týsdagur 8. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 4 - 8. januar 2002
Jón Kragesteen,
leiðari á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, við-
gongur, at alt ov lítið
hevur verið gjørt við
tunnlatrygd í
Føroyum
TRYGD OG TUNNLAR
Ingrid Bjarnastein
– Vit noyðast at viðganga,
at Ferðslutrygd hevur ong-
an skipaðan politikk við-
víkjandi hesum máli, sigur
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Jón Kragesteen heldur, at
ofta mál verða ofta ikki tik-
in upp, fyrr enn ein loysn er
í eygsjón, og júst í hesum
sambandi er ongin loysn
enn. Hetta er so eitt mál,
har nógv verður tosað um
tað, men onki verður gjørt.
Men tó so, málið er ikki
nýtt. Fyri nøkrum árum
síðani hevur tað verið
frammi, men sum við so
mongum øðrum, er tað
dottið burtur millum.
Leiðarin á Ferðslutrygd
heldur,
at
ferðslutrygd
stendur eitt sindur á síðu-
linjuni hesum økinum við-
víkjandi.
– Hetta er ein nokkso
tekniskur spurningur. Ráð-
ið fyri Ferðslutrygd er ikki
ein eftirlitsstovnur, men
heldur ein stovnur, sum
upplýsir og ger fólk varug
við trupulleikar, greiðir Jón
Kragesteen frá.
Sosialurin mælti í odda-
grein í farnu viku til, at
gera eina ráðstevnu og
trygd og tunnlar. Hvat held-
ur leiðarin á Ferðslutrygd
um hetta hugskotið?
– Ein ráðstevna hevði
verið fín, sigur Jón Krage-
steen at enda.
TRYGD OG TUNNLAR
Ingrid Bjarnastein
– Arbeiðseftirlitið umsitur
arbeiðsumhvørvislógina,
og vit hava ikki verið inni á
málinum um tunnlatrygd,
sigur stjórin á arbeiðseftir-
litinum, Karl Joensen.
Millum annað í Danmark
er tað ikki heilt ókent, at tá
til dømis Stórabeltsbrúgvin
varð bygd, kom arbeiðs-
eftirlitið inn og segði, hvat
varð kravt fyri, at brúgvin
skuldi vera nóg trygg.
– Hetta økið liggur nærri
brunaumsjónini,
heldur
Karl Joensen. – Vit hava
ikki verið eftirspurdir á
hasum økinum og vit hava
heldur ikki gjørt nakað krav
uppá nakað tílíkt. Vit seta
ikki nøkur krøv tá tunnlar
verða bygdir, og um eftir-
spurningur skuldi verið
eftir okkum, haldi eg ikki,
at í fyrstu syftu er ikki so
nógv hjá okkum at gera við
tað. Hesin trupulleikin fer
longur inn í aðrar lóggávur
enn tær, arbeiðseftirlitið
umsitur.
Klaksvíkingurin,
Jákup
Mortensen, keypti 1. des-
ember 2001 donsku fyri-
tøkuna hjá Louis Poulsen í
Sydney, Australiu.
Jákup Mortensen er 44
ára gamal, giftur við Tanyu,
sum er úr Libanon og upp-
vaksin í Sydney.
Í 1977 tók Jákup sveina-
roynd á bedingini í Klaks-
vík, og arbeiddi eftir tað,
sum sjálvstøðugur bilmek-
anikari. Í 1985 tók hann
prógv sum maskinverk-
frøðingur á Københavns
Teknikum. Hann fekk bein-
anvegin starv hjá Louis
Poulsen, og árið eftir varð
hann settur sum menning-
arverkfrøðingur.
Frá 1989–90 starvaðist
hann sum projektleiðari hjá
fyritøkuni, sum síðan út-
nevndi hann til konstrukt-
iónsstjóra. í 1993 varð
hann tekniskur stjóri á
deildini í Miami, Florida
og í 1997 fyristitingarligur
stjóri á deildini í Sydney,
og hevur hann røkt hetta
starv fyrimyndarliga, til
hann tann 1. desember
sjálvur keypti fyritøkuna,
sum hann nú rekur við 6-7
øðrum fólkum í starvi.
-ib
Jón Kragesteen, Ráðið fyri Ferðslutrygd:
Alt ov lítið gjørt
Klaksvíkingur
keypt fyritøku
í Sydney
KONSERTIR
Tíðindaskriv
Í samband við, at Plátu-
felagið TUTL fyllir 25 ár í
2002, verður skipað fyri
ymsum tiltøkum gjøgnum
alt árið.
Longu í næstu viku verða
tríggjar
fjølbroyttar
og
áhugaverdar konsertir á
skránni. Hesar konsertirnar
eru skipaðar í samstarvi
millum TUTL, Grót og
Norðurlandahúsið.
Luttakandi
nøvnini
verða: Týr – geva sína
fyrstu fløgu út 10. januar.
Hatespeech – Eru av
álvara byrjaðir at spæla
aftur eftir drúgvan dvala
200 – Føroya einasti
punkbólkur.
Mold – Endiliga, fyri teir
mongu Mold fjeppararnar,
er møguleikin aftur at
hoyra teir.
Kári Sverrison – Fólka-
tónleikur í heimsklassa.
Pete Tilly & Brian Gill-
ingam – Annar úr Ong-
landi, hin úr Írlandi, spæla
ljóðføri úr Australia og
Afrika: didgeridoo, bongo,
djembe osfr.
Konsertirnar eru hesar:
Hóskvøldið 10. januar kl.
20.00. Glyvrar - Støkkhøll-
in (Glyvra Bio), Clickhaze,
Týr, Kári Sverrison, Pete &
Brian.
Kostnaður: 80 Kr
Fríggjakvøldið 11. januar
kl. 22.00 Tvøroyri - TB-
húsið, Týr, Hatespeech,
Clickhaze, Pete & Brian.
Kostnaður: 100 Kr
Leygarkvøldið 12. januar
kl.
19.30 Tórshavn
–
Norðurlandahúsið, Hate-
speech, 200, Clickhaze,
Týr, Mold, kostnaður: 125
kr.
Bleikur fór dagur í trongløgdum skotum
Glerið av grótgalvun gyllir
Guandi kavin av brekkutrom
lágir og gilini fyllir
Brakar í frostløgdum bygdatúnum
varliga fólkini feta.
Neyt verða mjólka, – hoyggj er at geva
og vatn fyri heimaseyð seta.
Her berast minnir á snjóløgdum gøtum
við børnum á sleðum – á strúkandi ferð.
Skráandi menn undir lágættarskjøldrum
Meyla um seyð – og hvat rákið nú er
Ein stendur stillur – annar smátt vaggar
Pætur er gamal at húsum hann raggar
Frosið hvørt fet sum hann heim eftir ber
og skráin hin síðsta væl upptugd nú er.
Ísbláur himin í glampandi vaðið
hvar finnist upphav og endi –
spyrjandi her hava ættirnar staðið
Svarið tey ongantíð kendu.
Grunda og hugsa – stillan slær hjarta
á hesum kvøldkvirru løtum
Kloddut er skýferð – um farandi mána
glámlýsið leingist á gøtum.
Nú glitrar himin í Guðanna glæmu
foldin er linhvít ein ljómandi dýrd.
Tøgn er á teigum sum snjófrostið fjalir
ættin køld strýkur av norði væl stýrd.
Skamt undir bakkanum vestfallið rennur
vælkent tað sjóðið frá barnsbeini er.
Høgættin mennist og stjørnurnar fækka
Fánaður dagur – til nátt vorðin er.
Uppi í Trøð – við aldarskiftið
Viggo Johannessen
Horvin kvøldmynd
Onnur eiga økið
TUTL: 25 konsertir
Nr. 4 • týsdagur • 8. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil gjørdist
nýggjasti parturin í
bronsustríðnum, tá
teir í einum sera
spennandi dysti bastu
kollfirðingum. Bert
tvey stig skilja nú tey
fimm liðini, sum
stríðast um seinasta
heiðursmerkið
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Tað er so langt ífrá, at tey í
Kyndli hava havt nakrar
stórvegis
hugsanir
um
heiðursmerki hetta kapp-
ingarárið. Kanska hava tey
tað heldur ikki enn, men
soleiðis sum kappingin í
bestu mansdeildini hevur
lagað seg, so viðførdi bert
triði sigurin á árinum, at
Kyndil nú bert er tvey stig
frá bronsumerkjunum.
Kreppan er steðgað
Kreppa er í Kyndli. Kyndil
er á niðasta plássinum.
Liðið er ov veikt.
Bert nøkur av teimum
heldur óvandu – fyri ikki at
siga margháttligu - hugtøk-
um, sum, áskoðarar hjá
sigursvanda havnarfelag-
num hava bæði hoyrt og
sagt seinastu mánaðirnar.
Sunnudagin hevði liðið
so ein møguleika at børa
nakað um hetta, tá kollfirð-
ingar komu á vitjan, men
fyrstu løtuna av dystinum
var so avgjørt ikki serliga
nógv, sum bendi á, at hetta
skuldi broytast.
Gestirnir fóru nevnliga til
stroks frá fyrsta bríksli, og
til tíðir var nærum undr-
unarvert, hvussu lætt tað sá
út hjá kollfirðingum móti
illa skipaða kyndilsliðnum.
Eitt harðliga triltrongt
time-out fekk tó heimaliðið
at skipað seg betri í verju-
partinum, og spakuliga fóru
teir undir at toga seg upp-
eftir. Serstakliga koma betri
skil á verjupartin, soleiðis
at Johan Danielsen í mál-
inum fekk betri arbeiðsum-
støður.
Tað
eydnaðist
ikki
Kyndli at vinna seg upp á
javnt undan steðginum,
men við einum máli á
muni, var dysturin nú aftur
víðopin, og tá so Kyndil
legði bragdliga fyri í øðrum
hálvleiki, gjørdust áskoðar-
arnir á Hálsi meira harð-
mæltir, enn teir annars hava
verið í vetur.
Munurin gjørdist tó ong-
an tíð stórur, og liðini bæði
skiftust eisini um at hava
leiðsluna, tað sum eftir var.
Kanska hildu kollfirðing-
arnir, at teir høvdu stigini í
posanum, tá teir fimm
minuttir fyri leiklok løgdu
seg tvey mál framum, men
teir gloymdu at binda fyri.
Ístaðin treiskaðist Kyndil
og skeyt fýra mál á rað,
meðan kollfirðingar hesa
løtuna tóktust púrasta ráða-
leysir, og so var fyrsti sig-
urin í endaspælinum veru-
leiki.
Hornasteinarnir
styrktir
Tó at tað sum nevnt nú bert
eru tvey stig upp til brons-
una, so mundi sigurin fyrst
og fremst kennast sum ein
lætti hjá illa sperdu kynd-
ilsmonnunum.
Liðið er ikki longu iso-
lerað í botninum, og sjálvt
um bronsan nú er í eygsjón,
so mundi tað at sleppa
undan absolutta botnsessin-
um viga meira í fyrsta um-
fari.
Spurningurin er so, hvørt
liðið megnar at halda fast
um góðu gongdina, og mett
eftir hesum dystinum, so
eigur hetta so avgjørt eisini
at vera gjørligt.
Eftir eitt heyst, sum um-
framt vánalig úrslit eisini
beyð upp á nógvar skaðar,
so tykist hópurin nú spaku-
liga at vera komin fyri seg.
Hesa ferð var Heini Bendt-
sen aftur at síggja, eftir at
ein knæskaði hevur darvað
honum í grundspælinum,
og fyri stríðsviljan á liðnum
er tað eitt stórt pluss, at
Hans Andrias Dahl nú aftur
er farin undir hondbóltin.
Við Bárði Johannesen,
Johan Danielsen og Jónleifi
Sólsker eru týdningarmiklu
royndirnar eisini í lagi, men
týdningarmesti parturin av
liðnum í løtuni eru kanska
teir báðir, Janus Einar
Sørensen og Høgni Klein.
Ikki minst er Høgni eitt
slag av primus-motor á lið-
num, megnar hann fram-
haldandi at sýna sama
stórspæl, sum hann gjørdi
hesaferð, so kann so væl
henda seg, at endaspælið
verður nakað væl huga-
ligari enn grundspælið hev-
ur verið. Ikki minst, um
sami stríðsviljin fer at eyð-
kenna avrikini í komandi
dystunum.
Sjálvsálit
Kollfirðingar gjørdust so-
leiðis ov stuttir hesaferð, og
hetta við at missa í av-
gerandi løtunum av dyst-
inum er mest sum blivið eitt
kompleks hjá liðnum.
Í øllum førum er hetta
høvuðsorsøkin til, at liðið
ikki hevur vunnið sær eini
hægru endastøðu í grund-
spælinum, og hesin dystur-
in gav so ongar ábendingar
um, at nakar bati er at
hóma.
At venda eini slíkari
gongd er fyrst og fremst ein
spurningur um sjálvsálit. At
leikararnir vita av, at teir
eru nóg góðir at vinna
dystirnar. Og tað átti heldur
ikki at verið nøkur vónleys
uppgáva at sannført teir um
hetta. Heilt ofta hava teir
verið nóg góðir í 55
minuttir, so fimm minuttir
frá ella til skuldu ikki gjørt
tann stóra munin.
Dysturin í tølum
Kyndil-K´FI 27-26
(12-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 7,
Jónleif Sólsker 6, Janus
Einar Sørensen 5, Bárður
Johannesen 5, Regin Jo-
hannesen 2, Leif Mikkelsen
1, Heini Bendtsen 1, Hans
Andrias Dahl 1
KÍF: Iljan Topic 9, Durica
Tomic 5(1), Jákup Dam
4(1), Kristian Madsen 4,
Petur Martin Poulsen 2,
Regin Petersen 2
Brotskøst: Kyndil 1, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 1
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen & Krist-
ian Johansen. Hóast einstøk
ivamál vóru, so var heildar-
avrikið á hædd við støðið,
sum teir vanliga leggja.
Sjálvt um bronsan nú er í
eygsjón hjá Kyndli, so mundi
lættin við at sleppa undan
absolutta botnsessinum viga
meira í fyrsta umfari
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-KÍF 27-26 (12-13):
Eljustríð um bronsuna
C
M
Y
K
13
12