Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. apríl 2010 18 Sosialurin Kjak Eg eri ein av eigarinum í nátt klubbanum Rex í Havn. Ígjøg num fleiri ár havi eg verið partur av býar- og náttarlívinum, og sum árini ganga, meini eg, at sakførarin hjá politinum tekur fleiri og fleiri óskiljandi avgerðir. Eitt nú bleiv eg uppringdur 25. desembur 2009 av polit- inum, sum segði frá, at vit ikki fingu loyvi til at hava opið leygarmorgun 26. desembur kl. 00.01, 2. jólakvøld. Orsøkin til, at vit ikki fingu loyvi til tess var, at sakførarin hjá politinum metti, at hesin dagur var sum 1. jóladagur. Tað eg hugsi er, at tað einasta sakførarin hugsar um, er hvussu hann kann steðga tí, at fólk dansa og hugna sær. Í dansiloyvinumum stend ur, at tað er loyvt at dansa náttina frá fríggjadag til kl 03.45 leygarmorgun og náttina frá leygar dag til sunnu dag. Tað er ikki loyvt at hava dans 1. jóladag, men 1. jóladagur er liðugur tá klokk- an er 00.01 tann 26. desembur. Eg tosaði sjálvandi við ein advokat, og metti hann ikki at nakað skuldi forða fyri, at vit høvdu opið aftaná kl. 00.01. Vit gjørdi sum álagt varð okkum, tí vit vilja hava hesi viðurskifti okkara í ordan. Nú er bert tað allar stutt- ligasta eftir.... Leygarkvøldið 3. apríl 2010, páskaaftan hava vit loyvi at skeinkja sterkt, men vit hava ikki loyvi at hava dans. Júst hetta vita vit, og hava vit vitað øll tey seinastu árini. Seinastu árini hava vit tískil bert havt livandi tónleik, men ikki dans. Hetta merkir, at fólk hava sitið við borðini og fingið sær okkurt gott niðurum og lurtað eftir góðum tónleiki. Onkuntíð hev ur tað verið soleiðis, at tey hava hoppað eitt sindur runt, men tey hava ikki fing ið loyvi til at dansa og svinga sær á dansigólvinum. Hetta er blivin ein føst mannagongd, og fólk hava eisini flent at okkum, tí vit hava borð og stólar stand- andi á dansigólvinum, men soleiðis er lógin, og henni fylgja vit. Á páskum í ár ringir politi- støðin til mín. Teir vilja hava, at okkara tónleikarar, Kim Hansen, Jens Marni Han sen og aðrir, skulu av pallinum og ikki spæla livandi tónleik. Vit máttu gjarna hava tónleik gjøgum hátalarnar, men ikki livandi tónleik. Teir siga, at hesin væl- signaði sakførari hjá teimum hevur funnið útav, at tað ikki er loyvt at hava livandi tónleik, men bert tónleik gjøgnum hátalarar. Hettar er tulkingin hjá teimum, eftir einari § frá lógini sum stavar frá 1923 sum eitur »forlystelser«. Teir meta tískil at livandi tónleikur er »forlystelser«, men ein cd er ok. Tað stuttliga er so, at eg seti meg at googla á al nót- ini, nær hátalarir vóru upp- funnir. Ein dani við navn- inum Peter Laurids Jen sen er maðurin handan upp finn- ingin, og var hetta í tí harr ans ári 1915. Fyrsta radiostøðin í Dan- mark kom 1. apríl 1925, tað sum í dag eitur Danmarks Radio. So eingin skal billa mær inn, at tá ið handan lógin bleiv gjørd og gjøgnumhugsað, at tað bert skuldi spælast tón- leikur gjøgnum eitt anlegg, og at tað ikki mátti verða livandi tónleikur. Eg kann bara ímynda mær, at tað bara var livandi tónleikur og ikki gjøgnum eitt anlegg í 1923. Eg kundi gott hugsað mær at fingið eitt svar frá hesum góða sakførara, hví soleiðis er. Eg havi roynt at hugsa fyri og ímóti, og er mín niðurstøða tann, at tað virkar sum um, at hann arbeiðir ímóti náttarlívinum heldur enn at arbeiða fyri tí. Til seinast mín egna per- sónliga meining. Eg haldi, at tað skuldi verið greiðar linjur, tá tað kemur til spurningin um tað skal verða opið ella ikki. Fyri mína skyld kann tað gott verða bannað at hava opið á jólum og á páskum, men so skal tað eisini verða eins fyri øll, og ikki bara galdandi fyri REX. Arbeiða ímóti náttarlívinum Viðmerking til grein í Sosialinum miku dagin tann 07.04.10, viðvíkjandi skeinki- og dansiloyvum Rúni Djurhuus Samgongan gamla (friður veri við henni) er nú fallin í óvit. Men nú hevur hon longu gingið í ørviti eina tíð, stakkalin. Hon sam tykti veruleikafjarar fíggj ar- karmar og bygn aðar broyt- ingar í fjør uttan at fremja teir. Hon hevur megnað at sett sær fyri undirsjóartunnil til Sandoyar og at tikið hann av aftur. Hevur skiftivís sett pengar av til tunnlar Norð um Fjall og samtykt at heimilað boringini, men ongantíð bæði í senn. Í herindum mølmar hon um kommunubygnað, til feingisgjøld og almanna- sparingar, men er síðani ímóti. Enn hevur hon puls, men veiggj er onki í henni. Tí nú er, so segði hann, onki samband við fartelefonina. Hjarta slær, fleiri gøgn rigga. Men tá ið fíggjarkarmar fyri næstu fimm árini skuldu leggj ast fram, var onki sam - band millum høvd og gøgn. Høvdið var í Fámjin; kropp - urin sprellaði í Havn í hervi- ligum fepurherindum. Fleiri ganga í hesum døg- um yvir at kontaktini, ivast í, hvørt aktiv deyðshjálp man vera vegurin. Serliga Magni Laksáfoss – hetta millumtingið millum grønan skóta og excel-ark – hevur fleiri ferðir vilja givið gomlu frið. Men her tykist, sum arvurin skal skiftast fyrst. Sambandsflokkurin er sum kroysan í søguni hjá H. C. Andersen – ikki før fyri at standa uppi, men veit ikki, hvønn veg, hon skal falla; tí verður hon stand andi, skinklandi uttan støðu takan. At gamla ikki longur kem ur fram, sæst á øllum brøgdum. Vanliga vappa sam gongur úr vánum fram beint undan apríl mánaði og leggja fram (við 17 undir- skriftum) ymsi seinkaði polit isk lógaruppskot – inn- tøkuuppskot, verklags lóg ir, um for deilingar av mis mun- andi slagi – men hend an hevur ikki megnað eitt tað einasta. Ikki eitt! Vit síggja bara áhaldandi fepur her indi. Navnframi Kári P. syng- ur um ‘mammur ið stríð ast við sulfo í køkinum, með an páparnir stríðast um arv úti á gøtuni.’ Tær tríggj- ar Rósa, Annika og Helena royna sum frægast at spara á almannaøki, sam ferðslu- íløgum og mentan – loyalar og við sterkum lúti fara tær fram – men politisku páparnir sleppa í miðlarnar dagliga at greiða frá, at ‘tá javnaðurin kemur til, tá verður annað sosiala lagið’ ella ‘tá fólka- flokkurin kemur til, tá verða vælferðin og vinnan bjargað og tað aaalmenna má spara.’ Tingbólkaformaður sam- bandsfloksins er við í arva- stríðnum, men hev ur (sum fyrrverandi vest manna ting- maður segði) aftur stongt seg inni á politiska wc’num; byrgt seg inni í einum sjónarmiði, sum hann hvørki sleppur burturúr heiðurliga ella við úrslitum. Fyrr sungu tey ‘jú teir selja grín, jú teir selja grín’ um løgtingið; nú syngja tey ‘jú teir selja vín, jú teir selja vín.’ Heysta gøgn Góða søgan er,at mong nýtilig gøgn eru tøk, tó at tey ikki samvirka sum ein vera. Har eru Poul Michelsen og Helgi Abrahamsen við bragdinum at finna tjóðskaparsemju. Har eru Katrin Dahl Jacobsen og Magni Laksáfoss við vilja til burðardygga fiskiveiði. Har eru tær strevandi landsstýriskvinnurnar. Hesi gøgn mugu sleppa at virka í vitskum likami. Heilt vist var best, um minnilutalandsstýri av fittligari stødd slapp at virka við ymsum meirilutum og breiðum semjum, tí greiðir meirilutar eru fyri bygnarðarbroytingum og reformum. Men møguliga má veljarin taka dagar ímillum, hvørji gøgn skulu transplaterast til nýtt fólkavalt likam, hvør skal býta blóð, sveitta og tár. Í meðan liggja vit enn við Kaj, ið sum pro pag anda- ministarin í Iraq á sinni lovar samgongunnanar alfevnandi sigur hvørja løtu. Men gamla er fallin í óvit. Henni tørvar aktiva deyðshjálp. Úr ørviti í óvit Vanlig fatan er, at val loysir onki. Well, val valdast. Verður væl valt, verður veruleikin vónríkari. Tí tann kakan, sitandi løgting hevur lovað, er nógv størri tann, vit kunnu býta. Kári á Rógvi Sambandsflokkurin er sum kroysan í søguni hjá H. C. Andersen – ikki før fyri at standa uppi, men veit ikki, hvønn veg, hon skal falla