tapti dystin 2- 3. Sunnudagin byrjaðu tær við at vinna fyrsta sett 26- 24, men taptu so tvey tey næstu rættiliga nógv, áðrenn tær fótaðu sær aftur í fjórða. Í seinasta settinum gjørdust tær kortini ov stuttar, sjálvt um tær vóru á odda eitt skifti. Bæði liðini spældu væl, men feilir kostaðu Mjølni hetta settið. Tað fingu tær rættað uppá í næsta settin- um, sum tær vunnu heili 25-10. Serliga servurnar sótu nógv betur, og tær vóru meira avgjørdar í álopsspælinum. Triðja sett var eitt slag av eftirfylgjara til annað sett, og Mjølnir vann aftur, hesa- ferð 25-18. Í fjórða setti mátti røkka ella støkka hjá Drátti, og tær fingu eisini betri glið á sítt spæl, samstundis sum Mjølnir gjørdi nakrar aðrar feilir frammi við netið. Hetta settið fór til Drátt, sum vann uppiborið 25-17. Leikararnir hjá bæði Mjølni og Drátti vóru møddir av einum langum vikuskifti, tá teir fóru út á vøllin til fimta sett. Tað sást eisini aftur í spælinum, tí tað var ikki so nógv veiggj í kvinnunum, sum tað hevði verið higartil í dystinum. Mjølnir kom uppá 5-1, einamest takkað verið Tinu Jacobsen, sum spældi væl í álopinum. Men so misti ballónin eitt sindur av gassinum, og Dráttur vann seg upp á 8-7. Nú kundi dysturin fara báðar vegir, men Mjølnir fekk síðsta orðið. Tina Jacobsen og Tove Riksfjord avgjørdu teir seinastu bóltarnar, og so var Mjølnir aftur í steypafinaluni, eins og tær vóru bæði í 2000 og í 2001. Missa ein stuðulsleikara Vit hava longu nevnt, at Mjølnir ikki hevur staðið seg so væl í ár, sum tær ofta fyrr hava gjørt. Tí er einki at siga til, at tær vóru sera fegnar um sigurin sunnu- dagin. Eftir laku byrjanina í landskappingini hevur fremsta málið verið at koma í steypafinaluna, og tað eydnaðist. Og tað enntá uttan Sólvá Eystberg, sum var sjúk og tí ikki kundi hjálpa liðfeløgunum í Mjølnir-kappingini. Hinvegin var Tove Riks- fjord ein góð hjálp, men hana fara vit ikki at síggja so nógv meira til í hesum kappingarárinum. Hon fer nú av landinum í lestrar- ørindum. Vit kunnu helst vænta, at Mjølnir fer at fáa hana heimaftur til steypa- finaluna, men tað er meira ivasamt hvussu verður við landskappingardystunum. Um tað eydnast felagnum at fáa ein sponsor til enda- málið, verður hon kanska fingin upp til teir avgerandi dystirnar, men hvussu er og ikki, so verður tað ein missur hjá liðnum, tí hon hevur verið ein av stuðuls- leikarunum í ár. Eingin favorittur Sum nú er, er tað ikki lætt at meta um, hvussu tað fer at gangast í steypafinaluni um ein mánað. Eftir stiga- talvuni í landskappingini at døma er TB favorittur, men tað er so nógv annað, sum talar fyri Mjølni. Eitt er, at tær hava vunnið báðar steypafinalurnar, sum hava verið higartil, men tær eru eisini einasta liðið, sum hevur vunnið á TB í lands- kappingini. Mjølnir var eisini tað liðið, sum TB minst av øllum hevði hug at møta í finaluni, men tað verða tær nú noyddar til. Tað verður fyrstu ferð, at TB er í steypafinaluni, og burtursæð frá Maju Popo- vic og Gudrid Nolsøe verður tað størsti dystur, sum leikararnir higartil hava verið við í. Í fjør var Dráttur í nøkulunda somu støðu, sum TB er í nú. Tær vóru fremst í lands- kappingini, men Mjølnir var beint í hølunum á teimum. Í steypafinaluni vóru tey flestu samd um, at nógvu royndirnar hjá Mjølnirleikarunum vóru avgerandi, tá tað leikaði harðast á. Úrslitini í lands- kappingini frá nú av og fram til steypafinaluna kunnu eisini fáa avgerandi týdning, tí um annað liðið knappliga fær mótrák, kann tað sjálvandi ávirka. Men við hesi finaluni er tað sum við øllum øðrum finalum. Tað er nakað heilt serligt, og tað ber illa til at hyggja eftir, hvussu liðini annars hava staðið seg. Mjølnir-Dráttur 3-2 (24-26, 25-10, 25-18, 17-25, 15-11): Mjølnir fyri triðju ferð Mjølnir er einasta kvinnulið, sum hevur steypakappingina higartil, og eftir sigurin um vikuskifitð er spurningurin, um talan verður um hat- trick til Klaksvíkina Mynd: SjH C M Y K 14