Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-04-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. apríl 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 9. apríl 2010 Sosialurin Hvar eru nú negativu rødd irnar, um íløg una í Norðhavnina ? Hetta er ein rámandi yvir­ skrivt, men veruleikin er, at tað hava verið ómeta­ liga nógvar røddir upp gjøg num árini, eisini mill­ um býráðslimir, sum hava hildið lítið um at gera so stórar íløgur í Góðs havn­ ina í Ánum, sum vit kallaðu hana, áðrenn hon fekk endaliga navnið »Norð­ havnin«. Vit eru vóru eisini greið yvir, at íløgan ikki fór at geva av sær fyrstu tíðina, men nú at síggja alt virksemið í nýggju havnini má verða ein beiskur bitið hjá teimum, sum lítið hildu um ætlanina og høvdu vánaligar spádómar á lofti, men søtt hjá okkum, sum arbeiddu hart fyri hesum. Kann ikki lata vera við at nevna Tórleif Sigurðsson sála, sum brendi fyri Havnini á Ánum, tað hevði frøtt hann at sæð lívið har norðuri. Eg má siga sum er, at eg eri ómetaliga fegin, sum fyrr verandi borgarstjóri, at vit høvdu dirvi at halda fast um ætlanina og føra hana út í lívið, ja, enntá gera hana væl størri enn upprunaliga. Tí longu nú tykist havnin verða ov lítil til alt virksemið, sum er har í løtuni. Í fyrstuni var bert ætlanin at atløgusíðan skuldi verða 150 metrar, men í dag er atløgusíðan meir enn tað dupulta, nevni liga 317 metrar. Nú kunnu fleiri russisk og onnur skip umskipa veið una í farmaskip, meðan okk ara stóru fiskiskip kunnu leggja veiðuna upp sam stund is. Frystihúsið ein fongur fyri virk­ semiðá staðnum Tað, sum ger stóra munin í virkseminum, er nýggja Frystihúsið, sum Klaksvíkar Býráð var stóri viðspælari í, tá ætlanin kom fram, eg dugi ikki at ímynda mær Norðhavnina uttan frysti­ og goymsluhús. Um Klaksvíkar Kommuna ikki luttók í at gera be tong­ sokkilin o. a. undir byg n­ inginum, kom onki hús, hóast ikki allir býráðs lim­ irnir tóku undir við hesum, bleiv tað samtykt og felt inn í leigusáttmálan millum partarnar, at kommununar partur verður afturgoldin innan ávíst áramál, soleiðis fingu vit henda sera týdn­ ingarmikla bygning upp at standa, og sum nú er við til at skapa fleiri arbeiðspláss á landi og harafturat karmar skaptir, so skipini kunnu landa til húsið, hetta gevur eisini avleiddu vinnuni á staðnum nógv arbeiði. Longu nú kastar Norð havnin av sær, so tað eisini munar í kommunukassanum. Tað er at fegnast um, at Norðhavnin í Ánum longu er farin at kasta av sær fíggjarilga, tí umframt skattakrónurnar sum koma til kommununa av tí virksemi, sum er skapt har, fær Klaksvíkar Havn eisini sínar meirinntøkur av teim skipum, sum leggja at har, og henda inntøkan hevur verið vaksandi seinastu tíðina. Klaksvíkar kommuna má hava onnur bein at standa á, enn bert skattakrónur, tí eiga vit at leggja alla orku í at marknaðarføra Klaksvíkar Havn enn meiri, so inn­ tøkurnar kunnu økjast enn meira. Høvuðsuppgávan hjá Før ­ oya Vísindaráði, har løg­ mað ur er formaður, er at »orða yvirskipaða gransk­ ingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan«. Hesin granskingar poli­ tikkurin skal siga, hvussu politikararnir ynskja at før oyska »landslagið« fer at síggja út komandi 5­10 árini, tá ið tað kemur til gransk ing, menning og ný­ skapan. Politikkurin snýr seg m.a. um leiklutin hjá Fróð skaparsetri Føroya og hinum undirvísingar­ og granskingarstovnunum, um granskarapark og/ella uni­ versitetskampus og hvussu játtanir til hesar gransk­ ing arstovnar og ­grunnar skulu fyri skip ast. Hetta eru so statt spurningar, sum ávirka allar partar av før oyska granskingar­ og menningarumhvørvinum, herundir samspælið við ES og restina av útheiminum. Á fyrsta fundinum í Vís­ indaráðnum, sum var tann 28. november 2008, var breið semja um, at hóast vána liga fíggjarstøðu – og kanska serliga orsakað av fíggjarstøðuni – var neyð ugt at satsa miðvíst og mun andi uppá gransking, menning og nýskapan. Granskingarnevndin og Vísindaráðið hava tí skil viðgjørt hendan spurn ingin á flestu fund un um síðani árs­ skiftið 2008/2009. Í september 2009 gjørdi Gransk ing ar­ nevnd in endaligt upp skot til føroyskan gransk ingar­ poli tikk. Uppskotið skuldi góðkennast á fyrstkomandi fundi í Vísindaráðnum, men tíverri varð ætlaði fundurin í oktober 2009 avlýstur, og síðani hevur eingin fundur verið. Okkara universitet, søvn, granskingarstovnar og –um­ hvørvi eru smá. Somu leið­ is eru privatar fyri tøkur, ið leggja seg eftir at skapa karmar um menning og nýskapan. Tað er luturin og lagnan hjá einum lítlum landi at alt er avmarkað og smátt, men fyri tað er tað alneyðugt at politiska skipanin sær til at skapa fólkavøkstur og ikki minst trivna. Fólka­ vøkstur og trivnaður verður, tá ið ung vísindafólk og granskarar – talentini inn­ an­ og utt an lands, trúgva uppá eina føroyska framtíð. Utt an ein føroyskan gransk­ ingar politikk og eina ítøki ­ ligari ætlan missir før oyska granskingar­ og menn ingar­ umhvørvið – og ikki minst tey ungu – trúnna uppá, at politiska skip anin vil nakað ítøkiligt við føroyskari gransk ing, menning og ný­ skapan. Vit heita á politisku skip ­ anina um at tekna eina visión, at skapa bygn aðarligar og fíggjarligar karmar, at seta krøv og at raðfesta – og hereftir vísa granskarunum álit. Vit ynskja øll tað sama: At skapa vitan og framburð fyri føroyska samfelagið. Skapið karmar og setið krøv – og vísið okkum álit Nýggja Vísindaráðið hevur nú virkað í næstan hálvt annað ár, men enn er onki uppskot til granskingarpolitikk lagt fram fyri almenningin. Tað er luturin og lagnan hjá einum lítlum landi at alt er avmarkað og smátt Steinbjørn O. Jacobsen Martin Zachariasen formaður í Granskingarnevndini